kanska einamest av tí, at ymiskt er um hugtakið tjóðskapur merkir tað sama í ymsum munnum. Við pallborðið vildi onkur ikki bert kolldøma tjóðskapin, men sýntist eisini at halda, at føroyskt í sjálvum [...] ósmbærligari hugsan. Bar ikki til at kalla hana óføroyska, so bar til at skíra hana ókristiliga. Ella bæði í senn. Pallborðsluttakararnir vóru tó allir á einum máli um, at tjóðskapur sum hugsjónarligt [...] um gávur og hegni yvirhøvur eru til at skapa nakað sum helst). Soleiðis var (tak eitt nú føroysku kvæðini), soleiðis er og soleiðis fer at vera í framtíðini. Eftir at henda niðurstøða var fingin, var o
Bólkurin aftan fyri teir spældi væl, og dómsnevndin greiddi frá, at orsøkin til, at hesin bólkur varð tikin framum allar hinar góðu bólkarnar, var, at hetta var tann bólkurin, ið var mest til reiðar, ella sum [...] síðstu løtu var púra ógreitt hvør vinnarin fór at verða. Tí hóast fleiri bólkar vóru heilt góðir, so var eingin veruliga framúrskarandi. Tó skal eg viðganga, at tá Heavy Mojo fór av pallinum eftir eina sera [...] lívliga framførslu av sínum heilt egna blandi av rappi og rokki, so hugsaði eg, at tað skuldi ikki undra meg um hesin bólkur fór at vinna. Fyrra lagið hjá bólkinum var ok, kanska ikki besta lagið á kvøldinum
noyddir til at samskifta við fólkini á einum andlit-til-andlit støði. Gittarin og lítla anleggið kann skjótt fáa ein at kenna, at framførslan er nakað nakin. Men hetta virkar eisini til, at styrkirnar hjá [...] í 2003, har ið hann eisini var í finaluni uttan at vinna. Eingin ivi er um, at Høgni er ein sera evnaríkur ungur maður, sum hevur mangar streingir at spæla uppá. Eyðkent fyri framførsluna hjá Høgna var [...] leygardagin. Sera nógv fólk vóru møtt í Hafnia Lounge. Tað var um at sild í tunnu í trongu hølunum. Tú skuldi vera í góðari tíð til at fáa eitt hampiligt pláss, og tíbetur var undirritaði í sera góðari
trimum virkisfúsu kvinnunum at fara undir at reka matstovuna. Tær skuldu í roynd og veru bara fiksa tað eitt sindur upp, áðrenn tær kundu bjóða teimum fyrstu matgestunum vælkomnum. At matstovan so fekk navnið [...] Og tá vit so ikki fingu møguleikan at halda fram á Sjómansheiminum, spurdu vit um hetta staðið. -Tað bleiv játtað næstan beinanvegin. Og so var bert eftir hjá okkum at fara í sving, sigur hon. Eftir eina [...] ferðast framvið her. -Nógv nøvn blivu nevnd, men so samdust vit um at kalla tað Sjókafé?in, tí tað hóskaði seg so væl til endamálið. Eg haldi, at tað sigur eisini hvat tað er sum vit gera, sigur Maritha. Og
vandamálunum við at fiska svartkjaft til mannaføði er framleiðsluorkan, tí fiskurin skal framleiðast rímuliga skjótt, eftir at hann er komin á dekkið. Tá góður fiskiskapur er, kemur tað mangan fyri, at skipið ikki [...] hátt, her vit sita á kamari hansara umborð á Næraberg og práta. Fer at framleiða surimi ? »Golden Alaska« var uppruna-liga bygdur til at framleiða fløk og mjøl umborð, og veiðan var fyri tað mesta alaska [...] hann tó í tí. Hugsjónargrundarlagið hjá Røkke bleiv at byggja risastórar og framkomnar trolarar við egnari framleiðsu umborð. Og hetta skuldi vísa seg at verða rætt. Og nógv stór skip vórðu bygd, fyrst American
