spældu ímóti FM-finalistunum frá í fjør, TB, eydnaðist at vinna ein greiðan og sannførandi 3-0 sigur. TB, sum í fjør tapti FM-finaluna ímóti SÍ, hevur hug at dragna, tí fleiri av spælarunum, ið hava avgerandi [...] Hinvegin vóru gestirnir av Toftum væl upplagdir og ikki minst vóru góðu servurnar við til at leggja trýst á TB, umframt at tær í Ternuni fingu tað mesta uppaftur av gólvinum, ið TB sendi yvirum. – Vit hava alla [...] dyst ímóti Mjølnir, har vit vunnu eitt sett, og nú gekk so uppaftur betur ímóti TB. Eg haldi, at tað byrjar at líkjast hjá okkum, staðfestir spælandi venjarin hjá Ternuni, Katrin Olsen.
nakkan og síðani frá oyra til oyra, so at tú hevur fýra partar, set eina klemmu í hvønn part. 3. Byrja í nakkanum við at taka 2-3 cm av hárinum niður úr hvørjum parti so at tú hevur tveir lokkar. 4. Spraya creation [...] tak styling jarnið um ein lokk ísenn, vend tí 180c og hála spakuliga út eftir hárinum, so at alt hárið nær at blíva heitt. 5. Tak aftur 2-3 cm niður úr hvørjum parti og halt áframm á sama hátt. 6. Tá tú [...] Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Royal Hárfríðkan, gevur hesa vikuna ráð um hvussu ein fær krúllurnar at síggja gott út. Nógv høvdu óiva kunna hugsað sær lekkurt krúllut, a la Eva Longoria. Um ein skal til
óhepnu borgingina á Argjum at gera. Mannagongin er, at tá borað verður, verður boriðdustið blást við trýstluft gjøgnum eina slangu yvir í eina bingju. Á Argjum hendi so tað, at vatnið var meira enn væntað [...] tær kanningarnar hevur Jarðfeingi ikki orku til at gera. Men tær boringarnar, sum gjørdar verða nú, geva nakað av vitan ókeypis. Kári Mortensen sigur, at tá ið borað verður á landi, kemur man altíð frr [...] Spurningurin um grundvatn er í Føroyum ella ei, er ikki so lættur at svara, tí tað veldst um, hvat vit skilja við grundvatn. Hetta sigur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi. Vit hava ikki
Eivør Pálsdóttir og Anniku Hoydal. Góðir tónleikarar verða eisini at hoyra til konsertina. Fyrireikarnir vænta, at tað verður spennandi at hoyra eitt nú Anniku Hoydal saman við nøkrum av bestu tónleikarunum [...] í Vestmanna leygarkvøldið 26. mars 2011. Á Fjørukrónni í Vestmanna fer tað eisini at seta sín dám á veitingarnar, at eitt stórsligið tónleikatiltak er í bygdini. Konsertin byrjar klokkan 20.30. Konsertin [...] Konsertin endar umleið klokkan 24.00 við felagssangi. Fyrireikararnir siga í einari stuttari viðmerking, at áhugin fyri konsertini er stórur, og nógv atgongumerki eru seld. Aftaná konsertina verður dansur á
almennu venjing, har fjølmiðlarnir sleppa at hyggj at fyrsta korteri. Maðurin, ið øll bíðaðu eftir var sjálvandi Wayne Rooney, sum hevur fingið tveir dagar leikbann fyri at banna í eitt upptøkutól. Men 25-ára [...] Rio Ferdinand fekk tá hann ikki møtti upp til dopingroyd, hóast hann aftaná vísti stóran vilja at prógva at hann var ósekur. Somuleiðis verður víst til støðuna, tá Paul Scholes og Wayne Rooney fingu leikbann [...] áðrenn klokkan 18 í kvøld taka eina avgerð, um hann vil kæra dómin frá enska fótbóltssambandinum(FA). At kalla hvørt Manchester United viðhaldsfólk hevur seinasta døgnið víst síðan ónøgd við avgerðina hjá
Tað man vera rár hending, at móðir og dóttir eru liðfelagar, og at tær vinna so nógv, sum KÍ kvinnurnar hava gjørt og framvegis gera. Bára S. Klakstein var fyrstu ferð á besta KÍ liðnum í 1991 ella fyri [...] frásøgumenn. Landsliðsvenjarin metti, at 2. hálvleikur var góð reklama fyri kvinnufótbóltin í Føroyum. Í 1. hálvleiki var ikki so nógv veiggj í. Landsliðsvenjarin vísti á, at royndirnar hava stóran týdning, [...] eru á skránni. - AB og hini kvinnuliðini, sum stríðast fyri at fáa KÍ aftur, mugu hava tol og fegnast um royndirnar. Hetta er 15. ferðin, at KÍ er partur av steypafinaluni, og tríggir spælarar hava verið
Sagt var um Napoléon Bonaparte, at tað fyrsta hann spurdi um, tá hann setti generalar var, um teir vóru »heldigir«. Hann hevur sjálvandi vitað av royndum, at eydna her í lívinum sjáldan kemur av sær sjálvum [...] Soleiðis er eisini í vinnulívinum. Sagt verður oftani, at tíðin og eitt ávíst held skal til, tá ein ger íløgur í framtíðina. Men eingin ivi er í, at »heldið« verður væl størri við góðum fyrireikingararbeiði [...] hesi seinastu árini, soleiðis at hesar, í føroyskum høpi, kolosalu íløgur kundu verða gjørligar. Samstundis hava skip teirra fiskað væl. Hans Pauli hjá Mortani plagdi at siga nakað soleiðis: »Pengar vóru
øðrum flokkum, at eg ikki skal stilla upp til løgtingsvalið av mínari keðiligu skriving á Facebook. Tað er eisini væl skiljandi, men tá ið ein brennur fyri politikki, er tað ikki so lætt at geva uppat, tað [...] tað liggur ikki til mín. Hóast eg havi roynt at berja meg uppaftur, má eg viðganga, at mótbrekkan er vorðin ov tung og strævin, sigur Levi Mørk. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur triðja uppstillingarfund [...] rfund í kvøld, og Levi Mørk ætlar sær ikki á fundin og boðar frá, at hann tekru seg av listanum. Eg fari at prioritera mitt býráðsarbeiði fyri Javnðarflokkin og fyri Tórshavnar kommunu, sum mær dámar
golffelagin, Eyðun av Reyni, plagar at siga: - Keep it low. Tað vil siga, at um bólturin verður sligin ov høgt er tað vindurin, sum avger hvar hann fer. - Tí er alneyðugt at skjóta bóltin lágt og líkasum g [...] var at spæla, men tá avtornaði vóru tað Janus Norðberg við 173 sløgum samanlagt, Ragnar Isaksen við 174 og Óskar Eiriksson við 179, sum blivu ávikavist nr 1,2 og 3. Janus Norðberg segði aftaná, at veðrið [...] Golfklubba. Og Óluva Lómstein vann meistaraheitið sum besti kvinnuligi golfspælari í landinum. Kappingin er at javnmeta við eina føroyameistarakapping, og var á Glyvursnesi leygar- og sunnudagin. Veðrið var av
aftur hesaferð at kjósa ársins virki og ársins átak. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum [...] treysti til at halda fram á somu kós. At velja Ársins Virki er ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum, hóast hetta hevur verið gjørt tey seinastu 11 árini, og skal gerast hesaferð á 12. sinni. Til at velja [...] umboðum fyri vinnuna, tveimum umboðum fyri fíggjarstovnar og einum umboði fyri tað almenna. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava