Tað eru fleiri orsøkir til, at doping ikki á nakran hátt verður góðtikið innan ítróttin.
Fyri tað fyrsta er doping heilsuskaðiligt, og harnæst koma eisinini etiskar orsøkir, tí tað er snýt at vinna kappingar, eftir at nýta dopingevnir. Umframt tað teljast eisini støðan til sivilar lógir eins og aðrar samfelagsligar orsøkir.
Fyri at royna at koma dopingini til lívs skipar ítrótturin saman við stjórnunum í teimum ymisku londunum fyri eftirliti við ítróttarfólkunum, eins og framhaldandi gransking fer fram fyri at finna fram til kanningarháttir, ið eru mest effektivir at avdúka nýtslu av ólógligum evnum.
Doping
Doping er stutt sagt tað, at eitt ítróttarfólk tekur stimbrandi evnir, fyri at klára seg betur í einari kapping.
IOC - Altjóða Olympiska Nevndin - hevur ein lista við teimum evnum, sum ikki eru loyvd at nýta í samband við ítróttakapping, ella ítróttavenjingar yvirhøvur.
Fyri at kanna eftir, um ein íðkandi hevur nýtt nakað av hesum evnum, skipa ítróttasamgongur fyri eftirliti við landroynd ella blóðroynd, sum tann íðkandi uttan ávaring verður biðin um at geva.
Noktar ítróttafólkið at geva tílíkar land- ella blóðroyndir, verður ítróttarfólkið revsað sum um tað er avdúkað at hava nýtt ólóglig evnir.
Vanliga revsingin fyri at vera avdúkaður í eini dopingroynd er at ítróttarfólkið verður útihýst frá øllum ítrótti í 2 ár. Verður eitt ítróttarfólk avdúkað 2. ferð hevur tað burturvísing við sær, t.v.s. at ítróttarfólkið ikki sleppur at íðka ella kappast aftur.
Team Danmark
Í Danmark er tað Team Danmark, sum skipar fyri dopingeftirliti.
Har verða ítróttarfólk kannaði í ítróttarfeløgunum og vanliga býtið av kanningunum er, at umleið 60 % av kanningunum verða gjørdar undir venjing, meðan 40 % verða gjørdar undir kapping.
Ymiskt er, hvørjar ítróttagreinir verða mest kannaðar. Finn Mikkelsen sigur, at í Danmark verða nógvar royndir gjørdar innan súkkling, frælsan ítrótt, svimjing og styrkiítrótti yvirhøvur. - Men stórur dentur verður lagdur á, at ongin skal kenna seg tryggan við at nýta doping. Tí verða royndir av og á gjørdar innan allar ítróttagreinir. Ítróttafólk ella felagsskapir kunnu eisini sjálvi biðja um at verða kannaði.
Norðurlendsku ítróttasambondini hava gjørt avtalu sínamillum, so í t.d. Danmark kunnu tey eisini kanna allar norðurlendingar, sum venja ella kappast í Danmark. Eisini eru avtalur við onnur lond.
Í royndunum at basa doping samstarvar Team Danmark við marknaløgregluna, Toll- og Skattstovuna, apotekini og heilsuverkið.
Um ein tikin roynd er positiv, fer málið til dopingnevndina, sum fellur dóm. Hesin dómur kann appellerast til ein ítróttadómstól.
Dopingroyndin
Dopingeftirlit verður eisini gjørt fyri at ávara íðkandi. Endamálið er eisini at verja tey, ið ikki nýta ólóglig evnir, men so sanniliga eisini at taka tey, ið snýta.
Dopingeftirlitsfólinin koma uttan at hava boðað frá frammanundan. Tað eru 2 ella 3 eftirlitsfólk, sum møta upp til venjing ella kapping. Kanningin verður gjørd undir strangum eftirliti fyri at tryggja sær rættar royndir. Ítróttarfólkið skal lata land í 2 gløs, eina A-roynd og eina B-roynd. Sama nummar verður skrivað á báðar royndirnar, og tær verða so læstar niður í ein kassa. Ítróttarfólkið upplýsir síðani eftirlitsfólkunum hvørjar tablettir og vitaminir, tey hava tikið teir seinastu 4 dagarnar.
