- Eg havi »livað meg gjøgnum páskirnar«

? Eitt tað størsta og mest spennandi við at vera í Jerúsalem á páskum, var at uppliva gudstænastuna páskamorgun, samstundis sum vit sótu og hugdu inn í ta tómu grøvina, og ímyndaðu okkum, hvussu alt gekk fyri seg á Jesu døgum, sigur Eyðhild S. Dam, sum í fjør upplivdi bæði jødisk og kristin páskir í Jerúsalem

»Næsta ár í Jerúsalem!« Soleiðis heilsa jødarnir. Hóast tað í týdninginum við hesi heilsanini hjá nógvum jødum verður meint við tað »himmalska Jerúsalem«, so er longsulin til tað jørðiska Jerúsalem eisini sera sterkur.

Longsulin er tó ikki bara til staðar hjá jødum. Pílagrímar í hópatali ferðast til Jerúsalem, og tað munnu eisini vera mong her á landi, sum kundu ynskt sær at komið til Jerúsalem - og tað serliga á páskum.

Hjá teimum flestu verður hetta ikki meir enn ein longsul, men tó ikki hjá øllum. Eyðhild S. Dam av Argjum er ein av teimum, sum í fjør helt eini heilt øðrvísi páskir í mun til, hvat hon hevur verið von við - páskir á staðnum, har tað hendi.


Yvirlit

? Tað er so nógv øðrvísi í mun til her í Føroyum. Størsti munurin er tað, at tú er á staðnum. Tú fært líkasum eitt yvirlit yvir, hvar tey ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja í mun til hvørt annað, sigur Eyðhild S. Dam.

? Í Ísrael verða tvær ymiskar páskahátíðir hildnar. Tær jødisku páskirnar eru til minnis um, tá ið Gud bjargaði og leiddi sítt fólk út úr Egyptalandi, meðan tær kristnu páskirnar verða hildnar, tí Jesus reis upp úr grøvini páskamorgun, og frelsti okkum.


Bara ósúrgað breyð

Viðhvørt fella tær jødisku og kristnu páskirnar samstundis. Soleiðis var tó ikki í fjør, tá ið tær jødisku páskirnar fullu umleið tvær vikur áðrenn tær kristnu.

? Tær jødisku páskirnar ganga mest fyri seg inni í heimunum og í synagogunum. Sjálv hátíðin varir í heilar sjey dagar. Fyrsti og síðsti dagurin eru heilir frídagar, meðan dagarnir ímillum eru hálvir frídagar.

? Sum útlendingur í landinum var avmarkað, hvat innlit eg fekk í tær jødisku páskirnar.

? Men av tí at eg longu hevði verið fleiri mánaðir í landinum tá, legði eg merki til nakrar broytingar hjá jødunum. Tað vóru fleiri, ið gingu við bønarsjalli, og hjá nógvum varð húsið vaskað upp og niður.

? Samstundis varð alt breyð burturbeint, og tey nýttu einans ósúrgað breyð, meðan hátíðin vardi. Hátíðin verður jú eisni nevnd hátíð hina ósúrgaðu breyða.

Eyðhild greiðir frá, at hetta verður gjørt til minnis um, tá ið jødarnir í skundi fóru út úr Egyptalandi og bara fingu ósúrgað breyð við sær, samstundis sum tað eisini er til minnis um breyðið, tey fingu at eta í oyðimørkini - manna.


Eyka frídagar ella hátíð

Sum sæst eru tær jødisku páskirnar sera nógv bundnar at søgu jødanna, samstundis sum nógv ymisk symbolir verða nýtt fyri at minna tað núverandi ættarliðið um tað, sum teirra forfedrar hava upplivað saman við Gudi.

? Tað er eisini sera ymiskt, hvat tann vanligi jødin ger burturúr páskinum og hátíðunum í heila tikið.

? Teir sonevndu ortodoksu jødarnir, tað eru teir, sum ganga mest upp í sína trúgv, gera sjálvandi mest burturúr.

? Har eg búði í Jerúsalem, búðu eisini nógvir ortodoksir jødar, og legði eg tí merki til broytingina. Hetta hóast tað fyri tað mesta er sambandið millum tann einstaka og Gud sum er tað avgerandi.

? Hjá teimum jødunum, sum ikki ganga so høgt uppí sína trúgv, hava páskirnar als ikki sama týdning. Hjá nógvum er hetta bara nakrir eyka frídagar. Ella tey kanska vitja synagogurnar nakað oftari, enn tey annars plaga at gera.

? Sjálvt sederkvøldið, tað er tá ið sjálv páskamáltíðin verður hildin, er næstan alt stilt. Tá er næstan eingin ferðsla á vegunum í Jerúsalem, og ein kennir, at hetta er ein serstakur dagur fyri fólkið í tjóðini.


Páskamáltíð saman við messianskum jødum

Eyðhild fekk høvið at royna, hvussu ein annar bólkur av jødum, teir messiansku jødarnir, hildu páskamáltíð. Messianskir jødar eri teir sum trúgva á Jesus sum Messias.

