Píkaandstøðingurin

Prát við Petur Hermansen

Síðan píkadekkini komu á marknaðin, hevur verið nógv skriving í bløðunum, bæði fyri og ímóti hesum dekkum. Rættuligt rok við nógvari skriving um píkar og trygd tók seg upp í sjeytiárunum, tá ein landsstýrismaður legði uppskot fram um at banna píkadekkunum. Úrslitið av hesum varð, at lóg bleiv sett í gildi um, at persónbilar skuldu hava píkadekk á øllum fýra hjólunum, lastbilar og bussar kundu tó hava píkar aftan ella framman.


Týskarar bannaðu píkadekkum

Tað er ikki bara her hjá okkum, at kjak hevur verið um píkadekkini, sum slíta vegirnar og dálka umhvørvið. Okkurt land álegði teimum, sum koyrdu við píkum eitt avgjald, onnur kravdu at eitt skelti var sett á bilar við píkum, har tað stóð á, at teir ikki høvdu loyvi at koyra meira enn t.d. 80 km/t. Táverandi Vesturtýskland setti albann ímóti at koyra við píkum, og tað gjørdi at nú mátti eitt alternativ finnast. Hetta setti gongd í menningina av lamelldekkunum, sum vístu seg at vera sera góð í kava, frosti og ísi. Lamelldekkini vóru ein sonn kolvelting innan vetrardekk, bæði gummiblandingin og tað at puntarnir í dekkmynstrinum eru skornir sundur í smáar lamellir.


Píkaandstøðingurin Petur Hermansen

Ein sum hevur brúkt nógva orku at arbeitt ímóti píkadekkum, er Petur Hermansen í Havn, og má hann metast sum píkaandstøðingurin burturav. Hann hevur í mong ár við jøvnum millumrúmum gjørt vart við seg í bløðunum, har hann hevur skrivað um píkar og umhvørvisdálking av píkunum. Sum sølumaður hjá P.M. heilsøluni, koyrir Petur nógv um alt landið, og skuldi hann tískil kent alt til vetrarkoyring.

Vit seta Peturi nakrar spurningar hesum viðvíkjandi:

Hvat var tað sum av fyrstantíð fekk teg at fara í hernað ímóti píkadekkunum?

? Alt byrjaði við at eg altíð hevði eitt gott bileyga, tað vil siga, at síggja um ein bilur var vakur, og hvussu hann kundi gerast vakrari, uttan at hann bleiv alt ov pyntaður.

?Tað sum vit havnardreingir kallaðu ein bygdabilur við nógvum strikum og ljósum.

?Vetrarnir blivu ein sonn marra fyri tann, sum átti ein penan bil, tú var noyddur at vaska einar tvær ferðir um dagin, og tað gjørdi eg eisini. At enda bleiv tað ovmikið við øllum svansinum, og eg kundi ikki síggja nakra meining í at nýta píkar bert til einar 10 til 20 dagar um árið, serliga í Havn, sum av píkunum er skitnasti býur í Europa.


Fólk verða sjúk

av asfaltsdusti

Vóru lamelldekkini komin tá?

? Eg eri ikki vísur í um lamelldekkini vóru til tá, men eg nýtti sjálvur grovmynstraði kavadekk, seinni fekk eg mær lamelldekk. Ein tann størsta grundin til at eg ikki kundi góðtaka píkarnar, var at eg sjálvur tá koyrdi við stórum lastbili á Oyggjarvegnum, hvønn dag og brúkti ongantíð píkar. Síðan kom so nógv annað, til dømis hvussu nógv asfalt ein bilur loysur (ein persónbilur hevur 400 píkar, og loysur í Føroyum 80 til 100 gram av asfalti pr. kilometur)

- Asfaltið kostar um 20 milliónir árliga, vegna píkarnar

- Avfeittinginarevni 10 faldast vetarhálvárið

- Saltið økir rustin á bilunum við 20% vetrarhálvárið

- Fólk gerast lungnasjúk, fáa alergi, astma og bronkie sjúkur av asfaltdustinum

- Alt hetta kostar samfelagnum millum 30 og 50 milliónir um árið


Reint umhvørvi ?koyrið uttan píkar

Hevði tað ikki verið tryggari, um allir bilar brúktu píkadekk, tá hugsa verður um hvussu hált tað mangan er, og allar brekkurnar vit hava?

? Tá hugsa verður um tryggleikan, er tað at siga, at um ísur er á vegnum, er trygt at koyra við píkum 20 til 30 dagar um árið. Við øðrum orðum, kanst tú koyra 180 dagar um árið við píkum, av hesum eru kanska 30 dagar við ísi og tá er trygt við píkum, men hinar 150 dagarnar koyrur tú á berum asfalti og gerst tá bremsulongdin dupult so long. Her er lætt at síggja hvat er tryggari, tí koyri eg við lamelldekkum sum eru trygg bæði á ísi og á asfalti.

Heldur tú at tað hevur hjálpt nakað at tú hevur argumenterað ímóti píkadekkunum?

? Her er at siga, at eitt stórt tal av fólki hava blaka píkarnar, serliga eftir at eg gjørdi umleið 1000 klistrimerkir, við áskriftini ?REINT UMHVØRVI, KOYR UTTAN PÍKAR?, og legði hesi merkir út á allar bensinsølurnar í Havn. Eftir hetta tiltakið, skiftu nógv og fingu sær lamelldekk, og tey eru ovurfegin um, hvussu nógv betur tey eru at koyra við, ongin larmur, ongin dálking og fult so trygg.

? Í sambandi við tíðina tá píkarnir vóru nógv frammi, er vert at nevna, at Sonne Smith gjørdi eitt gott arbeiði í ferðslusendingini í Útvarpi Føroya. Eg haldi, at tann ferðslusendingin stóð fyri tí mest fyribyrgjandi, ið nakrantíð hevur verið, sigur Petur Hermansen.


Petur Hermansen til fyrstu viðgerð

Einaferð fekst tú alt løgtingið ímóti tær, tá tú í einum fimmara í Útvarpi Føroya, gjørdi vart við at løgtingsmenn reistu bíligari enn onnur við Strandfaraskipunum. Hvat var tað sum hendi?

? Tað var 1. mai í 1995, at Útvarp Føroya lýsti við einum fimmara, har biðið varð um at øll kundu ringja inn og leggja tað framm sum lá á livrini. Í hesum føri gjørdi eg vart við skeivleikan viðvíkjandi ferðapeninginum hjá løgtingsmonnum. Um hetta mundi vóru Føroyar farnar á húsagang, og túsundtals føroyingar mistu alt tey áttu, og stóðu í bíðirøð fyri at sleppa av landinum fyri at lívbjarga sær og sínum.

Politikkarnir gloymdu hendan sorgarleik, og hugsaðu bert um tað sum Petur Hermansen hevði sagt í fimmaranum, tí nú fingu teir allir ilt í pengapungin. Hetta máli fekk fyrstu viðgerð á tingsins røðarapalli, framm um tað at Føroyar vóru farnar á húsagang, og at tíggjutúsund mistu alt tey áttu, og máttu liva í donskum gettoum.

? Nøkur eru enn ikki komin heimaftur. Hvørja virðing tingmenn hava fyri Løgtinginum ella tingsins røðarapalli, er ilt at siga nakað um. men tað vit eru vitni til í dag, gevur ringan smakk í munnin, og lítlan hug til fullveldi, sigur Petur Hermansen.