Cruise - ein øðrvísi ferðaháttur

Herfyri vórðu føroysk fjølmiðlafólk á cruiseferð í Miðjarahavinum, ein øðrvísi ferðaháttur, sum føroyingar helst kenna mest frá teimum mongu cruiseskipunum, sum leggja inn á Havnina á hvørjum sumri.

Hóast fjarskotin úti í Atlantshavi og tí ikki við júst somu fortreytum at ferðast kring knøttin sum tey inni á meginlandinum, so er tað kortini ein sannroynd, at føroyingar eru eitt ferðandi fólk. Í mun til fólkatalið má sigast, at føroyingar ferðast dúgliga til onnur lond. Og sum flogferðslan hevur ment seg eins og siglingin á sjónum er víðkað til alt árið, eru ferðamøguleikarnir hjá føroyingum eisini nógv betraðir seinastu árini. Smyril Line eigur ein týðani lut í hesum, eins og tey bæði flogfeløgini, Atlantsflog og Maersk Air tryggja føroyingum møguleikar at leita út í onnur lond alt árið. Tað hevur so aftur givið teimum ymsu ferðamannastovunum størri virksemi.

Tað eru mangir hættir at ferðast uppá, og ein, sum kanska fyri flestu føroyingar er rættiliga nýggjur, er at fara á cruise ella siglingsferð til ymisk lond. Cruise er tó ikki heilt so fremmant fyri okkum, tí á hvørjum sumri leggja millum 20 og 30 smærri og størri cruiseskip leiðina henda vegin. Hetta er alt frá vanligum ferðamannaskipum til risastór luxusskip. Tey steðga á her hjá okkum í nakrar tímar, og ferðafólkin fara á onkra útferðina, keypa okkurt plaggið og leggja so til havs aftur við kós móti øðrum destinatiónum - ferðamálum - í tí stóra Atlantshavi.

Hetta er nakað, sum vit føroyingar eru eygleiðarar til, men vit hava so eisini møguleikar at vera annað enn eygleiðarar, vit kunnu eisini sjálvi velja henda heldur nýggja ferðaháttin, sum so løgið tað ljóðar hevur sín uppruna nettup um okkara farleiðir. Tað var nevniliga ein skoti, sum miðskeiðis í 1800 talinum fekk hugskotið til cruiseferðir, og har hann ímyndaði sær nettupp londini í Norðuratlantshavi harímillum Føroyar sum karmurin um eina slíka ferð.

Í dag er cruiseferðahátturin ein stórur ídnaður, hóast hann framvegis er undir menning. Higartil hevur hann mest verið mettur at vera fyri ríkfólk, men í dag er hetta við at broytast, soleiðis at tað nú eru alsamt fleiri og fleiri ?vanlig? fólk sum velja cruiseferðaháttin. Hóast tað oftani er talan um eldri fólk, tvs. pensiónistar, ið velja henda ferðahátt, tí so lítið hóvasták er av honum, so er tað alsamt meira vanligt, at bólkar av ungfólki velja at fara á cruiseferðir, antin tað so er millum mongu oyggjarnar í Egarahavinum millum Grikkaland og Turkaland ella tað er millum nakrar av teimum sponsku ella karibisku oyggjunum.

Fyrimunurin við at ferðast á henda hátt er tann, at tú skal ikki flyta viðføri frá einum stað til annað, tú hevur títt fasta tilhald á allari ferðini. Meðan siglt verður eru nógv ymisk ítrív og undirhald. Og tá lagt verður at landi, verður farið á útferð til kend pláss.

Í dag er stórt útval bæði hvat viðvíkur feløg og ferðastøð, velur man at brúka sína summarfrítíð á henda hátt. Orðið cruise verður mangan knýtt at Karibisku oyggjunum, men eisini Atlantshavið, Eystrasalt, Miðjarahavið og ikki minst Kyrrahavið eru vanlig cruiseøki. Tá eitt føroyskt ferðalag var í Alaska fyri skjótt tveimum árum síðani, tá vóru firðirnar á tremur við stórum cruiseskipum. Nettup Alaska og økini har norðuri eru vorðin sera attraktiv fyri cruiseferðandi eins og Føroyar, Ísland og Grønland eru við at blíva tað eisini.

Millum tær føroysku ferðamannastovurnar, sum vísa cruiseferðunum ans er eisini Tora Tourist í Havn. Hetta hevur so eisini sína serstøku orsøk. Og hon eitur Astrid Kerber.

Henda unga kvinnan, sum hevur føroyska móður og eysturríkskan faðir, hevur leingi havt stóran áhuga í Føroyum og føroyskari ferðavinnu tvs. bæði við at fáa útlendingar til Føroya og at fáa føroyingar út at ferðast.

