Ein brúkar ein máta, annar brúkar annan

Nøkur orð um at vera aktivur ella passivur fólkatingsmaður

Um tveir mánaðir eru 50 ár liðin, síðani Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður. Tey fyrstu 25 árini stillaði flokkurin ikki upp til Fólkatingsval. Hesi seinastu 25 árini hevur flokkurin stillað upp, men støða hevur verið tikin í hvørjum einstøkum føri til spurningin, um stillast skuldi upp ella ikki.

Kanska er hetta orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin ongantíð á Flokstingi hevur samtykt ein politikk í sambandi við Fólkatingið.

Tað hevur tó verið sjálvsagt, at valevnini skuldu fylgja Stevnuskrá floksins, har fyrsta grein sigur, at føroyskt tjóðveldi skal stovnast.


Samgongur ?

heima og burturi

Nú til fólkatingsvalið havi eg sagt fyri mítt egna viðkomandi, at um eg komi inn á Fólkating og í eina lyklastøðu, fari eg at taka av, um bólkar á Fólkatingi bjóða mær til samráðingar. Kann eg fáa eina avtalu, sum eg haldi gagna føroysku tjóðini og politikki Tjóðveldisfloksins, eri eg til reiðar afturfyri at styðja eina danska stjórn og hennara politikk.

Henda støða hevur fallið summum fyri bróstið, sum halda, at eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi má ikki føra politikk.

Í royndunum at vinna fram móti málinum at stovnseta Føroya Tjóðveldið hevur Tjóðveldisflokkurin sitið í landsstýrissamgongu við aðrar flokkar í tilsamans 17 ár ella meira enn triðingin av tíðini, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Í øllum samgongunum hevur flokkurin ført tjóðveldispolitikk, men hevur samstundis noyðst at tikið undir við teimum hjartamálum, sum aðrir samgonguflokkar hava havt.


Grundlógarfest umboðan

Eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin eigur at reka politikk, har flokkurin fær kjansin til tað. Eisini á Fólkatingi. Tað er neyvan skilagott at velja fólk í eitt parlament við tí endamáli, at tey ikki skula reka politikk.

Summum tykir tað helst løgið, at ein føroyskur fólkatingsmaður kann koma í ta støðu, at hann noyðist at atkvøða fyri málum, sum bert viðvíkja Danmark, ikki Føroyum. Hartil er at siga, at tað eru danir, sum við grundlógini hava noytt føroyingar at velja umboð á Fólkating, vit hava ikki biðið um at sleppa upp í part. Tað er so eisini teirra ábyrgd, at føroyingar og grønlendingar eiga fýra sessir og samsvarandi ávirkan í teirra tingi.


Arbeiðshættirnir

Kemur Tjóðveldisflokkurin at eiga ta avgerandi atkvøðuna á Fólkatingi, eigur hann at royna at gera eina avtalu, sum gagnar Føroyum og ber á ta politisku leið, sum er Tjóðveldisfloksins.

Afturfyri má umboð Tjóðveldisfloksins so binda seg til at styðja stjórnarsamgonguna og atkvøða fyri uppskotum, sum stjórnin leggur fyri Fólkatingið. Men tað verður ikki eitt tjóðveldisumboð, sum fer at leggja danskan politikk til rættis. Tað gera danir sjálvir.

Í Tjóðveldisflokkinum er full semja um stevnuna: stovnseting av føroyska tjóðveldinum. Sum í øðrum flokkum kunna einstaklingar og bólkar vera ósamd um, hvussu eitt mál skal røkkast. Ein nýtir ein hátt, ein annar nýtir ein annan. Tað ger heldur onki.

Í Tjóðveldisflokkinum halda mong, at ein tjóðveldismaður á Fólkatingi skal vera passivur. Eg og fleiri við mær halda, at ein tjóðveldismaður eigur altíð og allastaðni at virka fyri floksins stevnu ? eisini við at gera samgongu á Fólkatingi, um høvi býðst.