føðistaðnum, og hann ætlað at fáa sær eftirnavnið við Á. Men onkursvegna bar hetta ikki til, og hann fekk sær tí í staðin sernavnið á ánni og kom at eita Hanus við Høgadalsá eitt hábærsligt navn fyri ein hábærsligan [...] 1960. Alt hetta, eg havi nevnt - og hetta er bara nakað av øllum - kom aftrat lívsstarvinum hjá Hanusi, sum var at vera politikari. Hann fegnaðist aman við tjóðini og teimum fólkum hann hevði stríðst saman [...] 1946. Og hann var eins og hinir dyggiliga vónsvikin, tá heimastýrislógin gjørdist úrslitið. Hann varð tí ein av stovnarunum av Tjóðveldisflokkinum í 1948, og í 1950 kom hann sjálvur annar á ting fyri flokkin
Ein av teimum 70 føroyingunum, sum eru farnir við hollendsku stand-by skipunum, er Absalon Absalonsen, ið er ein av kendu føroysku skiparunum. Hann fór umborð í september mánaði í fjør, og honum dámar [...] Hetta er avgjørt eitt róligari lív hjá okkum meiri tilkomnu sjómonnum. Serliga gott er tað, at vit hava lutfalsliga nógva frítíð. Fýra vikur umborð og síðani fýra vikur heima, sigur Absalon við Sosialin [...] í at handfara og nýta gummibátarnar, sigur Absalon. Annars verður vant við gummibátunum hvønn dag, ið veður er til tess. Arbeiði teirra er at vera stand-by, um eitthvørt skuldi hent, og tí er neyðugt at
at vit hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði fyri. Javnasti bólkurin Ivan [...] hevur sera stóran áhuga í Føroyum og í føroyskum fótbólti, og á ferðum, sum hann hevur verið saman við landsliðnum, hevur hann aftur og aftur staðfest, at hann veit meiri um og hevur størri innlit í altjóða [...] Skotland er tað veikasta av teimum níggju londunum, sum vórðu hægst styrkismett, og Bosnia er tað sterkasta av teimum londunum, sum vórðu flokkað í fjórðu røð. Kekkia og Litava hava møguleika at enda
ikki fyri einki. Tey stovnaðu lesiklubbar, og tað var ikki lættisoppalestur. Har vóru teir stóru leikritahøvundar tiknir fram og viðgjørdir. Eitt nú Ibsen, Maxim Gorki og Strindberg, bert fyri at nevna [...] einar tríggjar - fýra leikir upp árliga. Eg arbeiddi við teimum ungu og teimum eldru fyri seg, men eisini blandað. Tað skapti ein íblástur, samstundis sum at arbeiðið í Sjónleikarhúsinum varð meira støðugt [...] fólkaligur og og siðiligur, men vit skulu dekan i fari ikki góðtaka alt, men tað krevur mót og áræði, sigur leikstjórin. Spurdur, hvat hann heldur framtíðin hevur at bera føroyingum, mentanarliga og samfelagsliga
sjálvsagt at krevja sín rætt, og rættur teirra er í dag tann, at tað eru teir sum ? alt annað líka ? eiga rættin til undirgrund okkara og ráevnini við. Føroyingar og Føroyar kunnu einki og megna einki í hesum máli [...] undirgrundina og tey ráevni, sum helst liggja har, so er loysnin bert ein, og tað er føroyskt tjóðveldi. Áðrenn oljan fer at renna. Tí eftir at oljuævintýrið er vorið veruleiki, verða møguleikarnir fyri at fáa [...] vóni eg, at hetta skriv og annars nógva tosið og skrivingin, seinastu tíðina um tað sjálvsagda í føroyska tjóðveldinum, eisini fer at ávirka tey ivandi. Eg havi hug at vísa teimum ivandi á, at svarta tosið