? Eg var saman við nøkrum av mínum arbeiðsfeløgum í eini lítlari messianskari meinigheit. Vit vóru um 30 tilsaman. Her ótu vit páskamáltíðina og gingu fram eftir teimum ritualunum, sum jødar hava nýtt í fleiri túsund ár.

? Teir messiansku jødarnir leggja tó ein annan týdning í tey ymisku symbolini. M.a. tí at tey trúgva, at Jesus er lambið, sum varð dripið, og at hansara blóð er tað, sum frelsir.


Lata dyrnar upp

fyri Messiasi

? At páskamáltíðin er ein hátíðarløta, sæst eisini av øllum tí, sum verður gjørt burturúr. Nógv er gjørt burturúr borðreiðingini, og fólk eru í hátíðarhugi.

? Undir sjálvari páskamáltíðini verður lisið upp úr Skriftini, nakrir sangir verða sungnir, og so verður ymiskt etið inn ímillum. Tey fýra víngløsini verða eisini drukkin eftir ávísari raðfesting.

? Millum annað verða sterkar urtir etnar, fyri at minnast tárini hjá jødunum, tá ið teir vóru í Egyptalandi. Messiansku jødarnir minnast eisini Jesu tár og pínslur.

Eftir at komið er ígjøgnum tey ymisku ritualini verður sjálv høvuðsmáltíðin etin.

Tá ið máltíðin er etin er siður, at hurðin verður latin upp, og gesturin skal trína inn og taka sæti við tann tóma sessin. Gesturin, ið bíðað verður eftir, er Messias.

Vanligt er annars ikki at messianskir jødar nýta henda sið, nevnliga tí teir trúgva, at Messias er komin. Men tað eru kortini nakrar messianskar meinigheitir, ið gera nýtslu av hesum siði.


Send út av Ísraelsmissiónini

Eyðhild var ikki bara um páskirnar í fjør í Ísrael. Í grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av1996 eisini.

Hon fór til Ísraels 21. august í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi hon í bíbliuhandlinum í Jerúsalem hjá altjóða Bíbliufelagnum, og síðstu mánaðirnir arbeiddi hon á bókasavninum á Caspari Centrinum í Jerúsalem. Henda miðstøðin fyri messianskar jødar skipar millum annað fyri skeiðum fyri messianskar jødar, og virkar á annan hátt sum eitt tilboð fyri messianskar jødar.

Eyðhild kom aftur til Føroya beint undan jólum í 1997. Her byrjaði hon aftur í sínum fyrrverandi starvi sum skrivstovukvinna í Amboðsdeildini hjá Thomas Dam í Havn.


Nógvir pílagrímar

? Tær kristnu páskirnar vóru hinvegin nógv meir sjónligar. Hetta var ikki minst vegna allar teir mongu pílagrímarnar, sum vóru í Jerúsalem páskadagarnar, men eisini tí so nógv gekk fyri seg uttandura.

? Av tí at hetta ikki eru frídagar eftir jødiskum kalendara, arbeiddi eg fleiri av hesum døgunum, og fekk tí ikki møguleikan at vera við til alt sum hendi hesar dagarnar.


Gingu somu

leið sum Jesus

Tað var Danska kirkjan í Jerúsalem, ið skipaði fyri teimum flestu tiltøkunum á páskum, sum eg var við til. Kortini tóku nógv fólk úr hinum Norðurlondunum eisini lut í tiltøkunum.

? Pálmasunnudag gingu pílagrímar frá Betfage yvir Oljufjallið og víðari inn gjøgnum leyvportrið til gamla býin. Her vóru nógv sum fóru í ferðalag við teimum.

? Skírhósdag gekk leiðin frá Sion-fjallinum, har tey meina, at Jesus helt ta heilagu kvøldmáltíðina saman við lærusveinunum, út úr Gamla býnum yvir um Kedrunar løkin og inn í Getsemane-urtagarðin.


Via Dolorosa

Eyðhild var hvørki við Pálmasunnudag ella Skírhósdag, men Langa fríggjadag og Páskadag vildi hon ikki missa.

? Langa fríggjadag varð gingið Via Dolorosa. Hetta er líðingar?vegurin, Jesus gekk, frá tí hann varð dømdur, til hann kom út á Golgata og varð gravlagdur.

? Á Via Dolorosa eru 14 ymisk støð, har steðgað verður. Á hvørjum staðið varð lisið upp úr Bíbliuni. Sungið varð eisini. Endað varð í sjálvari Gravkirkjuni - ella rættari sagt, uppi á takinum á Gravkirkjuni. Lisið varð úr líðingarsøguni og sungið.

? Her vóru eisini nakrir spaniólar, sum høvdu sett síðstu tíðina hjá Jesusi saman til ein leik. Klæddir sum rómverskir hermenn festu teir Jesus á krossartræið og hongdu hann upp.

Í Gravkirkjuni, sum sambært siðvenjuni er bygt yvir bæði Golgata og grøvina, Jesus varð lagdur í, halda einir fimm ymiskar kirkju?rætningar til. Hvør rætningur hevur sín part av kirkjuni. Hetta virkar ofta ørkymlandi fyri ferðafólk og onnur, sum koma at vitja. Tað er ofta, at tann hugmyndin, ein hevði av staðnum, als ikki svarar til veruleikan.


