Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinumálum, hevði tá havt allar møguleikar, men onga loysnir funnið á Vágs havn og onga loysnir funnið á tunnilssambandinum Øravík Hov.
Ikki eitt klovið oyrað setti hann av til hesi mál, tá ið hann slepti teimum, og lat tey upp í hendurnar á løgtinginum.
Síðani løgtingsfíggjarlógaruppskotið loysnaði úr landsstýrinum, hevur meirilutin í fíggjarnevndini arbeitt víðari við tí.
Hesin meiriluti umboðar landsstýrisflokkarnar, hesin meiriluti hevur samskift við sínar flokkar, og tað er haðani uppskotið kemur framaftur á tingborð.
Har situr eingin Bjarni Djurholm, og annars eingin av teimum andstøðumonnum, sum landsstýrismaðurin er so forliptur í.
Landsstýrismaðurin er skilliga firtin yvir, at Suðuroyggin fekk eina loysn tvørturyvir høvdinum á honum.
Harafturat er hann ovurfirtin yvir, at hann ikki náddi í sjónvarpið at boða frá henni.
Har vit onnur gleðast yvir, at málið er loyst, leikar landsstýrismaðurin í, tí at sjónvarpið hevur dittað sær til at tosa við ein tingmann, sum, tá uppskotið frá landsstýrismanninum kom fram, segði seg vera ónøgdan við prioriteringina av íløgunum.
Suðuroyggin hevur nú fingið eina loysn, sum vit øll fegnast um. Eina loysn, landsstýrismaðurin ikki var førur fyri at koma við, tá ið hann hevði møguleikan fyri at koma við henni.
Í staðin fyri at gleðast, so leikar hann í, og sigur seg sjálvan og fleiri andstøðumenn fram hava bjargað íløgunum í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen eigur ongan lut í nøkrum sum helst, ja, hann hevur beinleiðis mótarbeitt framburðinum í Suðuroynni, heldur landstýrismaðurin fyri.
Hetta og annað møsn kennir hesin fjølmiðlafiskeraði landsstýrismaður seg kallaðan til at bera fram í berari øði, tí hann ikki slapp í sjónvarpið við tí úrsliti, ið fíggjarnevndin saman við okkum øðrum var komin til.
Mær vitandi hava, hvørki eg sjálvur ella nakar annar, tikið nakað frá landsstýrismanninum.
Tann loysnin, ið funnin er, kravdi ikki nógvan tekniskan førleika í fyrstu atløgu, og als ongan pedagogiskan, so har var ikki so nógv brúk fyri Bjarna Djurholm.
Talan var fyrst og fremst um ein góðan vilja, og um skilagóðar raðfestingar, sum landsstýrismaðurin vónandi fer at lata vinnumálastýrið og landsverkfrøðingin umsitað á skynsamiligan hátt.
Skilja vit landstýris-mannin rætt, so heldur hann seg eiga monopol upp á tíðindastovnarnar, og tað fatan hava helst fleiri havt í fleiri ár. Antin tað er útvarp ella tað er sjónvarp, vit tendrað, so fáa vit júst hendan landsstýrismannin 9 av 10 ferðum.
Nú er hann vorðin firtin, tí hann ikki er komin upp á 10 av 10 ferðum.
Sjálvur fari eg at nýta høvið til at takka øllum góðum kreftum, íroknað landsstyrismanninum, fyri at vit eru komin á mál við hesum íløgum.










