Tá tosað verður um føroyskan sjónleik, er torført at sleppa uttan um Eyðun Johannessen og hansara leiklut at menna føroyska leiklist.
Hann er í løtuni í Føroyum og setir upp sjónleikin »Ein Jóansøkunátt«, eftir Shakespeare, sum Leikpallur Føroya ella »Gríma« setur upp.
Hetta er samstundis føðingardagsgávan til áskoðararnar frá leikbólkinum, sum Eyðun Johannessen stovnaði fyri 20 árum síðan.
Sum aftursvar til tað, sum sagt verður um hansara leiklut at menna leiklistina í Føroyum, sigur Eyðun Johannesen, at hansara arbeiði bygggir víðari á tað, sum undangongufólk hansara løgdu lunnar undir.
Teir gomlu
løgdu lunnarnar
- Tað, sum gav mær áhuga fyri sjónleiki, var arbeiðið hjá teimum, sum fingust við sjónleik aftaná seinna heimsbardaga.
- Undir krígnum tóku bretar Sjónleikarhúsið, og eingin sjónleikur var hesi árini. Kortini sótu sjónleikaráhugað ikki fyri einki. Tey stovnaðu lesiklubbar, og tað var ikki lættisoppalestur. Har vóru teir stóru leikritahøvundar tiknir fram og viðgjørdir. Eitt nú Ibsen, Maxim Gorki og Strindberg, bert fyri at nevna dømi.
Eg búði í grannalagnum við Sjónleikarhúsið, og varð, sum 14 ára gamal, biðin um at vera við í einum Strindberg leiki. Hetta var í 1953, og vit fingu ein íslendskan leikstjóra, sigur Eyðun Johannessen.
Fór niður at læra
Eyðun Johannessen fekk hug at gera meira við sjónleikin og fór undir sjónleikararbúgving í Danmark. Hann hugsaði ikki um tvørleikar í hesum yrki, men fór eldhugaður til verka.
Tá eg kom heim aftur fyrst í sekstiárunum, hómaðu vit framburð.
Heimurin hevði fingið mótið aftur eftir krígsárini, og tað smittaði eisini av uppá okkum í Føroyum.
Vit endurskoðaðu og ruddaðu upp í Sjónleikarhúsinum, men virksemið kundi ikki førast víðari, undir teimum umstøðum, sum sjónleikurin tá hevði.
- Eg kravdi eitt nú, at vit vandu hvørt kvøld. Tað gjørdu vit ikki í 50 árunum, tá fólk høvdu sjónleik sum frítíðarítriv, sigur Eyðun Johannessen.
Hann fór tí undir at skipa fyri dramaskeið fyri ungdómin, tí tey høvdu betri stundir enn tey tilkomnu.
Íblástur í 60 árunum
- Tað førdi til, at vit kundu seta einar tríggjar - fýra leikir upp árliga. Eg arbeiddi við teimum ungu og teimum eldru fyri seg, men eisini blandað. Tað skapti ein íblástur, samstundis sum at arbeiðið í Sjónleikarhúsinum varð meira støðugt í sekstiárunum.
Hvør er munurin at arbeiða við Grímu í dag og fyri 20 árum síðani?
Tað er ein himmalsins munur. Í dag hava vit góðar umstøður. Vit hava útbúgvið fólk innan sjónleik, og aðrir leikarar, sum hava lært í lívsins skúla. Vit hava pening, sum gevur okkum møguleika at arbeiða miðvíst hvønn dag, sigur Eyðun og minnist aftur á tíðirnar í sekstiárunum, tá hann umframt at leikstjórna, skuldi taka sær av pallsmíði, ljósum, búnum o.s.fr..
- Í dag skal eg bert leikstjórna, tí vit hava fólk til ymsu uppgávurnar.
- Ert tú nøgdur við framgongdina seinastu 20 árini?
Fyri 20 árum síðan vildi eg royna at skapa leiklistini umstøður. Eg helt, at tað átti at borið til at liva av sjónleiki. Tað var eisini nyeðugt, um leiklistin skuldi mennast, sigur leikstjórin.
Hann heldur, at tað hevur gingið upp og niður hesi árini, men at framgongdin er stór.
Tungur jassur
- Bert tað, at leikararnir seta sær fyri at fara undir so tungan jass sum Shakespeare, vísir, at sjónleikur er komið á eitt ávíst støði. Hesin leikur krevur fortreytir, og tær eru avgjørt til staðar.
Áður hevði eg eina kenslu av, at eg var lokomotivið, men nú »Gríma« hevði sett sær fyri at framføra Shakespeare, og heittu á meg, játtaði eg fegin. Arbeiði mítt her og í leikhúsi í Danmark, er tað sama.
- Tú hevur arbeitt í Danmark í 20 ár. Hvussu kennist tað at vera føroyingur í Danmark, nú viðurskiftini eru so vánalig?
- Persónliga havi eg kenslu av, at eg eri føroyingur, sum búgvi og arbeiði í Danmark.
Bankagølan
- Hetta rokið millum londini, sum bankagølan hevur sett í gongd, hevur ikki darvað mær í mínum arbeiði. Als ikki. Eg veri viðfarin sum tann persónur eg eri í mínum arbeiði, og ikki sum føroyingur ella dani.
