Ikki er óhugsandi, at Merkið fer at veittra á Olympiska Leikvøllinum í Athen, tá ið summar-OL verður í grikska høvuðsstaðnum í 2004.
Í heyst fer ÍSF at senda Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, ein umsókn, og líkt er til, at bæði løgmaður og danski forsætisráðharrin fara at mæla nevndini til at loyva Føroyum upp í olympisku familjuna. Og við at hava teir báðar aftanfyri seg, stendur ÍSF sterkari í royndunum at fáa OL-viðurkenning.
Tað var løgmaður, sum í januar eftir áheitan frá ÍSF, heitti á danska forsætisráðharran um saman við sær at stuðla ÍSF í royndunum at fáa viðurkenning frá IOC.
Danski forsætisráðharrin hevur seinastu tveir mánaðirnar umhugsað áheitanina, og eftir at hava kannað málið, er forsætisráðharrin nú til reiðar at stuðla føroyingum.
? Ongar løgfrøðiligar ella aðrar forðingar eru fyri, at eg kann taka undir við, at Føroyar fáa OL-viðurkenning, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum hjá sær týsdagin.
Anders Fogh Rasmussen segði, at hann fer at senda løgmanni eitt ?pent? bræv, har hann boðar frá støðuni hjá stjórnini.
Eingin trupulleiki
Ein spurningur hevur verið, um Danmark yvirhøvur kann fara inn og stuðla føroyingum í at fáa OL-viðurkenning, so leingi Føroyar eru partur av danska ríkinum.
Tað eru tey, sum hava sagt, at hetta als ikki kann lata seg gera, meðan onnur hava sagt, at ríkisrættarliga støðan einki hevur við hetta málið at gera. Í ítróttarsamanhangi eru Føroyar at rokna sum ein tjóð á jøvnum føti við allar hinar. Hetta hevur eitt nú verið sjónarmiðið hjá ÍSF.
Og tað er hetta sjónarmiðið, sum Anders Fogh Rasmussen tekur undir við. Hann vil ikki siga, júst hvat fyri løgfrøðiligir spurningar hava verið uppi og vent, meðan stjórnin hevur viðgjørt málið. Hann staðfestir bert, at stjórnin ikki er komin fram á nakrar trupulleikar, sum gera tað ógjørligt at stuðla føroyingum.
Reist á Fólkatingi
Spurningurin um føroyska OL-viðurkenning er eisini reistur í Fólkatinginum. Tað er Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, sum í einum fyrispurningi hevur spurt Anders Fogh Rasmussen, um hann fer at eftirlíka áheitanini frá løgmanni og ÍSF.
Tórbjørn Jacobsen fekk sama svar í Fólkatinginum frá forsætisráðharranum sum á tíðindafundinum: Stjórnin fer at stuðla føroyskari OL-viðurkenning.
Eingin veit, hvussu Altjóða Olympiska Nevndin fer at taka ímóti umsóknini frá ÍSF, men sum løgmaður sjálvur sigur, so hevur tað uttan iva positiva ávirkan, at forsætisráðharrin stuðlar føroysku ætlanunum.
Og tí er tað helst ikki ov tíðliga hjá føroyskum ítróttarfólkum longu nú at fara undir venjingarnar til olympisku leikirnar í Athen í 2004.










