Alfred Haraldsen: Misti pápan í bátavanlukkuni í Elduvík í 1919

Vit hava hitt Alfred Haraldsen úr Elduvík. Hann er 96 ára gamal og hevur búð í Elduvík mest sum alt lívið. Í hesi og komandi tvær Miðvikurnar kemur Alfred at greiða frá Elduvík og sínum lívi

1.partur

Alfred er ein søgufróður maður og dugir væl at greiða frá. Hann hevur eisini roynt eitt sindur av hvørjum. Alfred hevur búð heima hjá sær sjálvum í Elduvík til fyrst í ár. Nú er hann komin á ellis- og røktarheimið í Runavík, har hann trívist væl.

Alfred: Katolikkar í Elduvík
Fyrstu ferð Elduvík er nevnd er í Hundabrævinum frá um 1350. Ann­ars sigst, at katolikkar hava verið virknir í Elduvík og eru fleiri minni um hetta í bygdini. Elias Karl í Oyndarfirði fortaldi mær, at ein katolikkaprestur búði i Eldu­vík. Hann segði eisini, at ein búði í Oyndarfirði. Mus æt hann. Músa­steinur er eitt minni um hann.
Har, sum kirkjan í Elduvík stend­ur nú, var ein grótgrund oman­fyri. Hetta var hildið at hava verið bønhús hjá katolikkum. Onn­ur minni um hesa tíðina er Kristini­steinur, og fram við ánni er Knæ­fallasandur. Navnið sigur, at hetta hevur verið ein biðistaður.
Kyrjasteinur stendur heim ímóti Oyndarfirði omanfyri bøin, hetta navnið vísir eisini til kirkju, sum hev­ur verið.
Kirkja kom í Elduvík í 1951. Áðr­enn tað var kirkjugongd í skúlanum, sum hevði torn tá og klokku eisini. Prestur kom so viðhvørt. Kirkju­garðurin kom í 1924. Abbi mín, Antines, var tann fyrsti, sum varð grivin í kirkjugarðinum. Áðrenn tað vóru líkini grivin í Oyndarfirði. Tey vórðu vanliga borin gjøgnum líðina, um tað ikki var farandi við báti. Hetta var ein strævin gongd.

Betri samband við Elduvík fyrr enn nú
Tað mundu búgva eini 100 fólk her, tá ið eg var smádrongur. Her er sanniliga nógv broytt. Síðst eg frætti vóru seks fólk í bygdini. Til fyri kortum vóru vónir fyri, at Elduvík fór at yvirliva við barna­familjum, sum vóru. Men tær eru fluttar av bygdini aftur.
Tá mundu vera eini 20 børn í skúl­­­anum. Lærari var Johanna Joen­­­sen, hon var úr Garðshorni í Oyndar­firði. Seinni vóru fleiri lærarar, tað var ofta skift. Ein var Sjúrður Joensen frá Gjógv, beiggi Sigurð, kenda sakføraran. Hjá okk­­­um var ferðalærari, sum var tvær vikur í Elduvík og eina viku í Funn­­ingsfirði. Tað var ikki so langt at ganga, men lærarinnan gisti í Funn­­ings­firði ta vikuna, hon var lærari har. Tað var eingin vegur mill­­­um bygdirnar tá. Vit plagdu at føra lærarinnuna við báti inn í Funn­ingsfjørð.
Sambandið til Elduvíkar kundi tá vera Smiril ella Pride, sum komu higar mikudag, týsdag og fríggja­dag. Tað var í veruleikanum betri sam­band tá enn í dag, nú einki regluligt samband er til Elduvíkar.

