Jóannes Hansen
????
Seinastu tíðina hava Smyril Line og Norrøna verið eitt av mest umrøddu málunum í samfelagnum. Felagið hevur verið í kreppu, og krepputilfar er gott fjølmiðlatilfar. At málið eisini hevur verið umrøtt í hetlendsku og norsku pressuni, hevur ikki gjørt tað minni áhugavert og atkomuligt hjá føroysku pressuni at snara og venda spurningunum, um nú skipið mundi fara at verða selt, um fremmandir partaeigarar mundu fara at seta meiri í, um skipið mundi fara at skifta heimstað, og um siglingin harvið mundi fara at hava annan miðdepul enn Føroyar. Og um broytingar í felagnum mundu fara at hava við sær, at leiðslan í felagnum fór at verða skift út.
Tað er ikki undur í, at áhugin fyri Norrønu og Smyril Line er stórur. Felagið fór í 1983 við ta tíggju ára gomlu Norrønu, sum var keypt úr Svøríki, og sum nú er vorðið trúboðanarskip, undir rutuna í Norðuratlantshavinum, sum fleiri høvdu droymt um, uttan at tað nakrantíð gjørdist veruleiki. Síðstu tíðina, áðrenn skipið varð selt til Føroya, sigldi tað millum Trelleborg og Travemünde.
Smyril Line bygdi á royndirnar, sum síðani 1975 vóru gjørdar við Smyrli, ið Strandferðslan við Finnboga Ísakson og Tumm-asi Arabo á odda og ivaleyst væl stuðlað av Atla P. Dam, løg-manni, sála, hevði keypt frá Mols felagnum í Danmark.
At føroyingar fyri tredivu árum síðani umframt til Danmarkar fingu fast sjóvegis ferðasamband til Íslands, Skotlands og Noregs var einki minni enn ein kollvelt-ing. Hesa seinastu tíðina hevur lítið verið at sæð og hoyrt um hetta. Tí verður róð aftur á aftur, nú slóðarin ikki longur verður á brúnni.
Tað var tá ið Strandferðslan fór undir uttanlandssigling, at familjan Føroyar, sum ikki so langt frammanundan hevði fing-ið bil, fyri rættuliga rímuligan kostnað fekk møguleikan at ferðast í grannalondini at halda summarfrí og hyggja seg um, og tey vóru mong, sum tóku av.
Vinnulívið nýtti serliga far-leiðina til Skotlands. Hon tóktist vera í skjótari menning, tá ið Teistin, ið var seinna Mols skipið, sum Strandferðslan hevði keypt, brádliga varð seldur. Ferðasambandið til Skotlands og Bretlands hevur síðani Teistin var seldur verið vánaligt og kostnaðarmikið. Onkur helt fyri, at avreiðingin av ferðasambandinum tann vegin kendist á sama hátt, sum tað hevði havt gjørt, um motorvegirnir suður ígjøg-num Jylland og um týska markið høvdu verið avgrivnir.
Stóra takið
Óli Hammer var skipari á Smyrli tey fyrstu árini, og hann stovnaði í november í 1982 saman við øðrum, ið høvdu verið uppií, Smyril Line. Í juni í 1983 varð umbygda Gustav Wasa, sum nú hevði fingið navnið Norrøna, sett í sigling millum Føroyar, Ísland, Hetland, Danmark og Noreg.
Fyrstu árini vóru tung. Ymsar royndir vórðu gjørdar fyri at fáa inntøkur vetrarmánaðirnar, og onkra ferðina mundi tað vera um reppið, at skipið glapp føroyingum av hondum. Men tað eydnaðist at varðveita skipið og týdningarmiklu rutuna.
Í 1995 vórðu fyrstu hugsanirnar frammi um at byggja nýtt skip. Gamla Norrøna var 22 ára gomul, og nógva siglingin og økta ferðingin høvdu við sær, at tað var eyðsæð, at okkurt mátti gerast, um haldast skuldi fram við siglingini. Í 1998 varð avgerð tikin um at sigla til Hanstholm alt árið, og tá varð eisini avgerð tikin um at fara undir byggingina av nýggjum skipi.
