Minningarorð um Hanus við Høgadalsá

Minningarorð

Hanus við Høgadalsá, sum andaðist 84 ára gamal í gjár, mundi vera ein tann einasti av teimum føroyingunum, sum í góðum árum vendu aftur til Føroya úr Danmark eftir kríggið og fóru bygd úr bygd at yvirtala fólk at atkvøða fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Við honum er eisini tann seinni av teimum báðum fyrstu tjóðveldismonnunum á tingi farin.

Hann var ættaður úr bóndahúsunum frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Sum so mangur kaldbaksmaður hevði hann eftirnavnið Vang. Á yngri árum undirskrivaði hann seg stundum Hanus við Á eftir føðistaðnum, og hann ætlað at fáa sær eftirnavnið við Á. Men onkursvegna bar hetta ikki til, og hann fekk sær tí í staðin sernavnið á ánni og kom at eita Hanus við Høgadalsá eitt hábærsligt navn fyri ein hábærsligan mann.

Hann fór tann bókliga vegin, tók realprógv í Havn og fór í postlæru í Danmark. Hann starvaðist á posthúsi í Danmark og eftir kríggið í Føroyum. Men hansara borgarliga virksemið gjørdist skjótt annað og fjølbroyttari. Hann var leiðari í Samvinnufelag Fiskimanna, og hann var við til at stovna Føroya Útflutningssamtøku í 1960-unum sum alternativ til Føroya Fiskasølu. Hann var eisini reiðari, m.a. á nótaskipinum Boðanesi. Hann hevði mong álitis- og nevndarstørv, eitt nú var hann nevndarlimur í Føroya Banka.

Tá Húsalánsgrunnurin varð stovnaður í 1964, varð hann valdur til formann í stýrinum hevði sum slíkur umsitingina av grunninum um hendi. Skiftandi landsstýri valdu hann aftur í formanssessin - ivaleyst tí, tey ásannaðu, at bíligari enn Hanus kundi neyvan nakar umsita henda grunn.

Tað var eitt eyðkenni fyri hann, at hann vildi hava lítla og bíliga umsiting. Hetta sást eisini aftur í, at bæði Húsalánsgrunnin, sítt reiðaravirki og annað virksemi kundi hann umsita í einum skoti úti undir væðingini í Føroya Banka. Í mong ár hevði hann, haldi eg meg minnast, bara eitt fólk aftrat sær.

Hann hevði eisini stóran áhuga fyri bókmentum og list. Hann var ein av undangongumonnunum at fáa Listaskálan bygdan, og hann var millum teir fyrstu, sum týddu bøkur til upplestur, tá Útvarpið fór undir hetta megnar tiltak. Hann umsetti Barabbas eftir Pær Lagerkvist, sum Oskar Hermansson sáli so meistarliga las upp í 1960.

Alt hetta, eg havi nevnt - og hetta er bara nakað av øllum - kom aftrat lívsstarvinum hjá Hanusi, sum var at vera politikari. Hann fegnaðist aman við tjóðini og teimum fólkum hann hevði stríðst saman við, tá føroyingar valdu loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Og hann var eins og hinir dyggiliga vónsvikin, tá heimastýrislógin gjørdist úrslitið.

Hann varð tí ein av stovnarunum av Tjóðveldisflokkinum í 1948, og í 1950 kom hann sjálvur annar á ting fyri flokkin, umboðandi Suðurstreym. Hann sat á tingi í 24 ár út í eitt, til 1974.

Eg var so heppin at uppliva tað, at sita saman við honum á tingi í átta ár. Hann var ikki orðaríkur maður, hvørki av tingsins røðarapalli, á nevndarfundi ella floksfundi. Men hvørt einasta orð vigaði og tað væl. Eg skal, eins og so mong onnur, bæði á tingi og í býráðnum, har hann sat í 13 ár, bera honum alt gott. Hann var eitt frálíkt dømi um, at tað ber væl til samtíðis at vera bráðsintur og góður at samarb eiða við.

Av lyndi, haldi eg meg kunna siga, var Hanus meira at kalla konservativur. Men samstudis var hann ramasti loysingarmaður, eg havi hitt.

Nú er so fjørðurin rógvin, og hann hevur lagt árarnar inn. Saman við konuni Honnu, børnunum Hervør, Gesti, Guðruni og Úlvi og teimum avvarðandi annars eigur tjóðin góð minni um ein megnar mann.


Finnbogi Ísakson