Í dag býr Astrid í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Har rekur hon eina ferðamannastovu og hevur sjey fólk í arbeiði. Talan er um ein avleggara av tí stóru griksku fyritøkuni FESTIVAL Cruises. Hetta felagið eigur í dag fýra cruiseskip og skal hava fleiri aftrat. Siglt verður í Miðjarahavinum, í Eystursjónum, Atlantshavi og í Karibisku havinum.

Við sínum tilknýti til ferðamannastovuna Toru Tourist frá síni tíð í Føroyum hevur føroysk-eysturríkska Astrid fingið borið so í bandi, at Tora Tourist nú umboðar Festival Cruises og hava tey so saman við Maerk Air lagt upp til ymsar pakkatúrar fyri føroyingar, ið velja cruiseferðaháttin. Velur man t.d. at fara við einum av Miðjarahavsskipunum, so gongur leiðin úr Vágum via Danmark víðari til Nice í Fraklandi ella Venedig í Italia. Har er so stutt til havnir, har skipini byrja mongu cruiseferðirnar. Ein av teimum gongur til fleiri av teimum søguligu og kendu støðunum, sum aftur hava verið við til at leggja lunnar undir mentaninar vit í dag síggja í Europa.

Tað var á slíka ferð umboð fyri føroyskar miðlar vórðu herfyri. Við tí 30 ára gamla ferðamannaskipinum Azur, sum er eitt sindur størri enn Norrøna, varð ferðast í 12 samdøgur til Egyptaland, Ísrael, Grikkaland og Italia. Tað er frá hesi ferð, at bæði útvarpið og sjónvarpið hava gjørt fleiri sendingar, sum vera um páskini.


Astrid í ferðavinnuni

Men hvør er so henda føroysk-eysturríkska Astrid Kerber, og hvat heldur hon um cruiseferðir ol!

Mamma Astrid, Marjun er føroysk. Hon er dóttur Gunnar Dahl Olsen í Vestmanna. Marjun fór til Eysturíki at ansa børnunum hjá eini vinkonu hjá ommu Astrid, og har møtti hon pápa. Tí er hon ein av teimum fáu blandingum millum Eysturríki og Føroyar.

Astrid er fødd og uppvaksin í Eysturríki. Hon var sera sjáldan í Føroyum sum barn, bert einstakar ferðir tá hon var 3, 8 og 12 ár. Tá hon tók studentsprógv helt hon tó, at tíð var uppá at fara til landið, sum mamman kom frá og læra tað at kenna.

Astrid kom til Føroya, tá hon var 18 ár. Hon fekk arbeiði á flakavirkinum í Vestmanna, har var hon í fýra mánaðir. Hesa tíðina royndi hon at læra at tosa føroyskt, og tað gekk eisini skjótt, tí eingin vildi tosa hvørki týskt ella enskt við seg sigur Astrid.

Hon fór so aftur til Eysturíki men henni dámdi so væl í Føroyum, at hon eitt hálvt ár seinni fór aftur til Føroya. -Eg var so heppin, at eitt syskinabarnið hjá mær, Hanna Breckmann, ið hevði eitt entreprenørvirki í Havn, gav mær arbeiði á goymsluni har. Hetta var eitt spennandi arbeiði

Hon fór aftur til Eysturíkis enn einaferð og byrjaði at arbeiða á eini ferðamannastovu í Wien, har tey seldu DFDS bilettir fyri bæði Atlantshav og eisini fyri cruiseferðir í Meðalhavinum. Seinni gjørdi DFDS av at gevast við kontórinum í Wien, og tá fór Astrid at leita eftir einum nýggjum arbeiði. Tá var tað, at hon læs í eini føroyskari ávís, sum mamman fekk, at Hotel Føroyar skuldi lata upp. Hetta var í 83. -Eg skrivaði og bað um arbeiði og fekk tað. Var so eitt skifti í Danmark fyri at læra meg arbeiði í eini reseptión. Byrjaði so í móttøkuni á Hotel Føroyum. Fekk so eisini innlit í søluarbeiði hjá hotellinum og var við á sølumessum. Fyrireikaði eisini útferðir ol.

Hon spurdi Smyril Line, um hon ikki kundi sleppa við skipinum eisini, og var hon so eitt skifti umborð og møtti har nógvum fólki úr ymsum londum. So gekk túrurin aftur til hotellið um veturin.


