Kvinnur eru meira jarðbundnar

POLITIKKUR. Borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen, hevur kommunalpolitiskar royndir, sum staðfesta, at konufólki ikki nýtist at óttast fyri at fara upp í politikk. Orsøkina til, at so fá føroysk konufólk eru politiskt virkin, heldur hon m.a. vera vantandi fortreytir fyri at tær kunna sleppa krampatakinum á húsi og heimi

Høgni Mohr


Fyri tólv árum síðani leyp ein sonn politisk skriða í Vestmanna. Á heysti í 1988 var kommunuval, og tá ið atkvøðuseðlarnir hjá veljarunum í Vestmanna vórðu taldar upp, bar til at gera eina sera stutta staðfesting: Konurnar ráða.

Bygdarráðið í Vestmanna hevur sjey sessir. Eftir valið í ´88 sótu konur í fýra teirra.

Síðani hava konurnar rátt fyri borgum í vestastu bygdini á Streymoynni. Í átta ár var Maria Hansen borgarstjóri, men valskeiðið, sum nú so spakuliga er við at koma at enda, hevur nú 49 ára gamla Gunn Joensen røkt starvið sum borgarstjóri í bygdini. Undanfarnu setu var hon vanligur bygdarráðslimur. Fyrstu ferð, hon var uppstillað til kommunuval, var í 1988, tá ið menninir í Vestmanna vórðu settir til viks. Orsøkin var, at Gunn hevði sagt við onkra, sum hevði borið seg undan uppstilling, at tað var ov vánaligt bara at siga nei. Tískil var Gunn Joensen nærum noydd at lata seg seta á uppstillingarlistan, tá ið hon seinni varð biðin.


Bleytu virðini

- Orsøkin til, at kvinnurnar tóku um endan í ´88 var m.a., at tað gekk av hundan og til fíggjarliga, og serliga eisini tí, at fólk vildu hava eina væl skipaða barnaansing, minnist Gunn, sum kortini ikki heldur, at tað bara skulu vera tey bleytu virðini í samfelagnum, sum skulu kveikja áhugan hjá konum fyri at fara upp í politikk.

Men borgarstjórin í Vestmanna er ikki í iva um, at tey bleytu virðini í samfelagnum eru forsømd, so tað stendur eftirí.

- Onki verður gjørt á slíkum økjum; meðan vegir, havnir og aðrir sera ítøkiligir lutir, eru frammi í orðaskifti alla tíðina, sigur hon og leggur afturat, at konur duga eins væl og menn at taka sær av teimum viðurskiftum, sum fólk vanliga halda hoyra mannfólkaheiminum til.

- Mínar royndir í politikki hava víst mær, at kvinnur eru meira varnar og meira jarðbundnar. Longu áðrenn konufólkini fóru upp í politikk í Vestmanna dugdu vit at síggja, at uppstillingin av mongu kvinnunum var einasti háttur at fáa politiska ávirkan, sigur Gunn Joensen.


Skaptu sjálvar fortreytirnar

Søgan um politisku rembingarnar í Vestmanna er í roynd og veru ein endurtøka av stríðnum um javnrættindi í vesturheiminum. Sum í londunum kring okkum, fóru konurnar í Vestmanna eisini út at arbeiða. Og tí var neyðugt at fáa onkran at ansa børnunum. Menninir kundu jú ikki, tí teir eisini vóru farnir út at arbeiða!

- Skuldi tú út í vinnuna, so var neyðugt, at vinir, kenningur og ættarfólk ansaðu børnunum. Og tað var trupult. Í áttiárunum rópti arbeiðsmarknaðurin eftir fólki; eisini konufólki. So noyddist onkur at skapa fortreytirnar fyri, at konur kundu fara út at arbeiða, sigur Gunn Joensen.

Í Vestmanna tóku konurnar seg saman í bólk áðrenn minningarríka kommunuvalið. Tær avgjørdu, at trupulleikarnir í kommununi skuldu loysast við at fáa konur í bygdarráði. Politiskt arbeiði var ókent land fyri vestmannakonurnar, og tær vóru eitt sindur ótryggar at byrja við. Men avtalað varð, at bólkurin skuldi stuðla teimum konum, ið vórðu valdar. Og tað hevur eftir tykki Gunnar gingið upp á stás. Og hon ivast ikki í, at ongin orsøk er til, at konur skulu halda seg aftur, tá ið talan er um at fara upp í politikk. Heldur ikki tá ið talan er um landspolitikk.


Ikki góðtakandi ójavni

Í lesarabrævi í bløðunum í farnu viku, vísti Súsanna Danielsen á Velbastað á, hvussu illa føroyskar konur í roynd og veru eru umboðaðar á løgtingi, samanborið við systrarnar í grannalondunum. Í lesarabrævinum hjá Súsonnu sæst, at langt er á mál hjá føroyskum konum, um tær skulu koma upp á støðið hjá t.d. teimum í Svøríki. Í svenska Ríkisdegnum eru 43% av teimum fólkavaldu, konur. Føroyski prosentparturin av konum á løgtingi er 12,5%, ella bert fýra konur, sum sita og stýra landi okkara saman við 28 monnum.

Eins og Súsanna Danielsen, vil borgarstjórin í Vestmanna ikki góðkenna kynsliga ójavnan í løgtinginum. Men hon er ikki samd í, at ein grundlógaráseting um kynskvotubýti í løgtinginum eigur at verða umhugsað.


