Havsbrún ársins virkið

Eins og í øðrum londum er eisini føroyska vinnan farin at kjósa ársins virkið í Føroyum. Hetta varð fyrstu ferð gjørt fríggjadagin og Havsbrún var tað fyrsta, sum fekk heiðurin

Eitt av tiltøkunum á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin var, tá ársins virkið var kosið.

Vinnuhúsið hevði sett eina dómsnevnd at finna egnað evni til heitið og í henni sótu umboð fyri fíggingarstovnarnar, Vinnumálastýrið og Føroya Arbeiðsgevarafelag og hesi funnu við felags stevi skjótt fram til, at ársins virkið skuldi finnast í Fuglafirði.

Í grundgevingini segði Janus Petersen, sum saman við Marneri Jacobsen umboðaði fíggingarstovnarnar í dómsnevndini, at tað rættuliga skjótt gjørdist teimum greitt, at Havsbrún var eitt upplagt evni til ársins virkið.

Ætlanin var upprunaliga, at Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, skuldi verða við í dómsnevndini, men hann varð koyrdur úr nevndini tá hinir nevndarlimirnir gjørdust greiðir yvir, at virkið hansara fór at vera heilt frammalaga í kappingini um heiðurin.


Megnað at fylgja við

Í grundgevingunum fyri at velja Havsbrún, sigur dómsnevndin m. a., at Havsbrún hevur megnað at fylgja væl við í kappingini í altjóða høpi, hóast virkið hevur eina tøkniliga tunga framleiðslu, sum næstan er eindømi í Føroyum.

Samstundis hevur virkið alla tíðina ment seg við áhaldandi og stórum nýíløgum.

Framleiðslan hevur øll árini síðan byrjan verið fiskamjøl og fiskalýsi, og rávøran, sum virkið brúkar er útvegað í kapping við virkir, sum viðhvørt liggja betri fyri enn Havsbrún, sigur dómsnevndin.

Hóast umstøðurnar viðhvørt hava verið ímóti, m. a. við, at tilknýti er millum skip og verksmiðjur aðrastaðni, so hevur virkið í Fuglafirði kortini megnað at fylgja við, t. d. við at vísa útlendskum skipum aðrar tænastur, sum tey kunnu fáa samstundis, sum tey leggja veiðuna upp hjá Havsbrún.


Aðrir marknaðir

opnaðir

Sjáldan gongur eftir vild í langa tíð í senn, tí umstøðurnar úti í heimi broyta seg javnan. Í so máta hava vit føroyingar ikki so nógv at siga, tí vit eru bert ein lítil dropi í tí stóra havinum.

Kortini er Havsbrún ikki smokkað burtur ímillum og tað heldur dómsnevndin, er vert at leggja dent á.

? Gjøgnum árini hevur Havsbrún víst, at virkið megnar at umstilla seg til nýggjar umstøður og marknaðir. Tá alingin vaks, fór virkið undir fóðurframleiðslu. At virkið í dag hevur ein marknaðarpart upp á 50 prosent, í kapping við stórar útlendskar kappingarneytar talar fyri seg. Samstundis verður fóður útflutt til Skotlands, so nógv sum tollkvotur Føroya loyva, sigur dómsnevndin.

Harafturat leggur dómsnevndin dent á, at virkið hevur verið við til at fíggjað ein part av alivinnuni og eisini tryggjað, at størsti parturin av alivinnuni enn er á føroyskum hondum.


Virkið og

nærumhvørvið

Tey, sum kenna Havsbrún, vita, at, at virkið hevur stóran týdning fyri ta bygd - ella bý - tað liggur í.

Fuglafjørður og Havsbrún er so at siga óloysilig frá hvørjum øðrum og gongur tað væl hjá Havsbrún, so gongur eisini væl í Fuglafirði.

Tað er ikki bara fiskanøgdin, sum kemur upp á land í Fuglafirði, sum hevur stóran týdning, tí eisini tað, sum fylgir við, at skipini koma at landa, sum skapar ringvirkningar í nærumhvørvinum.

Hvat ársúrslitið viðvíkur hevur felagið einki at smæðast yvir, tí seinastu trý árini hevur úrslitið samanlagt ligið um tær 80 milliónirnar.

Nógvur peningur hevur runnið um kassan í Fuglafirði, tí í sama tíðarskeiðið hevur umsetningurin hjá Havsbrún sníkt seg upp um milliardina - fyri øll trý tíðarskeiðini, væl at merkja - og tað er ikki smávegis peningur. Og tá er tað ikki tikið við, sum virkið annars hevur givið umráðnum at arbeiða við.