- Tað rakar meg kortini persónliga, at slíkt hendir. Eg havi sett meg inn í málið og hevi gjørt mær mínar metingar.
- Tað undrar meg, at føroyingar fóru so langt, tí vit vistu sjálvi, at tað var logandi galið.
- So kunnu vit tosa um, hvørt vit hava latið okkum lokkað av útlendskum kapitali, sum ikki var botnur í.
- Persóni haldi eg, at vit hava verið ov bláoygd, og hava lurtað ov nógv eftir teimum »klóku«, uttan mun til um teir vóru føroyingar ella útlendingar, sigur Eyðun J ohannessen.
Vit eru ov smásár
Í sínum danska arbeiðsumhvørvi tosar hann um hetta, men har hava fólk meira fjølbroyttar áskoðanir enn tær, sum hava verið frammi í Danmark.
- Tá tey gera gjøldur burturúr tí botnleysa karinum í Føroyum, so verður tað sagt við eina farra av skemti. Tað duga føroyingar ofta ikki at skilja. Tá so er, haldi eg , at føroyingar eru ov smásárir.
- Tað,sum pínir meg mest, er hvussu okkara egnu málbera seg, og hvussu jánkarsligir teir føra seg fram, sigur Eyðun Johannessen og leggur aftrat, at tað ikki er føroyskir politikarar, sum fáa hann at kenna seg stoltan, av at vera føroyingur.
Skilir tú, at føroyingar nú tosa um loysing?
- Tað skilji eg væl, og eg haldi, at vit nú skulu fara undir eitt veruligt orðaskifti, tí hetta er fyrstu ferð, at so nógvir flokkar vilja endurskoða heimastýrislógina.
- Tað, at so nógv eru fyri loysing, er gott høvi, eisini fyri at koma burtur úr tí naggatørn sum ræður. Ístaðin fyri at kasta skarn eftir hvør øðrum, áttu vit at tosa um hesi viðurskifti, og hvussu skipanin skal vera í framtíðini.
- Sum nú er, eru alt ov nógvir leysir endar. Politikararnir hava tagt, tosað og agiterað fyri ella ímóti, men tað er so nógv, sum ikki er komið fram í ljósmála.
Upprudding og sjálvstýri
- Nú er greitt, at um sjálvstýri skal hava nakra meining, so skal ruddast upp.
- Persónliga haldi eg tað vera uppá hægstu tíð, umvit skulu gera okkum vónir um framtíðina. Serliga nú so nógv nýtt er fyri framman. Eitt nú oljuvinnan og tað, sum er tengt at henni, setir krøv til okkara. Nú mugu føroyingar sleppa sær undan skjúrtuvelinum hjá dønum.
- Eg veit væl, at tað er trúttað niður í okkum, at vit eru so gestablíð. Tað er ein dygd at vera fólkaligur og og siðiligur, men vit skulu dekan i fari ikki góðtaka alt, men tað krevur mót og áræði, sigur leikstjórin.
Spurdur, hvat hann heldur framtíðin hevur at bera føroyingum, mentanarliga og samfelagsliga, sigur Eyðun Johannesen, at um mett verður út frá mentanarligum listaarbeiðinum fyri 100 árum síðan, so er langt á mál. - Tá var mentanin ein partur av fólksligu sjálvstýrisrørsluni, ið tók seg upp um hetta mundið. Fólk fóru undir at málningalist og at yrkja, umseta úr útlendskum, skriva løg, o.s.fr.. Hetta var alt gjørt út frá tjóðskaparligu sannføringini.
- Fólkið fekk við tíðini eisini føroyskt mál inn í kirkju og skúla og inn í donsku umsitingina við heimastýrisskipanini.
- Aftaná at Heimastýrislógin varð sett í gildi, haldi eg, at skipanin yvirtekur tjóðskaparrørsluna, sum gjørdist partapolitisk. Mentanarliga arbeiðið, sum var ein breið hugsjón, varð nú umsitin av politisku flokkunum.
Mentamál komu nú inn í lóggávuna og tingið skuldi umsita, stuðla og skipa mentanartiltøk. Eitt nú fingu vit listasøvn, bókasøvn o.a. stovnar. Tað merkir, at tað, sum var sprottið úr fólkinum, varð yvirtikið av tí almenna.
Í 60 og 70 árunum varð nógv tosað um, hvat politisku flokkarnir vildu við mentanini. Av og á hava verið settar nevndir at gera mentanarálit, men tað hevur higartil fingið sera fáar politiskar avleiðingar. Flokkarnir hava ongantíð tikið støðu til at føra mentanarpolitik, sigur Eyðun Johannessen.
Mentanarpolitik, sum livir í nútíðini
Hvat heldur tú politisku flokkarnir skulu gera?
- Um orðaskifti um sjálvstýri ella loysing kemur nú, gevur tað als onga meining, um politisku flokkarnir ikki taka týðiliga støðu til mentanarmál, og hvat skal gerast hesum viðvíkjandi.
- Ein berandi partur av orðaskiftin um føroyskan mentanarpolitik, eina mentan, sum livir í nútíðini. Har eru føroysku listafólkini ein náttúrligur partur av heildini. Tað er har føroyska gerandismentanin - hjá tær og mær verður speglað gjøgnum ymsu listagreinarnar, sigur Eyðum Johannessen og skoytir uppí:
- Politikkur skapar onga mentan í sjálvum sær.