Avleiðingar av veðurlagsbroytingunum

Um vakstarhúsárinið

Vakstrarhúsárinið er ein fortreyt fyri lívi á jørðini, sum vit kenna tað í dag. Um vakstarhúsárinið ikki var, var heimurin í miðal 30 stig kaldari.

Vakstrarhúsárinið er ein natúrlig tilgongd, har loftrúmið heldur sólarorkuni inni og hitar jørðina. Men tess fleiri vakstrahúsgass eru í loftrúminum, tess heitari verður jørðin.

Granskarar siga, at áhaldandi útlátið av vakstrarhúsgassum økir um vakstrarhúsárinið og sostatt eisini hitan á jørðini meira enn væl er. Vakstrarhúsgassini eru vatndampur, koltvíilta, metan og láturgass, sum øll eru natúrliga til staðar í loftrúminum. Men, fleiri gass merkja eisini sterkari vakstrarhúsárin og harvið heitari jørð.

Co2, ella koltvíilta, er eitt av vakstrarhúsgassunum, sum er hækkað nógv seinastu árini. Síðani 1750, tá ídnaðarframleiðsla tók seg upp her í vesturheiminum, til í dag, er nøgdin av Co2 hækkað við 33 prosentum. Kanningar vísa, at hetta er hægsta talið seinastu 800.000 árini.

---

Ísurin bráðnar

Ávís øki á grønlendska innlandsísinum bráðna við meiri enn einum metri um ári. Síðani byrjanina av 20. øld eru nógvir jøklar eisini farnir at bráðna. Eitt nú í Alpunum, í Himalaya og Andesfjøllunum. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri milliónir av fólki í India, Pakistan, Kina, Peru, Bolivia, og Alaska, har tey nýta jøklarnar til drekkivatn. Europeiskir og norðuramerikanskir jøkla-granskarar frá Geophysical Research Letters mettu í einari frágreiðing frá oktober í fjør, at á leið tveir triðingar av hækkaða vatnstøðinum í heiminum stavar frá bráðnaðum jøklum.

Um allur grønlendski innlandsísurin bráðnar, merkir tað eina hækking á 6 m. Um allur ísurin á jørðini bráðnar, hækkar vatnstøðan við 70 metrum í miðal.

---

Holið í osonlagnum veksur
Útlátið av skaðiligum evnum hevur við sær, at osonlagið tynnist. Harumframt hevur vakstrarhúsárinið eisini við sær, at hol kemur á osonlagið, serliga kring pólarnar. Síðan miðskeiðis í 1980unum hava granskarar á hvørjum ári staðfest eitt osonhol yvir Antarktis, har áleið helmingurin av osoninum nú er burtur. Seinastu árini hava fólk eisini staðfest osonhol yvir Arktis, har úti við einum triðingi er burtur.

--

Golfstreymurin kann broytast

Eitt av evnunum, sum Bogi Hansen hevur granskað serliga nógv í, er, hvussu Golfstreymurin verður ávirkaður av veðurlagsbroytingunum. Golfstreymurin er á sín hátt ein av avgjørdu fortreytunum fyri fiskiríkidøminum kring Føroyar, men skiftir veðurlagið alt ov nógv, kann sama ríkidømi væl flyta seg av føroyskum sjómarki.
Golfstreymurin virkar á tann hátt, at kalda vatnið úr norðri søkkur undir heita vatnið, sum streymar móti Føroyum úr útsynningi. Eitt fyribrigdi, sum mangan hevur fingið granskarar at rópa ísin við Arktis fyri hjartað hjá Golfstreyminum.
Men verður veðrið lýggjari, er samstundis minni av ísi við Arktis. Tað merkir, at »hjartaslátturin« ikki verður heilt so máttmikil, og tí broytist sjálvur Golfstreymurin eisini. Og tað er als ikki óhugsandi, at samanrenningin av heitum og køldum vatni tí førkar seg av føroyskum sjóøki.
Seinastu nógvu árini hevur Bogi Hansen granskað hetta fyribrigdi við streym- og hitamátingum í føroyskum sjógvi. Og tað er millum annað hetta granskingararbeiðið, sum hevði við sær, at hann í fjør heyst kundi taka ímóti norðurlendsku umhvørvisvirðislønini.
-mørk


--


Toskurin doyr

Toskurin í Eystursjónum er sambært seniorgranskaranum Brian Mackenzie á Danska havrannsóknarstovninum næstan útdeyður av súrevnistroti og ovfisking. Ein nýgg bók, sum kallast “Vand og vejr i Danmark om 100 år”, ið er skrivað av donskum granskarum, vil vera við, at vit noyðast leita langar leiðir, um vit ætla at finna tosk, síl og laks í framtíðini. Orsøkin er, at miðalhitin hækkar.

Granskarar á enska stovninum Centre for Environment, Fisheries and Aquaculture Science – stytt CEFAS – fann í eini rannsókn í 2000 samband millum minkingina av framleiðsluni av ungtoski og hækkandi hitastig í Norðsjónum. Toski dámar best at vera í kaldari sjógvi, tá hann skal gýta, og Norðsjógvurin er longu næstan ov heitur. Skotski fiskimálaráðharrin hevur tó víst aftur, at tann fallandi fiskastovnurin í Norðsjónum skal hava nakað samband við ta globalu upphitingina.


-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --


Fólk flýggja úr Oyðimørkini

Á markinum millum Kina og suðurpartin av Mongolia flýggja fólk úr Gobioyðimørkini, sum sambært eini frágreiðing frá bretsku menningarstovuni Tearfund veksur 10.400 ferkilometrar um árið. Sambært Tearfund eru tær globalu veðurlagsbroytingarnar ein beinleiðis orsøk til hetta. Aðrir granskarar og stjórnin í Mongolia eru tó av tí áskoðan, at hitahækkingingarnar eru ein minni partur av orsøkini. Miðalhitin í Mongolia er tvey stig hægri í dag enn í 1940. Harafturat er avfallið 10 minni í Gobioyðimørkini í dag í mun til í 1940. Sambært Thomas Reicher, professara á universitetinum í Utah, vísa mátingar frá fylgisveinum tey seinastu 25 árini, at oyðimarkarøkini vaksa bæði á norðaru og syðru hálvkúlu. Hetta merkist í Nigeria, har oyðimarkarvíðkingin, sum er upp til 3500 ferkilometrar um árið, noyðir bøndurnar at flyta.


Keldur:
www.dmi.dk
www.faktalink.dk
www.dr.dk
www.bbc.com
www.logting.fo
Politiken
Sosialurin
www.hsf.fo
www.miljoministeriet.dk