Tíðindaskriv:
Í dag lanserar OY nýtt slag av cider. Súrepla Cider Light er serliga ment til tey, sum ynskja eitt lættari alternativ uttan at missa nakað av góða smakkinum. Ciderin inniheldur einans 24 kaloriur pr. 100 ml, og er tí eitt upplagt val hjá teimum, sum ynskja at njóta cider við góðari samvitsku.
Nýggja ciderin hevur ein góðan javnvág millum tað súra og søta, og smakkar eyka væl køld. Hon egnar seg bæði til hugnaligar løtur og afturvið lættari mati.
Súrepla Cider Light er tøk frá í dag - og fæst í øllum Rúsunum kring landið og í OY sjoppini.










