Føroyingar kunnu saktans lívbjarga sær í Føroyum

Ein ørgrynna av møguleikum bíða eftir okkum, bæði á sjógvi og landi, í havbotninum og í loftrúminum. Men nógvir av hesum møguleikum verða ikki nýttir, so leingi vit liva í ófrælsi og ikki vilja taka ábyrgd av egnum landi

Sum fólk í frælsum landi, mugu vit læra at vinna pening burtur úr øllum teimum møguleikum, vit hava og teimum, sum enn liggja ónýttir og bíða eftir okkum. Vit skulu læra at fáa pening burtur úr okkara støðu, sum komandi fræls tjóð.

Fyrst og fremst skulu vit duga at gagnnýta okkara fiskiríkidømi, sum kemur úr ódálkaðum havøki og endurnýggjar seg sjálvt ár um ár, bæði innanfyri og uttanfyri føroyska fiskimarkið. Møguligur oljupeningur úr undirgrundini skal í størst møguligan mun koma okkum núlivandi og teimum, sum aftan á okkum koma, til góðar og ikki enda á útlendskum hondum. Skulu vit varðveita týdningin av okkara hermálsligu støðu her norðuri í Atlantshavi, skal ágóðin av hesum liggja eftir í Føroyum. Somuleiðis skal tann peningur, ið loftrúmið kann geva, koma á føroyskar hendur.

Vit skulu eisini duga at fáa pening frá útlendingum, sum royndarfiska undir Føroyum. Japanesarar skiltu ikki, hvussu teir kundu fiska fyri meira enn 50 miljónir krónur undir Føroyum í fjør heyst uttan at skula gjalda nakað afturfyri!

Vit mugu duga at vinna pening burtur úr okkara landbúnaði, sum hevur nógvar ótroyttar møguleikar. Tað kann ikki vera rætt, at stórur partur av góðsinum, sum fer við strandferðsluni út á bygdirnar og útoyggjarnar, eru polsk epli, svensk egg, donsk mjólk og íslendsk stráfóður!

Her er avgjørt neyðugt við eini hugburðsbroyting og skipaðum viðurskiftum, so slíkt óskil og líkasæla heldur uppat.

Á Prins Edward oyggjunum í Kanada, sum liggja innifrystar í hesum døgum, eru setepli ein av høvuðsútflutningsvørunum, og ferðamannavinnan har er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum um summarið.


Nógv liggur á láni

Tað hoyrir ongastaðni heima, at fleiri túsund tons av góðari sild verða umskipað í Nólsoyarfirði og Fuglafirði og síðani fara óvirkað av landinum, samstundis sum eitt nú flakavirkið í Nólsoy og flakavirkið í Fuglafirði eru stongd. Hetta átti at givið nakrar krónur, meðan sesongin er.

Vit skulu læra okkum at fáa meira burtur úr teimum møguleikum, ið eru, meðan teir eru, tí tað skapar trivna og styrkir um búskapin.

Vit høvdu traditión fyri klippfiski í sínari tíð, men í dag útflyta vit so gott sum ongan stert, samstundis sum eitt nú norðmenn selja klippfisk til Brasiliu, Spaniu og onnur lond fyri 2 miljardir um árið. Onkur sigur, at streymprísurin er so høgur, men vit eiga jú SEV; so hví ikki fáa í lag eina skilagóða avtalu, sum tænir bæði SEV og føroyska búskapinum.

Norðmenn selja eisini turkað toskarhøvd til Nigeria fyri nógvar miljónir um árið, men fer nakað turt toskarhøvd av landinum?

Tey, ið lesa útlendsku ferðavinnubløðini, lesa eisini um nýggj alternativ og nýggjar framleiðslur, ið vit føroyingar lítið og einki gera við.

Norskir línu- og garnabátar gera góðar túrar eftir kongafiski og svartkalva í altjóða sjógvi á Reykjanesrygginum. Hví fáa vit so lítið burtur úr her?


Óførir menn

Men vit hava so sanniliga eisini glottar at vísa á í føroyskari fiskivinnu, har menn eru gingnir nýggjar leiðir og væl hevur borið til.

