Kring allan heimin hava Manchester United viðhaldsfólk víst sína ónøgt við leikbannið hjá Wayne Rooney, men er Manchester United fyri órøttum? Manchester United skal í annaðkvøld spæla móti Chelsea í fjórðingsfinaluni í Champions League. Fyrrapartin í dag hevði Manchester United sína almennu venjing, har fjølmiðlarnir sleppa at hyggj at fyrsta korteri. Maðurin, ið øll bíðaðu eftir var sjálvandi Wayne Rooney, sum hevur fingið tveir dagar leikbann fyri at banna í eitt upptøkutól. Men 25-ára gamli farmherjin kom ongantíð á vøllin. Hann skal áðrenn klokkan 18 í kvøld taka eina avgerð, um hann vil kæra dómin frá enska fótbóltssambandinum(FA).
At kalla hvørt Manchester United viðhaldsfólk hevur seinasta døgnið víst síðan ónøgd við avgerðina hjá FA. Bæði á portal.fo og kjak.org eru meiningarnar hvassar. Eisini heimasíðan hjá føroyska Manchester United fjepparafelagnum, www.manutd.fo, hevur eina hvassa grein um avgerðin hjá FA.
Víst verður millum annað til átta mánaðar langa leikbannið, ið Rio Ferdinand fekk tá hann ikki møtti upp til dopingroyd, hóast hann aftaná vísti stóran vilja at prógva at hann var ósekur. Somuleiðis verður víst til støðuna, tá Paul Scholes og Wayne Rooney fingu leikbann í Premier League, fyri reyð kort í einum venjingardysti undan kappingarbyrjan.
Nýggjasta dømi har FA hevur dømt Manchester United er leikbannið/venjarabannið hjá Sir Alex Ferguson, fyri at sáa iva um evnini hjá Martin Atkinson, sum dómara.
Men er Manchester United fyri órøttum frá FA ella verður Manchester United revsað líka hart sum øll hini liðini?