ÍF-B36
Tað var toppur ímóti botni. Eftir 2-0 sigurin í dýrdarveðrinum og frammanfyri nógvum áskoðarum er B36 fremst í Formuladeildini. Eftir 2-0 tapið er ÍF aftast. Leygardagin skulu fuglfirðingar á stevnuni í Fuglafirði spæla á heimavølli ímóti KÍ um Svarta Per!
Á vøllinum sást ikki nógv til, at tað vóru toppur og botnur, sum telvaðust um stigini. Fuglfirðingar vóru nærlagdir, og í løtum høvdu teir gott tak á samanspælinum fram eftir vøllinum. Eyðolvur R. Petersen og Símun Eliasen vunnu nógvar nærdystir, Høgni Zachariassen var betri upplagdur, enn hann hevur verið leingi, og Magni á Lakjuni vísti ferð eftir ferð, at tað eru heilt fáir, sum eru so kringir við bóltinum, sum hann er tað.
Eftir fyrsta korterið gjørdist B36 meiri bóltførandi, uttan at tað stóðust møguleikar burturúr. ÍF hevði fleiri álop, og tað var um reppið, at teir fingu mál. Møguleikarnar høvdu teir. Tann fyrsta fekk Sylla, men eftir innlegg frá Atla Petersen stútaði hann upp um, og tað gjørdi Bartal eisini, tá ið hann royndi seg eftir horna.
Miðskeiðis í fyrra umfarinum spældi Høgni Zachariassen hegnisliga inn um til Magna á Lakjuni í vinstru. Veteranurin kom væl inn í bortsteigin, men Jákup kom eitt sindur út úr málinum, og so fór flata skotroyndin hjá Magna við síðuna av handara stólpanum.
Í næsta álopinum fekk B36, sum ikki hevði verði serliga nær við, hóast Allan Mørkøre og Bergur Midjord arbeiddu nógv, fyrra málið. Tað átti ÍF verjan við rubb og stubb.
Vandin - um nakar vandi hevði verið - tóktist vera av, tá ið Bartal Eliasen, sum kanska ætlaði at temja aftur til nýggja málverjan, misti bóltin til ágrýtna Berg Midjord. Hann tveitti seg fram. Tað gjørdi málverjin eisini, men bólturin trillaði framvið honum, og hann rakk akkurát inn við handara stólpanum, áðrenn nakar bjargingarmaður rakk fram.
1-0 til oddaliðið ímóti óhepna botnliðnum, og kenslan var ikki langt burtur, at nú hevði B36 tak á tí.
Punkteringin
Tað hevði B36 eisini. Men á ongan hátt í tann mun, at nervin var burtur. B36 var væl skipað. Teir restaðu Inga Højsted og Mikkjal Thomassen, sum vóru leikbannaðir, men breiddin er stór, og Klæmint Matras tuskaði og bakkaði upp fyri seg á sentrala miðvøllinum, har Fróði Benjaminsen fekk pláss at vera meiri eyðsýndur, enn hann nakrantíð hevur verið, síðani hann fór at spæla við B36.
Pól Thorsteinsson helt høvdið kalt í miðverjuni, har Herbert í Lon Jacobsen var skjótur og ansin, og í borðunum stóðu Santos og Kenneth Jacobsen seg væl. Veikasti liðurin tóktist vera Wellington á miðvallarplássinum í vinstru, men hann fall ikki ígjøgnum, hann fekk nógva spælitíð, og stutt undan at hann varð skiftur út, var hann fleiri ferðir við í framrættaðum síðuspæli.
Spenningurin fór burtur, tá ið tað restaði ein knappur hálvur tími. Long framlegging í høgru tóktist ikki skula bera B36 møguleika við sær. ÍF málverjin var á veg fram, men hann steðgaði, tá ið tað tóktist sum um, at Bartal Eliasen hevði tak á støðuni. Hann steðgaði eisini á. Tað gjørdi Allan Mørkøre ikki. Á baklinjuni fekk hann fatur á bóltinum, sum hann smekkaði innfyri málið, og har tveitti Fróði Benjaminsen seg fram og hálvfluktaði upp undir nettakið. So var 2-0 og B36 hugsaði meiri um at halda tørn og varðveita bóltin, enn teir hugsaðu um at økja um leiðsluna.
Fróði Benjaminsen fekk góðan møguleika, tá ið hann gjørdist leysur í vinstru, men Tórður Thomsen var óræddur, tá ið hann tveitti seg fram og blokeraði.
Styrkir og veikleikar
Oddaliðið vann. B36 er á toppinum, og tað boðar frá, at talan er um støðug avrik og stóra úrtøku.
ÍF tapti. Teir eru botnlið, og tað boðar frá minni støðugum avrikum og minni úrtøku. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Munurin í avrikunum úti á vøllinum var ikki so stórur. ÍF hevði góðan hugburð, og teir spældu í løtum hampuliga væl. Teir vóru óhepnir at missa innskifta Hanus Eliasen, sum fekk løst í armin, og Sylla søplaði tveir stórar møguleikar - ein stutt undan hvíldini og ein stutt undan dystarenda. Í verjupartinum gjørdu teir tvey ógvuslig mistøk, sum kostaðu tvey mál og harvið í hvussu so er eitt stig.
B36 hevur ein fínan málverja. Tað varð enn eina ferð staðfest. Jákup Mikkelsen vísti meistarliga bjarging við nærru stólparótina, tá ið støðan framvegis var 1-0, og hann var heppin, tá ið hann fram ímóti dystarenda var farin úr málinum, og Sylla úr stuttari fjarstøðu ikki megnaði at stýra bóltinum í málið.
ÍF málverjin hevði í løtum trupulleikar við útspørkunum. Tað hevði B36 málverjin als ikki. Tað var framúr so væl og neyvt hann megnaði at senda langt og í høvdið á Klæminti Matras og Fróða Benjaminsen, sum dugdu væl at snitta víðari.
Munirnir vóru ikki so stórir millum toppin og botnin. Men í avgerandi støðum og í avgerandi løtum var munur á, og tað var tann munurin, sum bar B36 oddasessin, og sum bar við sær, at ÍF framvegis er botnlið - í hvussu so er inntil leygardagin!