Gudstænasta

í sólarrisinum

? Páskamorgun fóru vit tíðliga upp. Longu kl. 5.45 byrjaði gudstænastan uppi á Oljufjallinum. Hetta var ein gudstænasta undir opnum himni, og tað varð sjálvandi heilt myrkt. Men við endan á gudstænastuni lýsti, og sólin kom upp.

? Hetta varð gjørt mest fyri tað symbolska virði í tí, at nú var Jesus vorðin livandi aftur. Eins og sólin vann á myrkrinum, vann Jesus eisini á deyðanum. Eisini var hetta eitt symbol uppá, at eins og ein nýggjur dagur ber alt nýtt við sær, soleiðis er eisini við tí nýggja lívinum í Kristusi. Tað er alt nýtt og ber einki av tí gamla við sær.


Grav-urtagarðurin

Etið varð á Oljufjallinum, áðrenn farið varð í Grav-urtagarðin (Garden Tomb) til næstu gudstænastuna henda dagin.

Grav-urtagarðurin verður av nøkrum hildin at verða staðið, har Golgata og Jesu-grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verið Golgata, er tætt hjá.

Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan stendur ídag, ella tað er í Grav-urtagarðinum. Fyri onnur hevur tað minni týdning um tað er tað eina ella hitt staðið. Tað er persónurin og tað, hann gjørdi, sum hevur týdning, siga tey.

Virkar Gravkirkjan eitt sindur ørkymlandi, so er Grav-urtagarðurin ofta nógv einfaldari. Samstundis svarar hesin staðurin ofta nógv meir til hugmyndina, ein hevði áður. Her er ikki bygd nøkur kirkja, men í staðin er fríðkað um við plantum, og ein sær heyggin og ta tómu grøvina, soleiðis sum tær eru.


»Livað meg

gjøgnum páskirnar«

? Páskadag vóru sera nógvar gudstænastur í grav-urtagarðinum. Bólkar komu og fóru, og eitt mál varð skift út við eitt annað. Sjálv var eg við til ta norðurlendsku gudstænastuna.

? Tað var nakað serligt at sita yvirav tí tómu grøvini og hoyra páskaboðskapin. Tað er eins og ein sær alt fyri sær, tá ið ein hoyrir evangeliið. Tað var eins og vóru tað ikki bara orð longur. Tað var líkasum at evangeliið gjørdist nógv meir livandi fyri mær.

? Eg haldi, at henda gudstænastan var eitt tað størsta, eg upplivdi, við páskahaldinum í Ísrael.

? Men eisini í heila tikið pínslusøgan. Tað gjørdist alt meir livandi fyri mær. Áður hevði tað virkað meir veruleikafjart. Eg fekk eina heilt aðra uppliving av páskunum.

? Tað er fyrstu ferð, eg havi livað so tætt at páskaboðskapinum sum í fjør. Ja, fyrstu ferð eg havi »livað meg gjøgnum páskirnar«.


Fylgja Jesusi í hugaheiminum

Sjálvt um páskaboðskapurin er vorðin meir livandi fyri Eyðhild, so heldur hon kortini, at tey, sum ikki hava verið í Ísrael, eisini kunnu fáa nógv burturúr páskaboðskapinum.

? Vit hava jú øll hoyrt ella lisið um páskini, og tað er boðskapurin og ikki staðið, sum er tað avgerandi. Hinvegi fær ein nógv »uppá pláss«, tá ið ein kennir og veit, hvar tey ymisku støðini eru.

? Til dømis tá ið tú kennir tey ymisku støðini, kanst tú fylgja Jesusi í hugaheiminum. Eitt nú tá ið hann nærkast Jerúsalem. Fyri hvørt stig hann tekur, veit hann, at hann nærkast málinum. Hvat hevur tað ikki barst inni í honum, tá ið hann kom nærri og nærri. Eg undrist mangan yvir, at lærusveinarnir hava staðið so óvitandi og spyrjandi.


Fríska upp minnini

Páskirnar hjá Eyðhild verða øðrvísi í ár. Tó so, sjálvt um hon ikki leingist at fara yviraftur til Ísraels, so er nakað av tí, hon upplivdi í sambandi við páskirnar, sum hon roynir at fríska upp í minninum.

? Eg havi lisið nógv úr pínslusøguni, og eg hugsi eisini nógv um páskirnar.

? Eg havi verið við til føstugudstænastur, og á páskum fari eg í kirkju høgtíðsdagarnar. Annars ætli eg at vera saman við familjuni hátíðsdagarnar, sigur Eyðhild.


Fari avstað aftur

»Tað er nú tað«, svarar Eyðhild, tá ið eg havi hug at heilsa henni við heilsanini »Næsta ár í Jerúsalem«.

? Um eg havi pening, so møguliga. Eitt er tó víst; eg fari avstað aftur, og tað verður óivað til onkra av hátíðunum, sigur Eyðhild S. Dam.