Ein av teimum 70 føroyingunum, sum eru farnir við hollendsku stand-by skipunum, er Absalon Absalonsen, ið er ein av kendu føroysku skiparunum. Hann fór umborð í september mánaði í fjør, og honum dámar væl nýggja sjólívið.
? Hetta er avgjørt eitt róligari lív hjá okkum meiri tilkomnu sjómonnum. Serliga gott er tað, at vit hava lutfalsliga nógva frítíð. Fýra vikur umborð og síðani fýra vikur heima, sigur Absalon við Sosialin.
Sjálvandi kann onkuntíð vera eitt sindur baldrut á vetrartíð, tí ikki ber til at fara inn at kroka. Skipið skal jú liggja stand-by alla tíðina. Men burtursæð frá tí, er tað eitt sera gott lív.
Skipini eru mest sum bert í havn, tá manningin skal skiftast, og tað er sum nevnt einaferð fjórðu hvørja viku.
Nógv venjing
Dagurin umborð gongur við nógvari venjing.
? Vit tóku ymisk skeið áðrenn farið varð umborð. Eitt »parametics« skeið, ið er eitt víðkað 1. hjálparskeið, umframt skeið í at handfara og nýta gummibátarnar, sigur Absalon.
Annars verður vant við gummibátunum hvønn dag, ið veður er til tess. Arbeiði teirra er at vera stand-by, um eitthvørt skuldi hent, og tí er neyðugt at vera so tryggur sum gjørligt í brúkinum av gummibátunum, tí um illa vildi til, eru tað teir, ið skulu nýtast í eini møguligari bjarging.
Burtursæð frá venjingunum gongur tíðin við at viðlíkahalda skipið.
Stand-by
Á brúnni eru uppgávurnar, umframt sjálvandi altíð at vera stand-by, at hava eyguni við trafikkinum í umráðnum.
? Tað er ógvuliga nógvur trafikkur í Norðsjónum, og vit skulu ansa eftir, at eingin kemur ov nær oljuboripallunum. So har er nógv at hava eyguni við. Umframt tað, boða vit eisini frá, hvussu veðrið er, serliga í sjónum, tí tað er ikki lætt at síggja, hvussu aldan er hjá fólkinum á boripallunum, tí teir eru so høgir, sigur Absalon Absalonsen.
Føroyski skiparin sigur, at teir vanliga liggja einar tveir fjórðingar frá boripallunum, men at teir ofta eru »nær stand-by«. Tað vil siga, at teir fara nærri, og hetta skulu teir hvørja ferð til dømis at eitt supply skip kemur til pallin, ella hvørja ferð ein tyrla lendir ella fer á flog av pallinum. Og tað kann henda upp í einar fýra ferðir um dagin.
Skattaðir í Føroyum
Men hóast føroyingarnir sostatt sigla við hollendskum skipum, so eru teir mynstraðir hjá føroyskum reiðaríið. Tað er felagið BOS-FAROE, sum hollendingar eiga, ið setur menninar í starv og rindar teimum løn.
Absalon sigur, at lønin kortini ikki er størri, enn teir kundu fingið aðrastaðni, men hann vísir á góðu arbeiðsumstøðurnar við nógvu frítíðini. Hartil kemur, at teir fáa fría ferð báðar vegir, tá teir skulu heim.
Sum nevnt eru teir settir í starv av føroyskum felag, og tískil gjalda teir eisini skatt í Føroyum. Harvið fáa teir eisini gleði av nýggju skattalógini fyri sjómenn, sum er komin í gildi frá 1. januar í ár.