Maðurin av bonkinum

Gunn Joensen heldur hinvegin, at ein hugburðsbroyting kanska átti at tikið seg upp í gerandisdegnum; ja, kanska í sjálvum køkinum, sum javnan hevur verið nógv brúktur sum fyridømi, tá ið gomlu kynsleiklutirnir hava verið havdir á lofti.

Íðan, skal tann kynsliga parlamentariska javnvágin byrja í køkinum, t.d. við, at maðurin reisir seg av bonkinum?

- Tað hevði ikki gjørt tað verri.

Men, hetta ljóðar sum, at menninir í roynd og veru skulu »loyva« konunum at gera seg galdandi, tá ið tær ætla sær at fremja samfelagsligar batar og broytingar?

- Nei, konur hava loyvi at fara upp í politikk.

Men, hví fara tær so ikki?

- Vit eru noyddar at raðfesta øðrvísi, tí menninir raðfesta øðrvísið, enn vit kundu hugsa okkum!

- Tí er tað nógv tyngri hjá okkum at taka stigið. Eg haldi, at í fyrsta lagi eiga vit at royna at finna tær konur, sum hava hug og orku at leggja í politikk...


Væl útbúnar konur

Meðan Gunn Joensen og tær leita, stýra menninir enn í Føroyum. Men borgarstjórin heldur seg hóma batar. Og hesir batar eru komnir, tí konufólk eru vorðin betur útbúgvin. Serliga úr hesum hópi av konum við hægri útbúgvingum, sum eisini eru farnar í leiðarastørv, væntar og vónar Gunn, at summar koma undan kavi og vísa seg í politiskum verki.

- Nógv øki í landinum liggja í órøkt, og hesi øki eru ofta tey, ið vit kunnu bólka undir bleyt øki. Eg kann nevna viðurskiftini hjá sjúkum fólkum, børnum, konufólk; ja, menniskjum sum heild. Hesi viðurskifti verða ofta skúgvað til viks, og kanska er orsøkin júst, at ov fáar kvinnur eru í politikki. Tí er tað alneyðugt, at kvinnur bjóða seg fram á politiska pallinum, sigur Gunn, sum undrast á, hví menn ikki hava eins stóran áhuga í hesum málum, sum eisini hava týdning fyri teir.


Løgið vald

Annars undrast borgarstjórin í Vestmanna eisini á, at samfelagið at kalla bert verður stýrt av monnum. Tað eru royndir lutir, at tað eru menn, sum verða valdir á ting. Tað eru menn, sum skriva lesarabrøv og siga sína hugsan um stóru samfelagsligu málini. Og tað eru menn, sum sita í flestu stjóra- og leiðarsessum í landinum.

- Tað haldi eg vera løgið, tí tað eru konufólkini, sum hava uppalt hesar menn frá barnsbeini. Mammurnar hava havt teir heima fyrstu tíðina. Síðani hava teir kanska verið ansaðir av øðrum konum. Og seinni eru teir farnir í skúla, har sera nógvar konur eru lærarinnur. Og at enda koma teir út í eitt samfelag, sum er mansdominerað, hóast tað eru kvinnur, sum hava fylgt teimum, sum ráða, allan vegin út í lívið; tað er ófatiligt, heldur Gunn Joensen, sum mælir til alment orðaskifti um ójavnan. Eitt orðaskifti, sum helst skal fáa konufólkini at taka sær um reiggj.


Ikki neyðugt at spæla maður

Gunn Joensen setir álít sítt á unga ættarliðið av konufólki. Hon fegnast um, at tær ungu, eftir hennara tykki, eru nógv meira tilvitaðar um, hvat tær vilja. Og, at tær ikki vilja seta seg aftan fyri mannfólkini; av gomlum vana.

- Tær ungu kvinnurnar hava nógv størri sjálvsálit enn vit høvdu, tá ið vit vóru ungar, og tær tora eisini at seta krøv, sigur 49 ára gamla oddakonan í Vestmanna.

Borgarstjórin ivast ikki í, at aðrar konur hava roynt at koma sær fram í politikki, áðrenn konurnar í Vestmanna tóku um endan í áttatiárunum. Men hon gitar, at hesar konur ikki hava fingið nóg dygg herðaklapp til at vinna fram.

- Hitt truplasta er at taka avgerðina um at fara upp í politikk. Men í politiska gerandisdegnum í Vestmanna merkja vit onki serligt til, at vit eru konufólk. Ongin eigur at ræðast politikk, tí ein er kvinna. Og tað er als ikki neyðugt at spæla maður; eingin kvinna skal vænta sær at koma í samleikakreppu, bert tí hon fer upp í politikk. Tá ið kvinnur siga, at tær ikki kunnu fara upp í politikk, so svari eg beinanvegin, at tað kunnu tær væl. Tað snýr seg um at hava eina meining og at standa við hana...

- Men man skal ikki vera sartur, leggur Gunn Joensen afturat, tá ið hon tekur saman um tíðina sum kona í kommunalpolitikki.


MYNDATEKSTUR TIL HØVUÐSMYND:


Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, mælir konufólki til at fara upp í politikk. Hon heldur, at konur m.a. duga betur enn menninir at taka sær av sonevndu bleytu virðunum í samfelagnum.

Mynd: Jens Kristian Vang



1. ENDURGEVING:

...konur duga eins væl og menn at taka sær av slíkum málum, sum fólk vanliga halda hoyra mannfólkaheiminum til...


2. ENDURGEVING:

...tað alneyðugt, at kvinnur bjóða seg til á politiska økinum...


3. ENDURGEVING:

...tá ið kvinnur siga, at tær ikki kunnu fara upp í politikk, so svari eg beinanvegin, at tað kunnu tær væl...