Ein stutt heilsan til Sæborg og Sjóborg saman við eitt sindur av hugarensli

Eitt og hvørt samfelag hevur tørv á vinnulívsfólki við hugflogi, dirvi, dugnaskapi og ikki minst áliti á sær sjálvum. Hettar hevur myndað hesar mennirnar aftan fyri Supply Service í Leirvík. Størstu skipaíløgur í Føroya søgu, har rættiliga er brotið upp úr nýggjum.

Sagt var um Napoléon Bonaparte, at tað fyrsta hann spurdi um, tá hann setti generalar var, um teir vóru »heldigir«. Hann hevur sjálvandi vitað av royndum, at eydna her í lívinum sjáldan kemur av sær sjálvum. Soleiðis er eisini í vinnulívinum. Sagt verður oftani, at tíðin og eitt ávíst held skal til, tá ein ger íløgur í framtíðina. Men eingin ivi er í, at »heldið« verður væl størri við góðum fyrireikingararbeiði og nærlagni. Og tað hava hesir menn gjørt við hesu skipaíløguni.
Við góðum hegni hava teir bygt/keypt og selt skip o. a. hesi seinastu árini, soleiðis at hesar, í føroyskum høpi, kolosalu íløgur kundu verða gjørligar. Samstundis hava skip teirra fiskað væl. Hans Pauli hjá Mortani plagdi at siga nakað soleiðis: »Pengar vóru sum tøð. Teir gjørdu onga verðins nyttu í rúgvu. Teir skuldu breiðast út«. Soleiðis hevur hugbururin verið hjá hesum monnum. Til stóra gagns fyri land og fólk. Tann tíðin var eisini, har teir, sum teir flestu aðrir, høvdu tað øgiliga turbolent. Tað breyt í bæði borð. Men til alla lukku kláraðu teir skerini.
Eitt sum serliga verður lagt til merkis er, at øll skipini verða mannaði við føroyingum. 24 vælløntir menn við hvørjum skipi. Hettar vísir í verki teirra tjóðskaparliga og sosiala als til Føroyaland og fólk. Takk fyri tað. Rættir vinnulívsmenn.
Hervið vil eg ynskja tykkum tillukku við skipunum og góðan byrð.
Guð signi manning, skip og reiðarí.
Vesturgrønland tann 22. september