700 milliónir fyri eitt skip ljóðaði av nógvum. Men hóast tað bara eru sjey ár síðani, so vóru tíðirnar væl øðrvísi tá, enn tær eru nú. Alivinnan tóktist eiga ljósa framtíð og roknaðist at skula syrgja fyri 20-25 prosentum av útflutninginum, og harvið vóru trailararnir nógvir at føra. Oljuprísirnir vóru so nógv lægri, enn teir eru nú, og fleiri aðrir parametrar, sum nú eru ímóti, vóru við.
10. apríl í 2003 varð Norrøna sett í sigling, og eingin føroyingur er sloppin undan tíðindunum um, at tað ikki hevur hilnast soleiðis, sum tað varð vónað. Nú tykist tað sum um, at Norrøna verður varðveitt á føroyskum hondum, og tað fegnast føroyingar um, hóast tilknýti hjá tí einstaka ikki kennist eins tætt nú, sum tað gjørdi, tá ið ein stórur partur av fólkinum vóru partaeigarar og fingu avsláttur í gjaldinum fyri ferðaseðlarnar.
Persónligu royndirnar
Smyril Line hevur ikki spunnið gull av ferðunum hjá undirritaða á rutunum í Norðuratlantshavinum. Í sjeyti árunum varð ein ferð gjørd til Íslands við Smyrli, og í 1976 varð ein minnilig ferð gjørd til Skotlands saman við tveimum ungdómsvinum í Klaksvík. Annar teirra hevur í nógv ár verið maskinstjóri umborð á Norrønu. Tá ið vit hittast, verður ikki so sjáldan minst aftur á ferðina, tá ið tað, eftir at vit høvdu koyrt suður ígjøgnum Skotland og vestur á Liverpool leiðina - stakst upp á okkum at fara við ferjuni til Norðurírlands. Vit endaðu í miðbýnum í Belfast, har bretska herliðið spurdi, um vit vóru rættsiktaðir og bað okkum sum skjótast sleppa okkum burtur úr spentu støðuni í norðurírska høvuðsstaðnum og suður um markið til Írlands!
Miðskeiðis í níti árunum var farleiðin til Aberdeen hent at flyta aftur og fram við. Tað segðist, at Smyril hevði so stóran týdning fyri okkurt felag í Aberdeen, at tað hvarv úr býnum, tá ið Strandferðslan gavst at sigla tann vegin.
Á ferð til Danmarkar við Norrønu fyrrapartin av níti árunum kendist tað trongligt, og tískil kom hugsanin um nýtt og betri skip ikki púra óvart, tá ið hon gjørdist almenn.
Tá ið børnini eru vorðin vaksin, broytist ferðingarmynstrið. Í fjør fóru vit bæði við stásiligu Norrønu til Noregs. Ætlanin var at koyra úr Bergen og til Keypmannahavnar og haðani og norður til Stokholm og so umvegis Oslo og aftur til Bergen. Tey eru ivaleyst fleiri, sum halda seg kenna lítið til Noreg og uppaftur minni til Svøríki. Koyritúrurin var framúr vakur, og ikki minst svenski høvuðsstaðurin var sonn perla at vitja.
Tey eru mong, sum á sovornum ferðum búgva á tjaldpláss-um ella í smáttum, og alt gott um tað. Hjá teimum, sum ynskja uppaftur betri komfort, ber til at velja gistingarhús. Á sumri, tá ið handilslívið heldur frí, eru prísirnir ikki so galnir. Serliga um bílagt verður í góðari tíð og yvir internetið. Fyrstu ferðirnar kennist tað sum spennandi avbjóðing at bíleggja á henda hátt.
Túrurin eydnaðist framúr væl, og hervið verður honum veitt besta skoðsmál.
