Ternan, sum enn hevur minni enn eitt ár á baki, flutti upp úr næstbestu deildini hjá kvinnum í fjør og roynir seg tí sum uppflytari í Eik-liguni í ár. Havandi tað í huga, hevur Ternan staðið seg sera væl hetta kappingarárið, og tá toftakvinnur í gjár vóru í Trongisvági, har tær spældu ímóti FM-finalistunum frá í fjør, TB, eydnaðist at vinna ein greiðan og sannførandi 3-0 sigur.
TB, sum í fjør tapti FM-finaluna ímóti SÍ, hevur hug at dragna, tí fleiri av spælarunum, ið hava avgerandi týdning fyri liðið, eitt nú Katrin Petersen og Sólvá Dimon, ikki eru tøkir í løtuni.
Í dystinum í gjár kom TB ongantíð í gongd, og tað sást týðiliga, at trot var á royndu spælarunum, ið kundu havt avlastað spælandi venjaran, Gudrid Nolsøe, ið tað allarmesta skuldi ígjøgnum. So góð, sum hon er, kann hon ikki vinna nakran dyst einsamøll, og tí fekk TB ongantíð hótt Ternuna.
Hinvegin vóru gestirnir av Toftum væl upplagdir og ikki minst vóru góðu servurnar við til at leggja trýst á TB, umframt at tær í Ternuni fingu tað mesta uppaftur av gólvinum, ið TB sendi yvirum.
– Vit hava alla tíðina havt framgongd í spælinum. Fyri viku síðani spældu vit ein góðan dyst ímóti Mjølnir, har vit vunnu eitt sett, og nú gekk so uppaftur betur ímóti TB. Eg haldi, at tað byrjar at líkjast hjá okkum, staðfestir spælandi venjarin hjá Ternuni, Katrin Olsen.










