umhvørvið. Okkurt land álegði teimum, sum koyrdu við píkum eitt avgjald, onnur kravdu at eitt skelti var sett á bilar við píkum, har tað stóð á, at teir ikki høvdu loyvi at koyra meira enn t.d. 80 km/t. Táverandi [...] seg í bløðunum, har hann hevur skrivað um píkar og umhvørvisdálking av píkunum. Sum sølumaður hjá P.M. heilsøluni, koyrir Petur nógv um alt landið, og skuldi hann tískil kent alt til vetrarkoyring. Vit
endurljóðaði av føroyskum sálmasangi, tá hann er upp á tað besta. Meðan seinasti sálmurin, »Tú alfagra land mítt«, varð sungin, stóðu fólk og hildu hvør um annan, meðan tárini runnu stríð. Og deknurin hevði [...] harmonikulið var komið niður at spæla, og teir spældu undir við borðhaldið, eins og teir spældu til dans aftaná. Danirnir, sum við vóru, høvdu meira enn eina ferð á orðið, hvussu fantastiskt vertskapsfólk
umstøðurnar viðhvørt hava verið ímóti, m. a. við, at tilknýti er millum skip og verksmiðjur aðrastaðni, so hevur virkið í Fuglafirði kortini megnað at fylgja við, t. d. við at vísa útlendskum skipum aðrar [...] kappingini um heiðurin. Megnað at fylgja við Í grundgevingunum fyri at velja Havsbrún, sigur dómsnevndin m. a., at Havsbrún hevur megnað at fylgja væl við í kappingini í altjóða høpi, hóast virkið hevur eina [...] væl hjá Havsbrún, so gongur eisini væl í Fuglafirði. Tað er ikki bara fiskanøgdin, sum kemur upp á land í Fuglafirði, sum hevur stóran týdning, tí eisini tað, sum fylgir við, at skipini koma at landa, sum
púra rætt. Sáttmálasamráðingar eiga at vera um løn, eftirløn, frítíð o.tl. Men tað er púra óhoyrt á t.d. privata arbeiðsmarknaðinum at siga við starvsfólk, at tey nú brádliga skulu loysa einar 10 nýggjar [...] tað, partarnir mugu samráðast um. Umframt sjálva undirvísingartíðina er so eisini spurningurin um t.d. savnsrøktina. Hetta arbeiðið hava lærarar higartil gjørt ókeypis. Her mugu lærarar so taka í egnan [...] barm og viðganga, at sjálvgjørt er vælgjørt. Lærararnir kundu bara havt latið vera at tikið sær av t.d. smíðstovuni fyri einki. So hevði smíðstovan farið í hundarnar, og so kanska onkur fólkavaldur hevði
Steven var fyrstuferð í Føroyum longu í 1987. Tá luttók hann á Jazzfestivalinum. Honum dámdi væl land og fólk, ið tóktust blíð og fyrikomandi. Tá hann fyri góðum ári síðani fekk boðið starv sum tónleikalærari [...] er hann bilsin yvir, hvussu trupult tað er at fáa stuðul til slíka tónleikaferð. Hann samanber við t.d. fótbólt og leggur dent á, at sllík tónleikaumboðan er altjóða umboðan. Hann er eisini ivaleysur í, [...] vinnulívi. Steven Foggin sigur, at leikararnir longu hava goldið nógv úr egnum lumma og hugsar hann her m.a. um venjingarnar, ið tey ferðast til úr øllum landinum. Íblástur Eisini leggur hann dent á dygdina
við Maerk Air lagt upp til ymsar pakkatúrar fyri føroyingar, ið velja cruiseferðaháttin. Velur man t.d. at fara við einum av Miðjarahavsskipunum, so gongur leiðin úr Vágum via Danmark víðari til Nice í Fraklandi [...] vit, at alt tað hann hevur lovað, tað heldur ikki. Annars sigur Astrid, at Eysturríki er eitt gott land at búgva í. Tað er eyðkent av stabiliteti. Búskapurin er góður. Nógvir útlendingar eru í landinum [...] birta uppundir áhugan fyri Føroyum. Og so var eisini á cruiseferðini fyri føroysk fjølmiðlafólk, ið m.a. Sámal varð stigtakari til.
at vera annað enn svintan hjá einum slaktara! Bæði teir hámettu synirnir hjá borgaraskapinum, sum t.d. rithøvundin Thomas Mann, men eisini italsku futuristarnir, prísaðu krígnum ið skuldi reinsa og yngja [...] Og tað var ikki tí at hann bar serligan alsk til pisshús. Men hann vildi at fólk skuldu lata sítt land yvir hetta gandaða metallið, ið hevði verið upphav til so nógvan vesaladóm. Settu krøv Eisini í Føroyum [...] ákæruni. Er tað ikki júst tað sum vit eru, og í veruleikanum eitt heilt serligt slag av nassarum, ið m.a. meina seg hava rætt at kalkulera um politisku framtíðina í Føroyum við donskum pengum, ja brúka danska
av teimum heimleysu, mugu vit í felag, land og kommuna, koma ásamt um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina. Í hesum sambandi eru stig tikin til at bjóða kommununum, m.a. Tórshavnar Kommunu til fundar um hetta [...] um trupulleikan í síni heild. ? Almanna- og Heilsumálastýrið hevur tikið spurningin í álvara, og er m. a. í samstarvi við heimarøktina farið undir at kanna, á hvønn hátt vit fremja tær bestu loysnirnar [...] Og um almanna- og heilsumálaráðharrin heldur tað vera rímiligt, at ein privatur felagsskapur sum t.d. Frelsunarherurin átekur sær hesa samfelagsligu uppgávu, uttan at fíggjarliga grundarlagið er tryggjað
blóðroynd, sum tann íðkandi uttan ávaring verður biðin um at geva. Noktar ítróttafólkið at geva tílíkar land- ella blóðroyndir, verður ítróttarfólkið revsað sum um tað er avdúkað at hava nýtt ólóglig evnir. [...] sjálvi biðja um at verða kannaði. Norðurlendsku ítróttasambondini hava gjørt avtalu sínamillum, so í t.d. Danmark kunnu tey eisini kanna allar norðurlendingar, sum venja ella kappast í Danmark. Eisini eru [...] verður gjørd undir strangum eftirliti fyri at tryggja sær rættar royndir. Ítróttarfólkið skal lata land í 2 gløs, eina A-roynd og eina B-roynd. Sama nummar verður skrivað á báðar royndirnar, og tær verða
, tá ið hon seinni varð biðin. Bleytu virðini - Orsøkin til, at kvinnurnar tóku um endan í ´88 var m.a., at tað gekk av hundan og til fíggjarliga, og serliga eisini tí, at fólk vildu hava eina væl skipaða [...] trupulleikarnir í kommununi skuldu loysast við at fáa konur í bygdarráði. Politiskt arbeiði var ókent land fyri vestmannakonurnar, og tær vóru eitt sindur ótryggar at byrja við. Men avtalað varð, at bólkurin [...] inum hjá Súsonnu sæst, at langt er á mál hjá føroyskum konum, um tær skulu koma upp á støðið hjá t.d. teimum í Svøríki. Í svenska Ríkisdegnum eru 43% av teimum fólkavaldu, konur. Føroyski prosentparturin