Í nógva vindinum í gjár vann Janus Norðberg enn einaferð klubbmeistaraheitið hjá Tórshavnar Golfklubba. Og Óluva Lómstein vann meistaraheitið sum besti kvinnuligi golfspælari í landinum.
Kappingin er at javnmeta við eina føroyameistarakapping, og var á Glyvursnesi leygar- og sunnudagin.
Veðrið var av tí besta leygardagin, eitt lítið lot av útnyrðingi. Tá leygardagurin var farin afturum og kappingin komin í helvt, var Óskar Eiriksson á odda, Terje Michelsen á einum 2. plássi, meðan seniorarnir Eyðun av Reyni og Janus Norðberg vóru á einum deildum 3. plássi.
Sunnudagin var nógvur vindur. Hetta sást eisini aftur á skorunum, sum lógu væl hægri enn leygardagin. Trupult var at spæla, men tá avtornaði vóru tað Janus Norðberg við 173 sløgum samanlagt, Ragnar Isaksen við 174 og Óskar Eiriksson við 179, sum blivu ávikavist nr 1,2 og 3.
Janus Norðberg segði aftaná, at veðrið hevði darvað spælinum rættiliga nógv.
- Men eg gjørdi sum royndi golffelagin, Eyðun av Reyni, plagar at siga: - Keep it low. Tað vil siga, at um bólturin verður sligin ov høgt er tað vindurin, sum avger hvar hann fer.
- Tí er alneyðugt at skjóta bóltin lágt og líkasum gjøgnumbora vindin. Tað royndi eg at minnast til allan dagin og tað eydnaðist", sigur ein fegin Janus, sum á triðja sinni gerst meistari.
Í einari tættari finalurundu hjá kvinnunum, bleiv tað Óluva Lómstein, sum vann á Finngerð Hansdóttir. Tær brúktu ávikavist 224 og 249 sløg.
(Mynd: Janus Norðberg (vinstrumegin) vann kappingina, meðan Óskar Eiriksson (høgrumegin) gjørdist nummar 3)