Trolarin Boðasteinur er eitt ítøkiligt dømi um, at tað ber til at ganga nýggjar leiðir. Hetta skip hevur lagt seg eftir einum fiskaslagi, búrfiski, sum at kalla var púrasta ókent í Føroyum og nógva aðrastaðni fyri bara fáum árum síðan. Í vár hevði skipið tvær metstórar ísfiskasølur, ið eru tær størstu í Føroyum nakrantíð.

Er tað ikki fantastiskt?

Takið garnaveiðina eftir havtasku, sum hevur verið góð í ár og í fjør og takið somuleiðis garnaveiðina eftir svartkalva. Hetta vóru tvær ókendar vinnur í Føroyum fyri fáum árum síðan, men longu nú hava tær skapt nógv arbeiði, bæði á sjógvi og landi samstundis sum tær hava givið føroyska samfelagnum góðan valuta.

Í næst seinastu viku landaði Skútunes 100.000 pund av hávi á Tvøroyri, og hetta er eisini ein nýggj veiða, ið er farin at geva pening. Tað sama er við veiðini eftir gulllaksi, har leirvíkstrolararnir og vestmannatrolararnir hava gingið á odda.

Seinasta dømið um nýggjar og ótroyttar veiðimøguleikar er japanska tunfiskaveiðan í føroyskum sjógvi í fjør heyst, sum var væl og virðiliga lønandi.

Tað er tí als ikki rætt, tá ið summi siga, at allir veiðimøguleikar innan fyri og uttan fyri føroyska fiskimarkið eru fult troyttir.


Leiðin til framburð

Kanska vekja hesar reglur nakrar tankar hjá onkrum.

Í eini grein fyrr í vikuni sóknaðist eg eftir, hví umboð Tjóðveldisfloksins ikki vísa á fleiri ótroyttar møguleikar, tá ið tey verða spurd, hvussu vit skulu reka føroyska samfelagið eftir stovnseting tjóðveldisins.

Hetta er tó ikki ein roynd at siga okkara umboðum, hvat tey skulu siga, tá ið ivandi fólk spyrja, hvørji alternativini til danska nalvastrongin eru, tí her eru bara nevnd nøku dømir burtur úr eini ørgrynnu av møguleikum.

Framvegis eru allir teir møguleikar ónevndir, sum liggja í einum styrktum og meira fjøltáttaðum vinnulívi uppi á landi, sum ikki beinleiðis er tengt at okkara fiskiveiði.

Sjálvsagt vil tað altíð vera so, at nøkur hugskot ikki lata seg fremja orsakað av serstøkum viðurskiftum, men bara »listin« yvir møguleikar er nóg stórur og fjølbroyttur, skuldi nóg mikið verið hjá okkum at tikist við. Og so leingi vit framleiða minni fyri hvønn íbúgva enn okkara grannatjóðir, eru møguleikarnir, ið bíða eftir okkum, so mikið størri og avgerandi fyri framtíðarvánirnar hjá teirri frælsu føroysku tjóðini, sum fer at samvinna við aðrar tjóðir og ikki byrgja seg inni, sum sambandsmenninir ræða fólk við.

At liva eina ónáttúrliga tilveru sum heimaærin á trappuni, ið ikki fer frá úthurðini, ella sum laksurin í aliringinum, sum einaferð missir høvdið, er eingin verdug framtíð. Nei, tá gevur tað eina størri meining og eitt betri mál at liva frælsur og frískur og arbeiða fyri sítt breyð ? sjálvt um okkurt heglingsælið kanska rakar okkum viðhvørt.

Góðu føroyingar, latið hetta koma nóg týðuliga til sjóndar á løgtingsvalinum 30. apríl, tá í Tjóðveldisflokkurin verður valdur sterkur inn á ting; so sterkur, at tað ikki kemst uttan um flokkin í eini komandi samgongu, ið setir sær sum fremsta mál at menna føroysku tjóðina og føroyskt vinnulív á náttúrligum og verdugum grundarlagi.


Vilmund Jacobsen