Lestur er arbeiði

- Tey, sum hava skrivað seg inn til lestur á Fróðskaparsetrinum hava fingið sær eitt fulltíðararbeiði sum universitetslesandi. Studentarnir hava úr at gera tey næstu árini at lesa tað, sum er skrivað um fakið; og at læra seg arbeiðsmátarnar hjá fakinum, segði Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við, at lestrarárið byrjaði í farnu viku

Tann fyrsta september fóru nýggir studentar undir at lesa á Fróðskaparsetrinum. 12 eru farin undir at lesa lívfrøðiliga støðisútbúgving á Náttúruvísindadeildini, og 27 eru tikin upp til nýggj søgu- og samfelagsfrøðilig serskeið á Søgu- og samfelagsdeildini. Tey søgulesandi, sum av ymsum ávum ikki fingu gjørt lesturin til BA (Bachelor of Arts) lidnan í vár, fara at taka tey seinastu fakini í heyst. Á Føroyamálsdeildini halda tey umleið 15, sum fóru undir grundnám í føroyskum í fjør, fram í eitt ár afturat og taka exam.art. næsta vár. Á Náttúruvís-indadeildini eru eisini aðrir studentar enn teir nýggju: teir sum byrjaðu í fjør fara undir seinna árið í støðisútbúgvingini í stødd-alisfrøði og uppaftur aðrir studentar fara undir seinasta árið í BS-náminum í lívfrøði.


Lestur er arbeiði

Tey, sum hava skrivað seg inn til lestur á Fróðskaparsetrinum hava fingið sær eitt fulltíðararbeiði sum universitetslesandi. Undirvísingin á universitetum er øðrvísi enn undirvísingin í skúlum, av tí at hon byggir á gransking, lærararnir granska í teimum evnum, sum teir undirvísa í. Lesturin er lagdur til rættis við tí í huga, at studentarnir skulu ogna sær vitan og kunnleika á hægsta stigi um tað evnið, teir hava valt: mál og bókmentir, søgu og samfelagsviðurskifti ella náttúru Føroya sett í norðurlendskt og altjóða perspektiv. Tað merkir, at studentarnir hava úr at gera tey næstu árini at lesa tað, sum er skrivað um fakið; og at læra seg arbeiðsmátarnar hjá fakinum.

Lestrarárið á Fróðskaparsetrinum er í tveimum, fyrra lestrarhálva er frá september til jóla og seinna lestrarhálva gongur frá endanum á januar til mai. Studentarnir fara til próvtøkur í desember-januar og í mai-juni.

Undirvísingin á setrinum fer fram frá tíðliga á morgni og út á seinnapartin. Serskeiðini í søgu og samfelagsevnum eru tó seinni seinnapartin av tí at hølisviðurskiftini á setrinum eru soleiðis, at ikki nóg mikið av undirvísingarhølum eru til taks. Á Føroyamálsdeildini hava tey lesandi einar 15 tímar um vikuna, teir flestu eru fyrilestrartímar. Á Náttúruvísindadeildini er tímatalið størri, men allir eru ikki fyrilestrartímar. Søgu- og samfelagsligu serskeiðini eru fyrilestrar, og tey, sum hava teknað seg til øll, skulu hava seks fyrilestrartímar hvørja viku í heyst.


Høli

Um undirvísiningarhølini eru fá og trong nú, so verður verri næsta ár. Tá er ætlanin bæði at taka nýggjar studentar upp til grundnám í føroyskum og at hava framhaldslestur til cand.phil. í føroyskum. Søgu- og samfelagsdeildin fer næsta ár at taka nýggjar studentar upp. Og á Náttúruvísindadeildini koma væntandi nýggj BS-nám, og eins og Føroymálsdeildin ætlar Náttúruvísindadeildin at økja um upptøkuna í næstum.

Tá verður fult. Fyribils mugu vit dúva uppá tiltakið: har tað er hjartarúmd er eisini húsarúmd! Næsta ár noyðast vit ivaleyst út í býin at hava tímar. Samstundis stremba vit eftir at finna eina varandi og góða loysn, sum kann savna virksemið á setrinum á einum stað.


