Treytin er tjóðveldi

Finnur Helmsdal valevni Tjóðveldisfloksins til fólkatingið:

Eiga vit ikki okkara land, eiga vit heldur ikki rættin til tað, sum er í undirgrundini. Sjálvstýri er einasti møguleiki fyri, at vit við fullari vissu kunnu siga, at vit eiga fullan rætt til oljuna

Tað er soleiðis løgfrøðisliga sæð, at eingin kann siga seg eiga rættin til nakað uttan so at viðkomandi eigur tað. Og tí er tað soleiðis løgfrøðisliga sæð, at heimildin, Poul Schlüter gav Atla Dam til undirgrundina, ikki gevur okkum føroyingum minsta ognarætt til undirgrundina. Og harvið heldur ongan ognarrætt til oljuna í undirgrundini. Um vit skulu ognast fullan rætt til undirgrundina og tey ráevni, sum helst liggja har, so er loysnin bert ein, og tað er føroyskt tjóðveldi. Áðrenn oljan fer at renna. Tí eftir at oljuævintýrið er vorið veruleiki, verða møguleikarnir fyri at fáa fullan vinning av oljuni sera smáir. Tann dagin oljan rennur, fara danir sjálvsagt at krevja sín rætt, og rættur teirra er í dag tann, at tað eru teir sum ? alt annað líka ? eiga rættin til undirgrund okkara og ráevnini við.

Føroyingar og Føroyar kunnu einki og megna einki í hesum máli, soleingi vit eru tann parturin av danska ríkinum, sum heimastýrislógin ger okkum til. Tí sambært heimastýrislógini eru og blíva vit ikki annað enn eitt amt við teimum rættindum, sum eitt amt gevur. Hetta skrivaði Alf Ross í 1948, hetta segði amtskvinna okkara, Vibeke Larsen, herfyri.

Tíbetur er skarin av ivandi føroyingum við atliti at føroyskum tjóðveldi minkandi, men enn eru tó nógv, sum ikki eru sannførd. Hesi eru tíverri løtt hjá Ellefsen/Samuelsen klanini at ræða við teirra pátikna svarta afturhaldi. Tí vóni eg, at hetta skriv og annars nógva tosið og skrivingin, seinastu tíðina um tað sjálvsagda í føroyska tjóðveldinum, eisini fer at ávirka tey ivandi.

Eg havi hug at vísa teimum ivandi á, at svarta tosið hjá klanini Ellefsen/Samuelsen (sum eisini løgmaður hevur konverterað til) als ikki hevur til endamáls at tæna føroysku tjóðini. Teirra svarta afturhald hevur bert eitt endamál, nevniliga at verja vunnin persónlig rættin og ágóða hjá ávísum. Er tað nakar, sum elvir til stríð, sum útihýsir og sum kennir seg hevjað yvir øðrum, so er tað áðurnevnda klan.

Føroyingar ? ivist ikki longur. Tað er hvørki blokkurin ella annað, sum danir reypa sær av at hjálpa okkum við, sum er nøglan í føroyska bátinum. Nøglan í føroyska bátinum er vit sjálvi, okkara sál, okkara áræði, okkara hegni og arbeiðshugur. Og ábyrgdarkenslan fer at gera, at hesir eginleikar gerast sjálvsagdir, og ábyrgdarkenslan fer at gera, at vit fara at vanvirða pátikna svarta afturhaldið hjá Ellefsen/Samuelsen, sum bæði niðurger og háðar føroyingin.

Føroyingar, vit fara at klára eitthvørt sker á leiðini við røttu eginleikunum, ábyrgdarkenslu og nýhugsan. Ikki minst innan vinnulívið. Men allar fyrsta stig á leiðini er føroyskt tjóðveldi.