ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen spurdi almanna- og heilsumálaráðharran um bústaðarviðurskifti hjá sosialt veikum borgarum, og vildi Heðin Mortensen hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum sosialt veikastu borgarunum?
Heimarøktin
Í svarinum til spurningin, sigur Helena Dam á Neystabø, at sum støðan er í dag, er tað Almannastovan, sum eftir førimuni finnur loysnir fyri teir borgarar, sum ongan bústað hava. Men Almannastovna hevur hvørki neyðugar heimildir ella møguleikar at skipa fyri varandi loysnum ella at seta skipanir í verk, sum bøta um trupulleikan í síni heild.
? Almanna- og Heilsumálastýrið hevur tikið spurningin í álvara, og er m. a. í samstarvi við heimarøktina farið undir at kanna, á hvønn hátt vit fremja tær bestu loysnirnar. Neyðugt verður eisini at fáa staðfest, møguliga við lóggávu, um tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at útvega neyðugar búmøguleikar til hesar borgarar. Ætlanin er at arbeiða fram ímóti at fáa svarað hesum spurningi á bestan hátt til komandi ár.
Hjá kommununum
Viðvíkjandi spurninginum, um landsstýrismaðurin kann vísandi til lóggávu siga, hvør hevur skyldu til og ábyrgd av, at eisini hesum borgarum verður tryggjað mannsømilig kor, sigur Helena Dam á Nesytabø, at í Føroyum er eingin lóggáva, sum áleggur nøkrum myndugleika ábyrgdina av fólki, ið ikki hevur møguleikar at fáa sær bústað tilvega. Í Danmark er henda skylda áløgd kommununum.
? At eingin lóggáva er í Føroyum kemst av, at hetta er ein lutfalsliga nýggjur trupulleiki. Áðrenn ein lóggáva staðfestir, hvør hevur ábyrgdina av teimum heimleysu, mugu vit í felag, land og kommuna, koma ásamt um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina. Í hesum sambandi eru stig tikin til at bjóða kommununum, m.a. Tórshavnar Kommunu til fundar um hetta mál.
? Sjálv meti eg, at hetta er ein uppgáva, sum hóskar væl at liggja hjá kommununum, sum jú hava ábyrgdina fyri øllum kringumstøðum í sambandi við bústaðarviðurskifti í kommununi, sigur Helena Dam á Neystabø.
Frelsunarherurin
Og um almanna- og heilsumálaráðharrin heldur tað vera rímiligt, at ein privatur felagsskapur sum t.d. Frelsunarherurin átekur sær hesa samfelagsligu uppgávu, uttan at fíggjarliga grundarlagið er tryggjað við lóggávu, svarar Helena Dam á Neystabø, at hon heldur tað arbeiðið, sum Frelsunarherurin í Havn ger, vera eitt sera týdningarmikið sosialt arbeiði. Tað er eisini tí, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári roynir á fíggjarlógini at fáa tilvega nóg mikið av peningi til at stuðla Frelsunarherinum í hesum arbeiði.
? Landsstýrismaðurin er tó ikki av teirri fatan, at arbeiðið hjá Frelsunarherinum skal tryggjast við lóg. Fæst undirtøka fyri, at tað arbeiðið, sum Freslunarherurin ger, skal víðkast sum ein partur av heildarloysnini viðvíkjandi teimum heimleysu, so ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fram ímóti, at Frelsunarherurin fær meira pening til endamálið tey komandi árini, sigur almanna- og heilsumálaráðharrin at end á svarinum.