Síðani verður royndin kannað. Tað er glasið við A-royndini, ið verður kannað, og bert um ólóglig evnir verða funnin í A-royndini verður B-royndin eisini kannað. Tað er fyri at vera heilt vísur í, at royndin er positiv, at tvær royndir verða kannaðar. Er A-royndin negativ, verður B-royndin koyrd vekk, og onki meira verður gjørt. Eru báðar royndirnar hinvegin positivar, verður ítróttarfólkið
revsað.
Tað eru umleið 600 evnir á listanum yvir ólóglig evnir.
2,5 % positivar
Í altjóða høpi vístu hagtøl, at í 1986 vóru 2,5 % av tiknu royndunum positivar.
Men eftir skandaluna við Ben Johnson, sum varð avdúkaður sum snýtari undir Olympisku leikunum, fall talið á positivum royndum.
Men síðani er talið so spakuliga hækkað aftur, og nú nærkast positivu royndirnar aftur 2 %. Í Danmark hava tey seinastu 5-6 árini umleið 1 % av royndunum verið positivar.
Í tíðarskeiðnum 1980 til 1998 eru í Danmark 33 positivar royndir funnar innan styrkilyfting, 22 innan vektlyfting og 10 innan súkkling. Í hinum ítróttagreinunum hava verið færri, men innan flestu greinar eru positivar royndir funnar.
Hví nýta doping
Men hví nýta ítróttarfólk doping, tá tað er so heilsuskaðiligt?
Finn Mikkelsen sigur, at orsøkirnar til tess eru fleiri. Hesi ólógligu evnini geva styrkivøkstur, fíggjarlig og psykologiskar orsøkir eru eisini, umframt at bólkatrýst og økt ambitiónsstøði hava stóra ávirkan á nýtsluna av ólógligu evnunum. Ein kanning í Danmark í 1997 vísti, at 3 % av ítróttarfólkunum høvdu nýtt ólóglig evnir.
Hvat kann gerast
Spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at koma doping til lívs.
-Eitt tað týdningarmesta í hesum høpi er, at venjarar hava eina støðu til doping, sigur Finn Mikkelsen. -Harafturat skal ansast eftir teimum, sum venja einsamøll í ?doping-belastaðum? umhvørvi.
Ítróttarfólk sulu ikki nýta evnir, tablettir ella líknandi uttan at spyrja lækna, apotek ella at kanna, um evnið er á dopinglistanum hjá IOC. Meira tilfar um doping fæst m.a. á internet heimasíðuni: www.doping.dk.
EPO
Eitt evnið, ið er nógv at hoyra um í hesum døgum, serliga innan altjóða súkkluítróttin, er EPO.
EPO er eitt hormon, sum verður gjørt í nýrunum, og sum ger fólk kvikari og sterkari. Hetta er ein dýr viðgerð, ið kostar einar 6.000 kr. um vikuna.
Tað er ikki gjørligt í dag at avdúka hetta evnið, men ábendingar fáast við at mála hæmatokritvirði. Vanliga virði hjá einum persóni eru 43 , men er hetta virðið omanfyri 50 verður íðkarin roknaður sum dopaður við EPO.
Men hetta er eitt sera vandamikið evnið, og ikki færri enn 14 deyðsføll vóru í Hollandi og Belgia seinast í áttati árunum. Í 1995 boða italiumenn frá, at EPO nýtslan har er ovurhonds stór. Á apotekunum har var EPO triðj mest selda evnið, og sjálvt foreldur at juniorum kravdu av venjarunum, at teir góvu børnunum EPO.
Vandabólkarnir
Finn Mikkelsen greiðir frá, at í Danmark verða størstu vandabólkarnir innan doping roknaðir sum ?Body-building? og kappingar hjá sterkum monnum.
Men hesar kappingar eru uttan fyri ítróttasambandið, so tær verða ikki dopingkannaðar. Vektlyfting er eisini millum tær ítróttagreinir, har doping er mest vanlig, men tað er bert í Finlandi av norðanlondum, har vektlyfting ikki er innan ítróttarsambandið, so í hinum norðanlondunum verða vektlyftarar kannaðir.
Finn Mikkelsen leggur stóran dent á at ansa væl eftir og kanna ítróttarfólk, sum venja saman við ?Body-buildarum? og sterkum monnum, sum fjala seg í feløgum, ið ikki eru í skipaðu ítróttarsamgongunum og harvið ikki eru undir dopingeftirliti.