2.bestimaður. John hevði hana í tvey ár. Tað gekk gott og vit fingu nógva sild. So var eg í Íslandi um várarnar, og í 1965 var eg við ”Havfarinum” í sild. Bernhard Hansen í Fuglafirði var skipari, men tá [...] vit at egna í landi, í Prestfjósinum. Seinni var frystaríið gjørt inni í Víkum í tí gamla íshúsinum. So gjørdu teir egningarskúr har inni , millum handilin og frystaríið. Tá fóru vit at egna í Víkum og seta [...] fingu ein sekk í part, og hoyggið var bara til jótur. Teir vóru í góðum standi, tá teir fóru út um várið. Tá høvdu vit ikki nógv pláss til seyð. Vit høvdu bert pláss til ein seyð í kjallaranum í Tarti. Tríggir
róðu til hansara at vita hvørjir teir vóru. Teir vóru Eiðis Johannes í Fuglafirði og Jóan Petur hjá Pæturi í Skálavík. Pætur var í gummiklæðum. Hetta var sera forkunnugt. Men hann var heimkomin úr Canada [...] var skjótt, at báturin fyltist. Men móti endanum var minni í, og vit tóku endan á garninum við sildini í inn í bátin. Tá var nóg so mikið í bátinum. Men tað var gott veður, tí spældi alt væl av. Tá ið [...] føldi á mær, at tað var nakað sum bant okkum saman í samhuga. (Her kann skoytast uppí, at Jóannes var eisini yrkjari). Eg sigi við Oliver: “Vakurt útsýni í hesum vælsignaða veðri”.” Ja”, sigur hann, “vit
BA (Bachelor of Arts) lidnan í vár, fara at taka tey seinastu fakini í heyst. Á Føroyamálsdeildini halda tey umleið 15, sum fóru undir grundnám í føroyskum í fjør, fram í eitt ár afturat og taka exam.art [...] enn teir nýggju: teir sum byrjaðu í fjør fara undir seinna árið í støðisútbúgvingini í stødd-alisfrøði og uppaftur aðrir studentar fara undir seinasta árið í BS-náminum í lívfrøði. Lestur er arbeiði Tey [...] adjunktur í føroyskari søgu, og Ólavur Christiansen, cand. polit. et soc., er settur í eitt starv í búskaparfrøði í eitt ár. Harafturat eru tveir vísindamenn afturkomnir úr farloyvi. Tað eru Jóan Pauli Joensen
hann fekk stóran snudd í andlitið, økti í síðsta álopinum fyri hálvleik. Í 2. hálvleiki varð Gullok skiftur út, og í Gøtu skemta teir sær við, at tað var tá venjarin hjá teimum, Jóannes Mikkelsen, setti seg [...] á veg aftur í næstbestu deildina, og um gongdin verður, sum hon hevur verið fyrsta triðingin av kappingini, og tað vil fyrst og fremst siga, um spælararnir í B36 megna at halda dampinum uppi, samstundis [...] hann plagdi at vísa í yngru deildunum, framvegis er har. Tað kundi hent, at okkurt annað felag fekk eyguni upp fyri hesum! GÍ-TB 3-2 (0-2) Størsta sensatiónin í hesum umfarinum lurdi í Sarpigerði. Tvey kend
høvundum og yrkjarum, hvussu teir í sínum bókmentum hava lýst trúnna uppá, týdningin av og respektina fyri Skaparanum og teimum kristnu mentanarvirðunum! Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík er ein. Hann yrkti m [...] gongdina í hesum máli – hesum, at kirkjan ikki hevur verið eftirspurd og ikki hevur verið við í prosessini, men nú móti endanum av viðgerðini verður drigin inn í málið og í veruleikanum er komin í neyð og [...] eina mentanarkollvelting og eitt siðaskifti í Føroyum, ið gongur beint ímóti tí kristnu siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á. Gongdin í málinum Nú í apríl var eitt ár farið, síðan løgtingið
