Royndirnar telja nógv

Einasta nevndin í Tórshavnar kommunu, sum ikki er mannað við nakrari kvinnu, er Fíggjarnevndin. Tað kann tykjast nakað løgið, tá hugsað verður um meirilutan hjá teimum. Men Heðin Mortensen sigur, at hetta er nakað, sum tey øll vórðu samd um á fundinum

Fimm menn manna Fíggjarnevndina í Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen, formaður, Jógvan Arge, Leivur Hansen, Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen.
Heðin Mortensen sigur, at hetta er nakað, sum tey øll vóru samd um at gera, og dugir hann ikki at síggja nakran trupulleika í, at ongin kvinna situr í nevndini.
Hann vísir á, at kvinnurnar eru forkvinnur í fleiri av teimum stóru nevndunum, og at Fíggjarnevndararbeiðið er sera krevjandi.
? Orsakað av at tað er so krevjandi arbeiði telja royndirnar eisini nógv. Og teir, sum manna Fíggjarnevndina hava allir royndir innan hetta arbeiðið, sigur Heðin og leggur so samstundis afturat, at allir varðalimirnir eru kvinnur.
Hann sigur, at varðalimirnir verða ofta nýttir í Fíggjarnevndini, serliga tá serlig mál eru á skránni, og onkur er burturstaddur. Tá verður eykalimur beinanvegin tikin inn, og tí ivast hann ikki í, at kvinnurnar nokk verða at síggja í Fíggjarnevndini til tíðir.
Fíggjarnevndin hevur ikki skipað seg endaliga enn, men Heðin sigur, at allar nevndirnar fara á fund í komandi viku at skipa seg við formanni og varaformanni og at áseta fundardagarnar í hesum árinum.