Misti pápan 2 ára gamal
Eg eri føddur 10. oktober 1916. Longu tvey ára gamal misti eg pápan. Í 1919 hendi ein stór vanlukka fyri bygdina. Teir vóru farnir til út­róðrar 8. februar, og tað var gott veður. Báturin var upprunaliga nevnd­ur Flid, men bleiv kallaður Ognar­báturin, tí frá byrjan av vóru átta eigarar.
Eg havi fyri kortum hoyrt, at teir sóu eitt ljós yvir neystini, áðr­enn teir fóru, og kann hetta hava verið eitt varsil. Tá teir komu aft­ur av útróðri og komu inn um Funn­ingsmúlan, kom ein trolari framvið teir. Teir veittraðu eftir honum at fáa sleip, og tann beinan vildi trolarin geva teimum.
Eg havi hoyrt, at skiparin bað menninar koma uppá dekkið, með­an báturin varð sleipaður. Men tað vildu teir ikki.
Jógvan, eldri fosturbeiggi mín, sat uppi á loftinum og sá tilburðin. Hann hevur greitt soleiðis frá:
“Hetta var eitt leygarkvøld, eg sá tá trolaran kom undan við bátinum uppá sleip, og eg skundaði mær at siga mostir, mammu Alfred, frá. Tá vit komu aftur til vindeygað, lá trolarin bara og mól runt. Vit vistu einki, men ein kona á Dunganum kom inn og bað mostur koma, tí onkur hevði fingið skaða. Hon skuldi taka okkum báðar við. Tá vit komu inn, og hon spurdi, hvør var sjúk­ur, fingu vit at vita, hvussu vorð­ið var.”
Har fóru seks mans í góðum árum, og tað merktist í vanlukku mát í eini so lítlari bygd.
Dimmalætting skrivaði 12.2 1919 um henda tilburðin:
“Ognarbáturin hevði verið á Norð­havinum og var á veg inn aftur. Tað var nógvur vindur av útsynningi suðri, so teir royndu at koma sær inn. Tá teir komu út fyri Gjáar bygd, møttu teir tveim­um bretskum trolarum, ið vóru á veg inn til Fuglafjarðar. Báts­menninir bóðu um hjálp og trol­arin Mollyhawk fór til teir og blak­aðu teimum ein trossa, sum teir smoygdu um framstavnin og inn undir fremsta toftubekk, og ein maður helt um endan. Tveir mans har frammi syrgdu fyri at halda bátin passaliga langt frá trol­aran­um. Men tá trolarin við bátin­um uppá sleip var komin inn á Funn­ings­fjørð, gleið trossin av fram­stavn­inum, so báturin legðist tvørs av aldunum, fyltist við sjógv og kopp­aði.”
Tveir menn bjargaðust. Teir vóru 24 ára gamli Sivert Frederik Høgne­sen, Sjúrður á Mýrini kallaður, og pápabeiggi, Jóhan Haraldsen, á Dunganum, sum var 37 ár.
Hinir seks, sum druknaðu, vóru:
Brøðurnir Hans Hendrik, 32 ár, og Jóan Henrik Høgnesen, 28 ár, á Mýruni, annar teirra var trú­lov­að­ur.
Brøðurnir Johannes, 34 ár, og Marius Garðshorn, 29 ár, á Brúgv.
Poul Johannes Poulsen 55 ár, giftur við Siggu úr Fuglafirði og
Sofus Haraldsen, 35 ár, pápi mín.
Tann 6. november 1994 var ein minnispláta fyri hesar menn av­dúkað í kirkjuni í Elduvík.
Á skránni fyri hetta minn­ingar­hald var hetta versið prentað:

Róðu teir sólarkós
Undir vakandi himli
Sangur og áralag
Enn tey í lotinum reka
Lýsir nú eftir í slóð
Har garpar í kærleiksyrki
Løgdu forløg og lív í Harrans hond.