uppá, at teir ikki verða tiknir fyri fult, má tað undra og ávirka. Tann eina føroyska røddin á fólkatingi hevur verið í og so fitt. Hin hevur gjørt meiri skaða enn gagn, hevur havt lyndi til at lagt seg [...] ál. Hetta øsir danir upp, og tað er væl skiljandi. Høvdu vit ikki látist um vón? Vit hava rætt til tvey umboð og henda rætt skulu vit brúka. Hetta skal tó gerast við skili og neyðugari ábyrgd. Vit vilja [...] Tað eru ikki altíð tey nógvu og stóru orðini, ið føra á mál, men heldur skilaloysnir við báðum beinunum á føstum kletti. Teir, ið hava sæti á fólkatingi í dag, kunnu svara fyri seg, men tá hildið verður uppá
eg haldi gagna føroysku tjóðini og politikki Tjóðveldisfloksins, eri eg til reiðar afturfyri at styðja eina danska stjórn og hennara politikk. Henda støða hevur fallið summum fyri bróstið, sum halda, at [...] Føroyum og ber á ta politisku leið, sum er Tjóðveldisfloksins. Afturfyri má umboð Tjóðveldisfloksins so binda seg til at styðja stjórnarsamgonguna og atkvøða fyri uppskotum, sum stjórnin leggur fyri Fólkatingið [...] føroyskt tjóðveldi skal stovnast. Samgongur ? heima og burturi Nú til fólkatingsvalið havi eg sagt fyri mítt egna viðkomandi, at um eg komi inn á Fólkating og í eina lyklastøðu, fari eg at taka av, um bólkar
burtur úr øllum teimum møguleikum, vit hava og teimum, sum enn liggja ónýttir og bíða eftir okkum. Vit skulu læra at fáa pening burtur úr okkara støðu, sum komandi fræls tjóð. Fyrst og fremst skulu vit [...] havøki og endurnýggjar seg sjálvt ár um ár, bæði innanfyri og uttanfyri føroyska fiskimarkið. Møguligur oljupeningur úr undirgrundini skal í størst møguligan mun koma okkum núlivandi og teimum, sum aftan [...] út á bygdirnar og útoyggjarnar, eru polsk epli, svensk egg, donsk mjólk og íslendsk stráfóður! Her er avgjørt neyðugt við eini hugburðsbroyting og skipaðum viðurskiftum, so slíkt óskil og líkasæla heldur
Centrinum í Jerúsalem. Henda miðstøðin fyri messianskar jødar skipar millum annað fyri skeiðum fyri messianskar jødar, og virkar á annan hátt sum eitt tilboð fyri messianskar jødar. Eyðhild kom aftur til [...] eisini nógvir ortodoksir jødar, og legði eg tí merki til broytingina. Hetta hóast tað fyri tað mesta er sambandið millum tann einstaka og Gud sum er tað avgerandi. ? Hjá teimum jødunum, sum ikki ganga so høgt [...] himni, og tað varð sjálvandi heilt myrkt. Men við endan á gudstænastuni lýsti, og sólin kom upp. ? Hetta varð gjørt mest fyri tað symbolska virði í tí, at nú var Jesus vorðin livandi aftur. Eins og sólin
Val ella ei. Føroysku og donsku myndugleikarnir eiga og hava skyldu at samráðast, áðrenn fyrningarfreistin er úti 30. apríl. Og koma til eitt fyri okkum nýtiligt úrslit. »Føroyavinurin« Nyrup roynir nú [...] um. Tá er bert eftir at leggja sak. Jóannes Eidesgaard eigur nú at spæla hart út og vera oyalur ímóti føroysku tjóðini, sum undir samráðingunum verður umboðað av Føroya Landsstýri: Pkt. 1: Um landsstýrið [...] fólkatingslimir okkara eiga sjálvandi áðrenn at kanna, um ikki betri møguleikar eru fyri eini samráðingarloysn hjá teimum borgarligu í Danmark. Tað tykist sum um Nyrup heldur vil snýta enn gjalda. Eg vil