Vísindastarvsfólk

Tað eru ikki bara nýggir studentar, sum byrja lestrarár í hesum døgum. Setrið hevur fingið fleiri nýggj vísindastarvsfólk og onnur starvsfólk. Ruth Johansen, sum var skrivari á Søgu- og samfelagsdeildini er flutt á setursskrivstovuna, og skrivarin á Náttúrvísindadeildini, Laila Egholm, er flutt oman á Søgu- og samfelagsdeildina. Randi Durhuus er nýggj, hon er avloysari fyri skrivaran á Náttúrvísindadeildini í eitt ár.

Náttúruvísindadeildin hevur fingið nýtt vísindastarvfólk. Tað er Knud Simonsen, dr.scient. í havfrøði.

Á Søgu- og samfelagsdeildini er Elin Súsanna Jacobsen, ph.d., sett sum adjunktur í føroyskari søgu, og Ólavur Christiansen, cand. polit. et soc., er settur í eitt starv í búskaparfrøði í eitt ár.

Harafturat eru tveir vísindamenn afturkomnir úr farloyvi. Tað eru Jóan Pauli Joensen, professari á Søgu- og samfelagsdeildini, og Petur Zachariassen, lektari á Náttúrvísindadeildini - hann hevur í ár verið í starvi á setrinum í 25 ár.

Tað er heldur ikki bert starvsfólk í umsitingini, sum skifta um arbeiðspláss. Søgu- og samfelagsdeildin fær ein gestaprofessara í heyst. Tað er Jógvan Mørkøre, adjunktur, sum hevur skift um arbeiðsstað við Barry Bartman, professara á universitetinum Prins Edward Island í New Foundlandi. Barry Bartman er ikki ókendur í Føroyum. Hann helt fyrilestur um smátjóðir í heiminum á ráðstevnuni um smátjóðir í vár. Barry Bartman hevur tikið lut í arbeiðinum við landsstýrisálitinum Hvítabók, har kapittulin ?Smátjóðir sum fullveldi? byggir á grein hjá honum. Jóan Pauli Joensen og Barry Bartman stíla fyri serskeiðunum á Søgu- og samfelagsdeildini í heyst.


Undirvísing, gransking og umsiting

Vísindaliga starvsliðið á setrinum, lærararnir, hava skyldu til at fyrireika og hava undirvísing. Harumframt skulu teir granska og vera uppi í umsitingini á setrinum - teir eru við til at stýra setrinum og stíla fyri umsitingini.

Granskingin umfatar innsavning av granskingartilfari og sjálva kanningina av tí. Harafturat má granskingin verða almannakunngjørd á onkran hátt. Granskarin má skriva um arbeiðið. Tað kann føra til minni avrik sum greinir, og har kunnu koma bøkur og umfatandi ritgerðir burturúr. Sjey lærarar á setrinum hava skrivað doktararitgerð (antin tær donsku lic.phil., ph.d. og dr. phil. ella tær norsku dr.art. og dr.scient). Ein hevur lokið ph.d. á setrinum, og í løtuni eru tríggir ph.d.-studentar innskrivaðir á setrinum.

Vísindaliga stigið á setrinum er á henda hátt á hædd við stigið á universitetunum í grannalondum okkara.


Akademi og universitet

Setrið var í 1965 stovnað sum eitt akademi og søgan hjá akademi?um gongur aftur í forna Grikkaland. Har var eitt akademi ein felagsskapur í Athen, sum Platon grundaði umleið 385 f.Kr. Orðið sipar til ta lundina uttan fyri Athen, har akademiið var. Hildið verður at formiliga vóru akademi felagsskapir við átrúnaðarligum dámi, og at tey savnaðust fyri at dyrka musurnar. Í miðøldini tóku akademiini sær av evnum ella frøðigreinum, sum universitetini ikki kundu hýsa. Seinni vóru akademi samtak av arbeiðandi granskarum.

Fróðskaparsetrið var fyrstu mongu árini eitt akademi, sum tók sær av frøðigreinum, sum hini universitetini í ríkinum ikki høvdu á skránni. Landið fíggjaði frá fyrstan tíð setrið, og í akademitíðini, 1965-87, stílaði eitt stýri fyri virkseminum. Tað var mannað við uttansetursfólki: rektarin á studentaskúlanum, landsbókavørðurin og tríggir limir í Fróðskaparfelagnum. Fróðskaparfelag var tað, sum legði lunnar undir setrið - gjørdi lobby-arbeiðið upp gjøgnum 1950- og 60?ini.