Søgan hjá Jógvani
Eg var einsamalt barn, og eg var hálvt triðja ár tá. Eg minnist tískil ikki pápa mín ella vanlukkuna. Jógvan, fosturbeiggin, var komin til Elduvíkar úr Haldórsvík tvey ára gamal, tí mamma hansara, Maria, sum var mostur mín, livdi ikki væl. Jógvan var føddur í 1910 og var seks ár eldri enn eg.
Jógvan mintist heimanífrá, at hann og 3 ára gamli beiggin sótu á gólvinum og spældu, tá ið beiggin, Jóan Petur, fekk krampa. Hann var borin út á trappuna, men kláraði tað ikki. Mamman var komin at eiga, og hon átti eina dóttur, ið varð kallað Johanna Petrina eftir beiggjanum, men hon doyði ein mánað gomul. Seinni fekk mostir eina dóttur afturat, sum eisini doyði.
Hesar umstøður gjørdu, at Jógvan fór til mammu, sum einki barn átti tá. Jógvan átti tvey onnur systkin, sum komu til.
Eg og Jógvan vuksu upp sum brøð­ur. Hann lærdi til maskin­meistara í Havn. So fór hann niður á motorfabrikkina Tuxham. Har var hann nøkur ár. Hann bleiv for­lovaður niðri, gentan æt Gerda. Tey fingu tvær gentur og ein drong. Eg var niðri á bóndagarði tá, og eg var gubbi teirri eldru gentuni.
Jógvan var mest sum forlovaður við dóttur lærarinnuna Elspu, tá ið hann fór niður. Tá ið kona Jógvan doyði, flutti hann upp aftur til Føroya. Tá hevði Elspa eisini mist mannin. Tey funnu so saman aftur og búði fleiri ár í Elduvík. Jógvan kom eisini her á ellisheimið, og hann gjørdist 100 ár. Tey eru so bæði deyð nú.

Lítil hjálp til einkjur
Mamma mín, Andrea 1886-1934, var av Breyt í Oyndarfirði. Omma var úr Leirvík, kallað Lorvíks Elsa. Hetta var slektin hjá Jákup Fr. Øregaard, kenda politikaran.
Tá var ikki stórvegis trygging ella hjálp til einkjur. Tí mátti ar­beið­ast lønarbeiði fyri at fáa húsið undan. Hetta var fyrst og fremst at vaska fisk um summ­ar­ið. Tað var fiskaarbeiði i Elduvík, men mamma arbeiddi eisini nógv fisk í Oyndarfirði hjá handlinum í Víkunum. Eg var ofta við henni og kom tí at kenna allar oynd­firð­ingar.
Tað var bara ein háttur at koma hagar, og tað var til gongu. Tað var ein tími at ganga hvønn vegin.
Hetta kundi vera vandamikið, og tað eru hendar vanlukkur. Ein var, tá ið tveir funningsmenn komu úr Funningi. Tá gekk gøtan niðri á bakkanum. Teir vóru í gummiskóm. Annar læt seg úr gummiskónum og bað hin steðga. Hin fór eisini úr gummi­skónum, gleið útav og doyði.
Ein onnur hending var, tá ið Jacob Olvhøj bar systrina til dópin í Oyndar­firði. Tá ið hann kom heim um líðina, var gler, og hann fór á glið við barninum. Hann steðgaði aft­ur á einum ryggi. Gentan var Jana, sum giftist við Hans Ja­cob Abrahamsen í Oyndarfirði. Tey kalla staðið Janu­rygg til henda dag.