árini, og hann stovnaði í november í 1982 saman við øðrum, ið høvdu verið uppií, Smyril Line. Í juni í 1983 varð umbygda Gustav Wasa, sum nú hevði fingið navnið Norrøna, sett í sigling millum Føroyar, [...] sæð upp á tað í tí ljósinum, so hevur fyrsti Smyril Line stjórin verið drúgvur. Jóannes á Váli er framvegis stjóri í Smyril Line, og sum tað skilst skal gamli stjórin vera ráðgevi í felagnum í tvey ár, áðrenn [...] annars var kend. Sovornar royndir eiga øll í vinnulívinum. Í framúr góðu Hugbirtingum sínum tekur Petur Háberg, sáli, soleiðis til í umrøðuni av Ólavi av Heygum í Vestmanna, sum var oddviti, tá ið telefonin
heima hjá sær sjálvum í Elduvík til fyrst í ár. Nú er hann komin á ellis- og røktarheimið í Runavík, har hann trívist væl. Alfred: Katolikkar í Elduvík Fyrstu ferð Elduvík er nevnd er í Hundabrævinum frá um [...] hava verið virknir í Elduvík og eru fleiri minni um hetta í bygdini. Elias Karl í Oyndarfirði fortaldi mær, at ein katolikkaprestur búði i Elduvík. Hann segði eisini, at ein búði í Oyndarfirði. Mus æt [...] sum hevur verið. Kirkja kom í Elduvík í 1951. Áðrenn tað var kirkjugongd í skúlanum, sum hevði torn tá og klokku eisini. Prestur kom so viðhvørt. Kirkjugarðurin kom í 1924. Abbi mín, Antines, var tann
búgva í Gøtu, og hann gjørdist eisini limur í kommunustýrinum. Tá ið Jóan David, beiggi Tummas, bygdi úti á Fløtum í Norðragøtu, stóð Tummas fyri byggingini. Hann hevði nevniliga lært at smíða í Mikladali [...] lýsa hvalaveiðuni í Suður Georgia. Nakrar av teimum eru við í hesi greinini. Tummas var, sum tað ikki er ókent í ættini, sera fittur í hondunum. Hann kom seinni at hava eina smiðju í Grønuskriðu á Skipanesi [...] riggaði væl. Í 1909 flytir Tummas yvir aftur á Skipanes, og hann fer at arbeiða í smiðjuni á bedingini á Skála. Tá var eingin vegur, men tað lá væl fyri at fara um fjørðin í báti. Til Suður Georgia Í 1913 tekur
Kristian í Svínoy spældi í orkestrinum í Frelsunnarherinum. Tað hevði eg eisini gjørt, so vit kendust væl. Vit vóru eisini javngamlir, 20 ára gamlir. Eg fór umborð at heilsa uppá hann. Lorvíks Jóannes, sum [...] trimum monnum. Tað lógu 35 skip í Aberdeen og bíðaðu. Skipini tordu ikki út aftur úr Aberdeen. Skipini vistu ikki, hvat tey skuldu gera vegna hendan vandan. Hetta var í apríl í 1941. Tá orðnaðu bretarnir, [...] heim fóru vit inn í Hetlandi. Her lastaðu vit salttunnur. Tað vóru fleiri av hesum tunnum, sum vórðu tømdar og tollskyldug vøra var koyrd í. Saltið skuldi til Íslands. Tollararnir í Reykjavík høvdu hug
hennara Petur Kristjánsson kom av Reyðafirði og mamman Jónina Sigurðadóttir kom úr Einarsstaðasókn í S-Tingeyjasýslu. Tey blivu gift 3. mai 1896, og í 1901 eru tey í Hvammsgerði í Vopnafirði. Petur, pápi [...] inn. Hann lá heima í nakrar dagar, fór á sjúkrahúsið í Havn, men doyr av bruna í búkhindini longu í 1935. Ingimund Ingimundur Jóhann Pétursson (1901-1969) fór aftur til Reykjavíkar í 1947. Har fann hann [...] ligið í einari sildatunnu í forlastini, og ein sjóstivli, sum hevði ligið í lugarinum, og ringar av kabyssini funnu teir millum fiskin og saltið í afturlastini. Maðurin, ið hevði staðið til útkikk í ka