Eg havi eftir nærri umhugsan gjørt av at taka meg av listanum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til løgtingsvalið.
Tað sigur Levi Mørk, býráðslimur í Havn. Beinleiðis orsøkin er skrivingin hjá honum á Facebook um atsóknina í Noreg 22. juli.
Tað er ikki ein dagur ella tími, har eg ikki hugsi um mina keðiligu skriving á facebook i juli, um hvør stóð aftan fyri atsóknina i Noreg. Hetta hevur tikið nógva orku, og mótbrekka hevur verið líka síðani. Bæði politisk og privat. Havi eisini merkt og hoyrt frá folki, bæði i Javnðarflokkinum og øðrum flokkum, at eg ikki skal stilla upp til løgtingsvalið av mínari keðiligu skriving á Facebook. Tað er eisini væl skiljandi, men tá ið ein brennur fyri politikki, er tað ikki so lætt at geva uppat, tað liggur ikki til mín. Hóast eg havi roynt at berja meg uppaftur, má eg viðganga, at mótbrekkan er vorðin ov tung og strævin, sigur Levi Mørk.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur triðja uppstillingarfund í kvøld, og Levi Mørk ætlar sær ikki á fundin og boðar frá, at hann tekru seg av listanum.
Eg fari at prioritera mitt býráðsarbeiði fyri Javnðarflokkin og fyri Tórshavnar kommunu, sum mær dámar stak, væl og har havi eg nógv upp á hjartað. Somuleidis havi eg nu meira stundir til familjuna og børn mini, sum hava brúk fyri mær, sigur Levi Mørk, sum ynskir øllum, sum eru stilla upp til løgtingsvalið og folkatingsvalið eitt gott val.