Ein av fyrireikarunum, Randfríð Sørensen, greiðir soleiðis frá um tað sum fór fram hendan dagin:
Heðin Kyrjarheygg og Pól Leivsgarð eru teir, sum ofta hava tosað um, at vit burdu møtst aftur einaferð. Meiningin var at møtast, tá 40 ár vóru liðin, síðani vit fóru í 1. flokk, men tað bleiv av ongum, so nú hildu vit, at vit skuldu gera okkurt í sambandi við, at øll blíva 50 ár í hesum árinum.
Heðin bar so hatta uppá mál við meg, einaferð vit møttust. Eg tók hann upp á orðið og segði, at eg kundi gott syrga fyri at senda brøvini út til allar næmingarnar, sum hava gingið í barnaskúlanum. So fekk eg Maluna Simonsen og Annu Mariu Hansen, sum báðar búgva í Havn at hjálpa til við fyrireikingunum. Tá so tann ásetti dagurin nærkaðist, fingu vit nakrar av fyrrverandi næmingunum í Klaksvík at taka hond í eisini, tey vóru: Jóannis Christiansen, Jógvan Leivur Nolsøe, Dagmar Jacobsen og Malan Mortensen.
Møttir vóru 55 av teimum upprunaligu 102 næmingunum, so tað má sigast at verða á góðari leið. Dagurin byrjaði við, at vit møttust í skúlanum til morgunmat og fingu heilsa upp á nakrar av lærarunum, sum vit høvdu tá. Fleiri av teimum eru deyðir nú. Tað var ein hugnalig løta. Fimm næmingar vóru komnir úr Danmark til at vera saman við okkum, men tíverri eydnaðist tað ikki hjá upphavsmonnunum til tiltakið, Heðini Kyrjarheygg og Pól Leivsgarð, at verða við, tá teir høvdu fingið skipsboð.
Farið varð síðan til gongu út í Grøv. Í kirkjugarðinum løgdu vit blómur á gravirnar hjá teimum næmingunum, ið farnir eru undan okkum. Veðrið var av tí allarbesta. Síðan fóru vit oman til teir gomlu útisvimjihyljarnar og nýttu eina løtu har. So bleiv gingið eftir tí gamla vegnum heim aftur í skúlan, har vit fingu ein kaffimunn.
Síðan fóru øll til hús eina løtu, tí vit skuldu møtast í Skálanum til eina góða máltíð kl. 19.00, har Bjarma Vágsheyg hevði gjørt okkum eina avbera góða máltíð.
Tað bleiv sungið og skemtað, og ein frá hvørjum klassa helt ein røðu. Charlotta á Váli Olsen bleiv tikin av bóli, við at Piddi Hjelm kunngjørdi, at nú fór Charlotta at syngja, men tað tók hon við opnum ørmum og sang ein góðan sang fyri okkum.
Tað bleiv hildið á til kl. 6 á morgni. So tað má verða tekin um, at øll hugnaðu sær, og at alt gekk gott.
Øll vóru á einum máli um, at vit mugu hittast aftur. Avgjørt bleiv so, at vit skulu hittast aftur um 7 ár. Tá verða tað 50 ár síðan vit byrjaðu í 1. flokki.
