Steven R. Foggin er ikki í iva um, at sleppur Faroe Brass til Birmingham at luttaka í Europa meistaraskapinum fyri hornblástur, so eru góðir møguleikar at koma heim við góðum úrsliti. Kanska enntá gullinum, tí tveir av dyggast kappingarneytunum hjá føroyingum eru ikki við í ár.
Men skoðbráið er stutt og enn fløðir ikki í kassanum hjá Faroe Brass, hóast nógv brøv eru farin út, har søkt verður um stuðul til ferðina. Longu 26. apríl skal ferðalagið ?úr Vágum, um tað eydnast at skava pening saman til ferðina.
Tónleik alt lívið
Steven R. Foggin er tónleikalærari á Tvøroyri. Hann er føddur í Bristol í Onglandi, men hevur livað meginpartin av lívinum í London. Alt lív sítt hevur hann fingist við tónleik. Hann vaks upp í Frelsunarherinum og seinni gjørdist hann soldátur, guard. Tað eru teir við stóru svørtu húgvunum.
Seinni hevur hann stjórnað og undirvíst í tónleiki.
Steven var fyrstuferð í Føroyum longu í 1987. Tá luttók hann á Jazzfestivalinum. Honum dámdi væl land og fólk, ið tóktust blíð og fyrikomandi.
Tá hann fyri góðum ári síðani fekk boðið starv sum tónleikalærari á Tvøroyri, tók hann av, og hevur enn ikki angrað.
Hava spælt inn fløgu
Tá Steven fekk tilboð um at taka sær av føroyska tjóðhornorkestrinum, Faroe Brass, tók hann av.
Tað er hetta orkestur, sum nú hevur fingið tilboð um at luttaka í European Championship í hornblástri. Orkestrið er sett saman av limum úr øllum 8 hornorkestrum í landinum.
Faroe Brass hevur fyri stuttum spælt inn eina fløgu, ið ikki skal gevast út, men sum hevur til endamáls at lata áhugað sleppa at hoyra orkestrið. Ein sonevnd promotion fløga.
Eingin verður vístur burtur, men endamálið við Faroe Brass er at fáa bestu tónleikararnar við og at geva føroyskum hornblásarum best møguligar umstøður og møguleikar. Í orkestrinum leika bæði yngri og eldri leikarar og tónleikalærarar.
Faroe Brass hevur verið til í huganum á fleiri í áravís, men ikki fyrr enn til síðstu hornorkesturstevnu gjørdist orkestrið veruleiki.
Venjingin
Steven Foggin sigur, at enn er venjingin nakað spjeidd. Leikararnir hittast einaferð um mánaðin. Oftast í Havn, men eisini aðrastaðni.
Grundleggjandi er, at hornorkesturlívið, sum vit kenna tað, ikki skal órógvast av Faroe Brass. Tí hevur orkestrið bert einar 5 uppgávur árliga.
Øll arbeiðsmegin í bólkinum verður gjørd ókeypis og av áhuga.
Hvør fær stuðul?
European Brass Band Championship í Birmingham er tann týdningarmesta kappingin av sínum slag í heiminum.
Steven er sostatt ivaleysur í, at hetta er áhugaverd innbjóðing, sum nú stendur Faroe Brass í boði.
Steven Foggin sigur, at sum ein, ið kemur inn í føroyska samfelagið, er hann bilsin yvir, hvussu trupult tað er at fáa stuðul til slíka tónleikaferð.
Hann samanber við t.d. fótbólt og leggur dent á, at sllík tónleikaumboðan er altjóða umboðan.
Hann er eisini ivaleysur í, at møguleikarnir eru góðir at koma heim við gullinum. Tveir av dyggastu kappingarneytunum hava boðað frá, at teir luttaka ikki í ár.
Men hóast tað styttist, til ferðalagið uppá 35 skal avstað til Birmingham, so eru vónirnar góðar.
Steven sigur, at hetta at finna stuðul til ferðina er ein avbjóðing og allar avbjóðingar hava svar.
Higartil hevur Faroe Brass fingið stuðul frá Norðurlandahúsinum, Musikkskúlanum og frá hornorkestrunum. Tey eru takksom fyri stuðulin, men ásanna, at neyðugt er við styrki frá fyritøkum og vinnulívi.
Steven Foggin sigur, at leikararnir longu hava goldið nógv úr egnum lumma og hugsar hann her m.a. um venjingarnar, ið tey ferðast til úr øllum landinum.
Íblástur
Eisini leggur hann dent á dygdina í Faroe Brass, har tveir av ungu leikarunum hava fingið innbjóðing at luttaka í European Youth Band. Hetta er fyri ungar leikarar undir 22 ár. Innbjóðingin er komin í samband við luttøkuna í kappingini í Birmingham.
Um tað eydnast Faroe Brass at koma til kappingina í Birminham er enn ikki víst, men víst er tað, at slík ferð hevði verið mennandi og til íblásturs fyri leikararnar.