Árligi Vinnudagurin, sum í ár verður 30. September, fer aftur hesaferð at kjósa ársins virki og ársins átak.
Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
At velja Ársins Virki er ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum, hóast hetta hevur verið gjørt tey seinastu 11 árini, og skal gerast hesaferð á 12. sinni.
Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Dómsnevndin er sett saman við tveimum umboðum fyri vinnuna, tveimum umboðum fyri fíggjarstovnar og einum umboði fyri tað almenna.
Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Á Vinnudegnum í fjør varð Tavan í Leirvík kosin sum ársins virki, og Vilt í Suðuroy ársins átak.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið, sum gávu frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
(Mynd: Tavan í Leirvík gjørdist ársins virki í fjør)