Myndatekstur:
Tey sum møttu leygardagin 10. juli og eru við á myndini eru hesi: John Heinesen, Klaksvík, Magnus Henriksen, Klaksvík, Jógvan Leivur Nolsøe, Klaksvík, Símun Petur Hjelm (Piddi), Klaksvík, Jóhan Mørkøre, Klaksvík, Carl Bernhard Mikkelsen, Hellerup, Dávur Hvidbro, Klaksvík, Sofía Hansen, Brændstrup, Súsanna Stefansson, Nordborg, Elisabeth Magnussen, Tórshavn, Sára Mikladal, Klaksvík, Gidda Vang, Kaldbak, Maria Vágfjall, Klaksvík, Selma Mikladal, Keypmannahavn, Randfríð Sørensen, Tórshavn, Fróði í Hvalvík, Klaksvík, Karl Klettskarð Isaksen, Klaksvík, Jórun Askham, Tórshavn, Charlotta á Váli Olsen, Tórshavn, Malan Mortensen, Klaksvík, Charlotta Thorsteinsson, Klaksvík, Anna Joensen, Klaksvík, Anna M. Egholm, Argir, Svanhild Vidtfeldt, Sandur, Jórun Laksafoss, Klaksvík, Jóhannes Ziska, Klaksvík, Poul Mikkelsen, Klaksvík, Jákup Olsen, Klaksvík, Jákup Andrias Joensen, Klaksvík, Óli Karl Olsen, Klaksvík, Símun Pauli Sivertsen (Palli), Klaksvík, Anna Maria Guðjonsson Hansen, Tórshavn, Ebba Andreasen, Tórshavn, Noomi Andreasen Nielsen, Klaksvík, Dagmar Jacobsen, Klaksvík, Áshild Kjærbo, Hvannasund, Ása Mortensen, Klaksvík, Hilda Viderø, Klaksvík, Ásla Haraldsen, Klaksvík, Tróndur Ennistíg, Hoyvík, Hans Pauli Johannesen, Keypmannahavn, Jóannes Christiansen, Klaksvík, Eliesar Olsen, Tórshavn, Álvur Áarstein, Hoyvík, Leif á Stongunum, Klaksvík, Sørin P. Sørensen, Tórshavn, Omi Joensen, Klaksvík, Anna Hansen, Gøta, Bergfríð Klakkstein, Klaksvík, Ella Hansen, Norðdepil, Ásla Svensson, Keypmannahavn, Jovina Johannesen, Norðtoftir, Malan Simonsen, Tórshavn, Eydna Olsen, Klaksvík, Hannelena Jacobsen, Klaksvík.
Mynd: SaH
Tey sum ikki kundu møta eru: Sofus Borðoy, Tórshavn, Mourits Winther Nolsøe, Bagsværd, Niels Dann West, Tórshavn, Snorri Kitler, Tórshavn, Markus Klein, Hirtshals, Karl Thomsen, Klaksvík, Oddmar Ørvarodd, Sandavágur, Pól Leivsgarð, Hårlev, Petra Søltoft, Helsinge, Gunn Krossdal Samuelsen, Tórshavn, Torbjørt Purkhús, Klaksvík, Edvard Ziska, Klaksvík, Ásmundur Guðjónsson, Tórshavn, Karl H. Johansen, Klaksvík, Niels Pauli Guðjónsson, Hoyvík, Jákup Hansen, Tórshavn, Jóan Karl Høgnesen, Klaksvík, Vivi Vang, Hoyvík, Sigrid Johannesen, Næstved, Jórun N. Hansen, Klaksvík, Jórun Ljósstein, Klaksvík, Maiken Yttesen, Strandby, Erik Andersen, Klaksvík, Mogens Andreasen, Klaksvík, Axel Gaard Hansen, Marni Hvannastein, Haraldssund, Kristian Johannesen, Nuuk, Jógvan P. Joensen, Hirtshals, Axel Jørgensen, Silkeborg, John Suni Olsen, Nuuk, Sigmund Poulsen, Tórshavn, Ann Petersen, Klaksvík, Jónfríð Hansen, Nykøbing Falster, Dorius Hvidbro, Klaksvík, Heðin Kyrjarheygg, Klaksvík, John Matras, Esbjerg, Poul Andrias Viðbjørg, Vejby, Kári Viðbjørg, Klaksvík, Elsubeth Borðoy, Odense, Ebba Eriksen, Lopra, Paula Liðastein Christiansen, Klaksvík, Beinta Hangaard, Århus, og Lis Sólsker, Klaksvík.
Tey sum deyð eru: John Erik Mellemgaard, deyður í 1962, Rotha Poulsen, deyð í 1973, Jenny Hansen Dall, deyð í 1988, og Hans Olaf Johannesen, deyður í 2004.