Í Evropa komu universitetini í miðøld, tað elsta sigst vera tað í Salerno í Suðuritalia. ?Universitet? kemur av latínska orðinum ?universitas?, sum merkir heild - og sum er avleitt av ?universus?, í merkingini altumfatandi. Eitt universitet er tískil ein heild, og henda heildin umfatar gransking og undirvísing, lærarar (magister) og studentar (schola); á latíni eitur tað ?universitas magistrorum et scholarium?. Universitetini vóru rættiliga sjálvstøðugar heildir, eins og restin av virkseminum í samfelagnum var skipað í feløg, sum á donskum kallast ?laug?, á enskum ?guild?. Umframt snikkarafelagið, skómakarafelagið og kannustoyparafelagið var altso universitetið, sum var lestrar- og granskingarfelagið í býnum. Strangar reglur vóru fyri hvør kundi gerast limur, og eingin annar mátti gera skómakaraarbeiði uttan limirnir í skómakarafelagnum.

Modernaða universitetið stavar úr Týsklandi, har Wilhelm von Humboldt (1767-1835) endurskipaði universitetið í Berlin í 1810. Høvuðshugsanin hjá Humboldt var, at universitet skulu vera pláss har friður er til kompromisleysa leitan eftir sannleika! Frí gransking og frí studiir eru høvuðsendamálið. Avbyrgingin frá samfelagnum skuldi tryggja granskingini móti mótarákum og løtuvinningarhugsan. Wilhelm von Humboldt vildi vera við, at lyndi og skil hjá mentaða borgaranum verður skapað gjøgnum vísindini. Hóast hesin hugsanarháttur í summum lutum er avoldaður, so er kortini mangt, sum hevur hildið sær. Rannsóknarfrælsi, at gransking og undirvísing eru eitt, at samband er millum øll vísindi og at universitetini eru sjálvstýrandi, eru sjónarmið, sum enn eru fyrimyndir hjá universitetunum í okkara parti av heiminum.


Stýrislagið á Setrinum

Slíkar fyrimyndir búðu undir, tá ið Fróðskaparsetrið gjørdist universitet í 1987.

Lesturin og granskingin á setrinum fara fram á megindeildum og megindeildirnar eru Føroyamálsdeildin, Náttúrvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin. Hvør megindeildin hevur eitt ráð við seks limum: 3 fastir lærarar, 2 studentar og 1 starvsfólk. Megindeildarráðið skal leggja undirvísingina á deildini til rættis, tað ger uppskot til fíggjarætlan, og megindeildarformaðurin hevur ábyrgdina av at fíggjarjáttanin verður hildin. Megindeildarráðið hevur fund eina ferð um mánaðin, har tað tekur støðu til mál og ger tilmæli til setursráðið um t.d. starvssetanir, starvsloysnir, farloyvi, góðskriving av lestri á øðrum universitetum. Yvirskipaða stýrið á setrinum kallast setursráðið, sum eisini hevur fund eina ferð um mánaðin. Setursráðið er ovasti myndugleikin á setrinum og er mannað við rektaranum og formonnunum í megindeildarráðunum. Setursráðið ger uppskot til løgtingsins fíggjarlóg og býtir fíggjarjáttanina millum deildirnar. Við rektaranum á odda tekur setursráðið avgerð í málum sum viðvíkja øllum setrinum og í málum, sum hava verið til ummælis á deildunum. Allir limir í ráðunum verða valdir og val er triðja hvørt ár.

Humboldt helt, at vísindini skapa tilvitskuna hjá borgarunum - í dag noyðast vit ivaleyst at sanna, at fleiri eru um ta uppgávuna. Men vísindini og við teimum universitetini hava kortini týðandi uppgávur í samfelagnum, sum Fróðskaparsetrið ger sítt ítasta fyri at røkja.

Fleiri upplýsingar um setrið og námini eru at finna á internetinum: www.sleipnir.fo/setur.

Harafturat verður stílað fyri einum opið hús-tiltaki seinast í hesum mánaði. Fróðskaparsetrið letur dyrnar upp fyri almenninginum og hevur fyrilestrar og framsýningar á skránni frá 29. september til 2. oktober.


Malan Marnersdóttir