Tú fært eisini kjøt á Sjókafé?ini

Skalt tú njóta ein góðan døgurðabita afturvið góðum útsýni, so er Sjókafé?in í Runavík eitt gott boð í hesum sambandi. Tað eru tríggjar kvinnur, sum reka hesa matstovuna, ið bjóðar bæði fisk og kjøt til døgurða.

Tú hoyrir tær javnar lýsa við dagsins rætti á Rás 2. Hvønn gerandisdag hava fólk í Runavík møguleika at fáa sær ein góðan døgurðabita á Sjókafé?ini á havnalagnum í Runavík.
Her starvast tríggjar kvinnur við royndum á ymsum økjum: Sunneva Petersen sum er cafeteria-assistentur, Maritha Danielsen sum veit nógv um, hvat ein kann fáa og gera burtur úr fiski, og síðani Karhild Johansen sum hevur royndir frá køksarbeiði á Sjómansheiminum í Runavík.
Hóast tær kalla mastovuna fyri Sjókafé?in, so eru tað ikki bert rættir úr havsins ríkidømi, ið fáast til matna her. Her verða bæði kjøt og fiskur settur á matskránna.
Líkt er til, at fólk hava tikið væl undir við matstovuni. Henda dagin vit vitjaðu á staðnum, var væl av fólki til ein kaffimunn um morgunin, og haraftrat vóru 45 til døgurða.
Tær tríggjar kendust ikki frammanundan at tær møttust sum starvsfelagar á Sjómansheiminum í Runavík. Tær koma frá heilt ymiskum støðum ? ein úr Æðuvík, ein úr Runavík og hin triðja av Strondum.
Tær hava ymiskar ætlanir við matstovuni í framtíðini. Enn er tað bert ein kantina, men hugurin er at hækka støðið eitt sindur í framtíðini.

Arbeiddu saman
Nýggja matstovan lat upp á fyrsta sinni í september mánaði í fjør.
Men tær tríggjar ? Sunneva úr Runavík, Maritha av Strondum og Karhild úr Æðuvík - eru kortini ikki nýggjar ella óroyndar, tá talan er um at reka eina slíka matstovu. Tær koma allar av Sjómansheiminum í Runavík, har teir hava arbeitt saman.
Tá Sjómansheimið lat aftur í fjør, hildu tær tað vera spell um eingin matstova av slíkum slagi var í Runavík.
Maritha sigur soleiðis frá um "søguna" hjá matstovuni.
-Vit vistu um hetta staðið her við havnalagið. Og tá vit so ikki fingu møguleikan at halda fram á Sjómansheiminum, spurdu vit um hetta staðið.
-Tað bleiv játtað næstan beinanvegin. Og so var bert eftir hjá okkum at fara í sving, sigur hon.
Eftir eina tíð við neyðugum fyrireikingum lat Sjókafé?in upp fyri sløkum fimm mánaðum síðani, fáar 100 metrar frá fyrrverandi arbeiðsplássinum.


Nær við sjógvin
Tær vóru á mangar mátar hepnar við valinum av høli, tí tað frammanundan var kantina hjá starvsfólkunum í FJM.
Fyrr helt ein heilsøla til í hesum bygninginum, men síðani hava teir hjá FJM innrættað hetta sum eina kantinu. Ein partur av køkinum kom frá eini aðrari matstovu í økinum, nevniliga "Ólastovu", sum lat aftur fyri nakað av tíð síðani.
Tí var alt í veruleikanum klárt hjá teimum trimum virkisfúsu kvinnunum at fara undir at reka matstovuna. Tær skuldu í roynd og veru bara fiksa tað eitt sindur upp, áðrenn tær kundu bjóða teimum fyrstu matgestunum vælkomnum.
At matstovan so fekk navnið "Sjókafé?in" var kanska meiri av tilvild. Onkur skjeyt upp at kalla Sjómansheimið upp, men tað vildu tær kortini ikki.
-Hetta liggur jú nær við sjógvin, og hevur eitt sera gott útsýni yvir havnalagið her í Runavík og tað virksemið sum ferðast framvið her.
-Nógv nøvn blivu nevnd, men so samdust vit um at kalla tað Sjókafé?in, tí tað hóskaði seg so væl til endamálið. Eg haldi, at tað sigur eisini hvat tað er sum vit gera, sigur Maritha. Og Sunneva og Karhild nikka samtykkjandi.

150 til borðs
Síðani tær byrjaðu í september í fjør hevur gingið væl við søluni. Tað eru sjálvandi altíð ójavnir dagar, - onkran dag er ikki so nógv at gera, meðan aðrar dagar hava tær havt úr at gera.
-Men vit skulu ikki klaga, siga tær tríggjar við ein munn.
Tær koyra fast við dagsins rætti frá mánadegi til fríggjadag. Annars taka tær móti bíleggingum, men hava ikki matstovuna opna um kvøldið ella um vikuskiftið.
Ein partur av virkseminum er við at koyra mat út av húsinum. Her er bæði talan um heitan rætt, grýturætt og smyrjibreyð.
Inni í sjálvari kafé?ini kunnu tær bjóða fólki at hava brúdleyp, føðingardagar, konfirmatiónir, ervi, fundir og tílíkt. Væl av plássi er, og tí rúmast eini 150 fólk inni í kafé?ini.
-Vit fáa 200 fólk inn, men tá kann tað gerast eitt sindur trongligt. Men eru tey 150, so kunnu tey sita rúmligt herinni, sigur Maritha.


Omanfyri 100 døgurðar
Sjókafé?in er bert opin gerandisdagar, og letur upp hvønn morgun, tá klokkan er farin nakað av níggju. Tá koma vanliga arbeiðsfólkini til ein kaffimunn. Døgurði er millum kl. 11:30 og 14, meðan ein annars hevur opið til nakað út á seinnapartin.
Henda dagin vit vitjaðu á matstovuni høvdu tey selt 45 døgurðar, og var hetta eitt miðaltal. Uppundir jól í fjør var rættiliga nógv at gera, - omanfyri 100 døgurðar onkran dagin.
Tað er fyri tað mesta arbeiðsfólk, sum eta her, men vanliga verður eisini matur latin út av húsinum til bankar, handlar og tílíkt.
Í gjár lýstu tær í Rás 2 at dagsins rættur var høsnagrýta.
Og fert tú á Sjókafé?ina í dag er annaðhvørt lambasteik ella rullusteik á skránni.
Vælgagnist!