Handlar
Tá vóru heilir tríggir handlar í Eldu­vík. Ein teirra hevði abbi mín, Antines Haraldsen, sum eisini var óðalsmaður. Omma doyði á barsils-song. Seinna kona hansara, var Suffía, f. Lamhauge, var ættað úr Lamba.
Abbi keypti fisk frá útróðrar­bátunum, flakti, saltaði, vaskaði og turkaði hann. Hann hevði eisini pakkhús og fiskastykki norðanfyri pakkhúsið. Fiskarúgvan man hava roynt nakað væl, tí Tjaldrið kom javnan norður til Elduvíkar eftir fiski.
Elduvík var eitt rættiliga inni­byrgt samfelag, men hevði kortini samband við umheimin og stóru verð. Tá var eingin fiskasøla, so abbi mátti, sum mangir aðrir, finna sín egnað marknað og fiskakeyparar.
Ein sonur abba og Suffíu var Ják­up Haraldsen, sum gjørdist kendur keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Hann var tískil pápabeiggi mín.
Jákup setti sær fyri bert 22 ára gamal at seta nýtt handilsvirki á stovn í Fuglafirði. Tað sigst, at tá ið abbi førdi Jákup til Fuglafjarðar við áttamannafari, og fuglfirðingar komu oman á støð at taka ímóti hesum fremmanda báti, skuldi abbi siga við fuglfirðingarnar, sum stóðu á landi: “Her havi eg ein ungan mann við mær. Hann er so nasa­djarvur at fara at handla her í Fugla­firði. Ikki eigur hann eitt oyra í lummanum, men eg biði tykkum taka væl ímóti honum.” Væl kom í hvussu er burtur úr.
Eg kom seinni at sigla við skipum hjá Jákupi.
Klæmint Clementsen handlaði eisini. Elias Joensen hevði eisini ein lítlan handil. Seinni fór Fríðrik Blá­hamar at handla. Hann leigaði húsini hjá Johan, pápabeiggja, til handil. Fríðrik giftist til Vest­manna, har hann gjørdist ein kendur skipari. Eisini gjørdist hann løg­tingsmaður, og tað var hann, sum á fyrsta sinni kom við upp­skoti um at gera 1. november til minningardag teirra sjólátnu.
Handlarnir góvu nokk so fitt av arbeiði í bygdini. Tað vóru tríggir bátar, sum róðu út, og hetta kundi geva væl av fiski.
Eg bleiv konfirmeraður í Funn­ingi. Vit vóru 60 konfirmantar. Prest­ur var vist Fibiger Jensen. Tá vit gingu til, búði eg hjá Jóannes í Katrinar­stovu. Lættasti máti tá at fara til Funnings var við báti.

Torv
Vit skóru torv langt úti á Dalinum omanfyri Funningsfjørð, kallaður Túgvustíggjur Tað var meira enn ein tími at ganga hvønn vegin.
Torvheiðarnir vóru heldur vátir, og tí plagdu tey at bera torvið om­an á eina hellu, har tað tornaði skjót­ari.
Fyrsta, meg minnist, bóru tey torvið har oman á eini vanligari fiska­børu. Men sjálvur gjørdi eg mær ein kassa við tveimum ørmum, sum eg festi á eitt breitt jarnhjól, so tað ikki skuldi smokka. So koyrdi eg torvið oman á helluna á tann hátt. Tað bar væl til. Tá ið burtur varð borið ráddi um at fáa tað breitt á góðan vøll.
Vit skóru á tveimum stykkjum øll árini. Avgrevsturin niður á tann svarta mógvin, sum gav tað góða torvið, mundi vera einir 12 tummar. Vanligt var at seta á at skera við síðuna av tí eyganum, sum skorið varð árið fyri. Tann, ið onga jørð átti, slapp eisini at skera torv, og eg veit einki um, at nøkur torvleiga var latin.
Tað kundi vera nokk so ótespuligt at vera í torvi. Eina ferð minnist eg, at tað var illveður, vindur og regn. Tað var ikki hugsandi at fara heim aftur uttan torvsekk á bakinum. Hesa ferðina setti eg sonin, Amaliel, uppá sekkin, tí hann orkaði ikki at ganga. Hetta gekk eisini.
Tað var ymisk pátrúgv. Eina ferð hevði Dánjal Jákup Garðshorn funnið eitt lógvareiður. Tað varð sagt, at tann sum fann eitt lógva­reið­ur, gekk ikki av árinum. Tað gjørdi hann heldur ikki. Men tað man hava verið tilvild.
Mamma var jú einsamøll. Men fólk vóru hjálpsom, og ymsir menn hjálptu mammu við torvinum.
-----------



Komandi
partur:
Í komandi parti verður m.a. greitt frá túrinum við Arizonu í 1932, tá ið teir forlistu