Vakurt krúllut hár

Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Royal Hárfríðkan, gevur hesa vikuna ráð um hvussu ein fær krúllurnar at síggja gott út. Nógv høvdu óiva kunna hugsað sær lekkurt krúllut, a la Eva Longoria. Um ein skal til eina veitslu ella bara vil gera gerandisdagin meira glamurøsan og festligan.

 

Her er ein uppskrift uppá hvussu ein sjálvur kann gera hárið krúllut.

 

Tú skalt brúka:

 

Eitt ghd styling jarn

 

Fýra klemmir

 

Styling produkt, sum gevur hald, t.d. skúm

 

Creation spray ( sum ger at krúllurnar halda )

 

Hárlakk

 

1. Vaska hárið, koyr styling produkt í og føna væl til hárið er heilt turt.

 

2. Deil hárið upp eftur miðjuni frá pannuni og niður í nakkan og síðani frá oyra til oyra, so at tú hevur fýra partar, set eina klemmu í hvønn part.

 

3. Byrja í nakkanum við at taka 2-3 cm av hárinum niður úr hvørjum parti so at tú hevur tveir lokkar.

 

4. Spraya creation spray á lokkarnir (ikki ov nógv) tak styling jarnið um ein lokk ísenn, vend tí 180c og hála spakuliga út eftir hárinum, so at alt hárið nær at blíva heitt.

 

5. Tak aftur 2-3 cm niður úr hvørjum parti og halt áframm á sama hátt.

 

6. Tá tú hevur krúllað alt hárið, koyrir tú fingrarnir lætt gjøgnum krúllurnar og til endans hárlakk omanyvir.

 

Hettar er væl egnað til bæði langt, hálv langt og pagu hár.

 

Góða eydnu.