Astrid møtti Sámali

Tá var tað, at Sámal Bláhamar stovnaði Tora Tourist og skipaði hann fyri nógvum av útferðunum, sum eitt nú hotellgestirnir vórðu við á. Tá spurdi hann Astrid, um hon ikki kundi arbeiða hjá sær í eina tíð. Ætlanin var bert at vera í Føroyum í eitt ár, og nú hevði hon bráddliga verið her í 3 ár. Hon játtaði at hjálpa Sámali og var seks mánaðir hjá Toru Tourist. Og fór so heimaftur í 86.

-Tá var tað, at eg varð biðin um at arbeiða við curiseferðum til Meðalhavið, Caribiska havið, Norðurlond osfr. hjá einum grikskum felag, Festival Cruises, sum hevði skrivstovu í Wien. Og fyri trimum árum síðani yvirtók Astrid skrivstovuna hjá Festival Cruises í Wien. Í dag eru tey 7 fólk á skrivstovuni. Tey royna at selja cruiseferðir til eysturríkarar.

Herfyri tók Astrid so samstarvið uppaftur við Sámal Bláhamar, sum er vorðin umboð fyri Festival Cruises í Føroyum. Uppá fyrispurning um hon roknar við, at føroyingar vilja fara á cruiseferð, sigur Astrid, at neyvan fara nógvir føroyingar at ferðast á henda hátt, men hon vónar, at onkur fer at royna henda nýggja ferðingarmátan.

Hon heldur ikki tað er so dýrt at fara á cruise, sum kanska mong ímynda sær. -Cruise í sær sjálvum er ikki so dýrt. Umborð fær tú fulla pensión tvs. at allur matur er við í bilettprísinum sigur Astrid, sum eisini heldur cruise verða ein frálíkan ferðahátt, tí tú sleppur undan at skula flyta bagasju o.a. Tú sleppur at hvíla teg, har er einki stress, tú kanst hugna tær umborð og haraftrat vitja tey ymsu plássini.


Skammist við Heider

Einki prát við ein eysturíka ella rættari ein føroyskan eysturríkara, uttan at nevna Jørn Heider, ultrahøgravenda politikaran, sum hevur vart Hitler og sum herfyri var við til at skipa stjórn í Eysturríki.

-Eg skammist eitt sindur at vera úr Eysturríki beint nú, tí eg haldi, at tað sum Jørn Heider ger og sigur er skeivt. Eg vil ikki siga, at hann ger alt skeivt, men hann er opportunist. Hann er altíð ímóti hinum. Fornermar og skapar trupulleikar. Eysturríki er eitt ferðamannaland og livir av turismu, so Jørn Heider hevur longu gjørt nógv ringt. Hinvegin so hava vit valt hann, tað er okkara mistak, so vit mugu finna aðrar hættir at sleppa burtur úr hesum. Vit hoyra nógv negativt um Eysturríki, og tað er ikki gott.

Hon vónar, at eysturríkarar fara at verða eitt sindur klókari eftir næsta val. Nú síggja vit, at alt tað hann hevur lovað, tað heldur ikki.

Annars sigur Astrid, at Eysturríki er eitt gott land at búgva í. Tað er eyðkent av stabiliteti. Búskapurin er góður. Nógvir útlendingar eru í landinum, og tað eru teir Heider er ímóti, men tey mugu hava teir her, tí teir átaka sær tey arbeiði, sum onnur ikki vilja gera.


Idealistur og vinnumaður

Hóast Sámal Bláhmar er mest kendur frá bildekkum og bussinum Toru, so er maðurin eisini so nógv annað. Ferðast tú saman við Sámali úti í stóru verð, so skal ikki nógv hugflog til at ásanna, at her hevur tú tann sanna idealistin, tá ræður um Føroyar og føroyingar. Antin tú er stæddur á Gizaslættanum við teimum stóru pyramidunum, ella tú er á Golgata í Jerusalem, á Akropolis í Athen ella frammanfyri Pæturskirjuna í Rom, so leitar Sámal sær eftir einum møguleika at kunna um Føroyar sum ferðamannaland. Brosjurur á nógvum málum og ein vinsæl rødd lata upp oyru og eygu fyri Føroyum. -Eg havi altíð lagt merki til, hvussu glaðir útlendingar eru, sum koma til Føroya. So hví ikki royna - vit øll - hvør í sínum lag - at fáa fleiri útlendingar henda vegin spyr Sámal, sum altíð er tilreiðar at upplýsa um Føroyar, hvar hann enn er stæddur. Áhugin fyri at fáa turistar til Føroya er gamal. Sum radioamatørur alt sítt lív hevur hann roynt at kunna um Føroyar, og tá hann fer í onnur lond við føroyskum ferðafólkum, so brúkar hann eisini nógva tíð til at birta uppundir áhugan fyri Føroyum.

Og so var eisini á cruiseferðini fyri føroysk fjølmiðlafólk, ið m.a. Sámal varð stigtakari til.