Fríði Barbá sendur á vøllin fyri Alexandar Jovecic, so at runavíkingar fingu ein eyka áleypara. Tað var væl skiljandi, at Jógvan Martin valdi at seta ein eyka áleypara inn, men hinvegin var tað óskiljandi [...] í 1. deild við einum 1-0 sigri á NSÍ í Gundadali mikukvøldið. Undan dystinum var greitt, at vinnandi liðið fór at verða fremst í landskappingini, nú farið var í summarfrí. Báðir partar løgdu eisini nógv [...] nær við, at teir løgdu seg á odda. Í 25. minutti slapp Rógvi Jacobsen leysur í høgru síðu av brotsteiginum og legði upp á tvørs, men Heine Fernandez, ið kom glíðandi, var akkurát ov stuttur til at røkka bóltinum
er skrivað av donskum granskarum, vil vera við, at vit noyðast leita langar leiðir, um vit ætla at finna tosk, síl og laks í framtíðini. Orsøkin er, at miðalhitin hækkar. Granskarar á enska stovninum Centre [...] í osonlagnum veksur Útlátið av skaðiligum evnum hevur við sær, at osonlagið tynnist. Harumframt hevur vakstrarhúsárinið eisini við sær, at hol kemur á osonlagið, serliga kring pólarnar. Síðan miðskeiðis [...] Golfstreymurin virkar á tann hátt, at kalda vatnið úr norðri søkkur undir heita vatnið, sum streymar móti Føroyum úr útsynningi. Eitt fyribrigdi, sum mangan hevur fingið granskarar at rópa ísin við Arktis fyri
um, at vit burdu møtst aftur einaferð. Meiningin var at møtast, tá 40 ár vóru liðin, síðani vit fóru í 1. flokk, men tað bleiv av ongum, so nú hildu vit, at vit skuldu gera okkurt í sambandi við, at øll [...] við at Piddi Hjelm kunngjørdi, at nú fór Charlotta at syngja, men tað tók hon við opnum ørmum og sang ein góðan sang fyri okkum. Tað bleiv hildið á til kl. 6 á morgni. So tað má verða tekin um, at øll [...] orðið og segði, at eg kundi gott syrga fyri at senda brøvini út til allar næmingarnar, sum hava gingið í barnaskúlanum. So fekk eg Maluna Simonsen og Annu Mariu Hansen, sum báðar búgva í Havn at hjálpa til
á Lakjuni vísti ferð eftir ferð, at tað eru heilt fáir, sum eru so kringir við bóltinum, sum hann er tað. Eftir fyrsta korterið gjørdist B36 meiri bóltførandi, uttan at tað stóðust møguleikar burturúr. [...] ímóti óhepna botnliðnum, og kenslan var ikki langt burtur, at nú hevði B36 tak á tí. Punkteringin Tað hevði B36 eisini. Men á ongan hátt í tann mun, at nervin var burtur. B36 var væl skipað. Teir restaðu Inga [...] fyri seg á sentrala miðvøllinum, har Fróði Benjaminsen fekk pláss at vera meiri eyðsýndur, enn hann nakrantíð hevur verið, síðani hann fór at spæla við B36. Pól Thorsteinsson helt høvdið kalt í miðverjuni
so bara at vóna, at løgtingið ikki letur hann vinna stríðið um skúlan, har friður og semja valdaði. Vónandi kúgar tingið hann enn eina ferð at bíta í grasið, og letur fólki her suðuri fáa frið at liva. [...] nú stríðast javnaðar- og sambands- og fólkafloksmenn av øllum alvi við at sorla og morla alt niðuraftur. Ella, kanska teir fara at hugsa seg um av álvara, og ikki lata seg taka av fót-um, nú skúlin, sum [...] flytast til Hovs aftan á at einar 10 milliónir eru brúktar. Tann dagin tað hendur kemur Føroya løgting á eitt klárt fyrstapláss í alheims metbókina fyri idiotiskar felagsskapum. At skapa split dugir Hendrik