Skiftistíðin
At Smyril Line og Norrøna og slóðbrótandi rutan hava havt alstóran týdning fyri Føroyar er eingin ivi um. Í Google leitiskipanini verður víst til umleið 57.600 sambond, tá ið spurt verður eftir Smyril Line, og talan er um so ymisk mál sum japanskt, russiskt, spanskt, franskt, italskt, týskt, eingilskt, norðurlendsku málini og ivaleyst fleiri onnur eisini.
Fyri nøkrum árum síðani møtti eg ein vanligan føroyskan summardag við Løkin á Viðar-eiði fremmandum ferðafólkum. Maður og kona, farin um miðjan aldur, vóru har í bili. Tey vóru ættað suðuri úr Europa, og tey vóru á veg til Íslands. Ferðasambandið var soleiðis, at tað var neyðugt at bíða her í tveir dagar. Tey høvdu staðið og hugt vestur á Múlan, Nakkin og Kallin og eystur á Eystfellið. Í prátinum undraðust tey á, at tey mest sum av tilvild vóru komin til so náttúruvakurt land, sum tey ongantíð áður høvdu hoyrt um. Norrøna hevði so at siga parkerað tey her í tvey dagar, og tey søgdu seg ætla at ferðast aftur henda vegin á somu farleið. Ivaleyst eru nógvar søgur sum henda.
Nú fer Óli Hammer úr stjóra-sessinum í Smyril Line. Teir, sum hava sett í, vilja hava ávirkan á stjórnina, og tað er ikki so undarligt. Ofta er tað soleiðis, at undangongumenninir ikki gerast so gamlir í felagnum, eftir at tað er komið í trygga legu. Fyri nøkrum árum síðani visti eitt blað at siga, at í ikki fleiri enn 10 prosentum av førunum var sami stjóri í frískúlunum í Danmark fimm ár eftir, at farið varð undir skúlan, sum tann, ið upprunaliga setti sjøtul á. Um tað verður sæð upp á tað í tí ljósinum, so hevur fyrsti Smyril Line stjórin verið drúgvur.
Jóannes á Váli er framvegis stjóri í Smyril Line, og sum tað skilst skal gamli stjórin vera ráðgevi í felagnum í tvey ár, áðrenn hann leggur heilt frá sær. Harvið verður syrgt fyri, at vitanin og royndirnar higartil ikki fara fyri bakka, nú nýtt fólk skal setast í stjórnina.
Óli Hammer er ikki longur oddviti. Einki er at ivast í, at nú hann lítur aftur á lívsverkið, so kundi hann í onkrum førum hugsað sær at havt tikið aðrar avgerðir enn tær, sum vórðu tiknar, eftir at avleiðingarnar av teimum vóru vornar til veruleika og samfelagsgongdin annars var kend. Sovornar royndir eiga øll í vinnulívinum.
Í framúr góðu Hugbirtingum sínum tekur Petur Háberg, sáli, soleiðis til í umrøðuni av Ólavi av Heygum í Vestmanna, sum var oddviti, tá ið telefonin kom til Føroya, og har afturat var uppi í so mongum øðrum framtøkum:
"Onkur hevur sagt, at ein munur millum íslendingar og føroyingar er hesin: At skarar ein maður framúr fjøldini - veri tað seg innan fyri list, vinnu á landi ella sjóvinnu ella á annan hátt, so rokna íslendingar ein slíkan mann fyri eina tjóðskaparogn, sum teir kappast um at styðja og halda uppi. Í Føroyum afturímóti - lat ein mann skara framúr ella fáa høvdið eitt sindur hægri enn fjøldina - so eru nógvar kreftir til at happa og draga niður ein slíkan mann".
Tað man vera so ymiskt frá føroyingi og til annan føroying og frá íslendingi og til annan íslending, hvussu tað er við hesum. Nú framherjin fyrstu tredivu árini leggur frá sær, og harvið søguligt skeið í føroysku siglingarsøguni tykist vera lokið, vóru hesar reglur fátækslig roynd at seta ljóskastaran á stóra og hepna takið, sum tað hevur verið fyri Føroyar og føroyingar, at Óli Hammer saman við øðrum fór undir siglingina í Norðuratlants-havinum.