Javnaðarumboð ikki náttúrligur partur av donskum floksáhugamálum

Ein framstandandi limur á danska fólkatingi segði í bløðunum herfyri, at lítið varð lurtað eftir føroysku limunum á danatingi.

Hetta kann ikki vera rætt, ella hvussu?

Tað eru ikki altíð tey nógvu og stóru orðini, ið føra á mál, men heldur skilaloysnir við báðum beinunum á føstum kletti.

Teir, ið hava sæti á fólkatingi í dag, kunnu svara fyri seg, men tá hildið verður uppá, at teir ikki verða tiknir fyri fult, má tað undra og ávirka.

Tann eina føroyska røddin á fólkatingi hevur verið í og so fitt. Hin hevur gjørt meiri skaða enn gagn, hevur havt lyndi til at lagt seg í meira lagi út í donsk innanríkismál. Hetta øsir danir upp, og tað er væl skiljandi. Høvdu vit ikki látist um vón?

Vit hava rætt til tvey umboð og henda rætt skulu vit brúka. Hetta skal tó gerast við skili og neyðugari ábyrgd.

Vit vilja samstarva á fólkatingi, men tíðin er farin frá at nakar danskur flokkur skal halda, at eitt føroyskt javnaðarumboð er ein náttúrligur partur av teirra floksáhugamálum.

Okkara umboð á danatingi eiga ikki at vera undirbrotlig ella hástór, men vera væl inni í teimum viðurskiftum, ið verða viðgjørd, hetta vil gagna føroysku tjóðini.


Torleif Sigurðsson