Føroyameistararnir úr HB hava lagt seg á odda í 1. deild við einum 1-0 sigri á NSÍ í Gundadali mikukvøldið. Undan dystinum var greitt, at vinnandi liðið fór at verða fremst í landskappingini, nú farið var í summarfrí. Báðir partar løgdu eisini nógv fyri, og fyrsta hálva tíman var leikferðin øgiliga høg, og til tíðir høvdu spælararnir sjálvir trupulleikar við at fylgja við.
Óneyðug útvísing
Fyrstu løtuna av dystinum gekk rættuliga javnt á. Runavíkingarnir høvdu kanska bóltin meira enn heimaliðið, men hinvegin var meiri vandi á ferð, tá ið HB var í álopi. Fleiri ferðir vóru boð eftir Jens Martin í málinum hjá NSÍ, meðan tað sjáldan gjørdist veruliga vandamikið framman fyri Danny í HB-málinum.
So líðandi yvirtók HB meiri og meiri dystin, og fleiri ferðir var heilt nær við, at teir løgdu seg á odda. Í 25. minutti slapp Rógvi Jacobsen leysur í høgru síðu av brotsteiginum og legði upp á tvørs, men Heine Fernandez, ið kom glíðandi, var akkurát ov stuttur til at røkka bóltinum. Minuttin eftir var aftur vandi á ferð, tá ið heimaliðið fekk eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá NSÍ, nakað úti í vinstru síðu. Ungi verjuleikarin, Vagnur Mohr Mortensen, ið var besti HB'ari á vøllinum, skeyt eitt væla fríspark, men Jens Martin var sum køtturin og fekk boksað út til horna.
Hálvur tími var leiktur, tá ið NSÍ púra óneyðugt vóru skerdir. HB var í álopi í høgra borði, og bólturin fór út av vøllinum. Linjuverjin dømdi bóltin til HB, og tað var vinstri bakkur hjá NSÍ, Sjúrður Jacobsen, so ónøgdur við, at hann skumpaði linjuverjan. Tey, ið kenna eitt sindur til fótbóltsreglarnar, vita, at slíkt kostar eina útvísing, og Petur Skarðenni var eirindaleysur. Ein púrasta óneyðug útvísing av einum so mikið royndum leikara.
Nú tók HB fullkomiliga yvir, og álopini skolaðu oman ímóti málinum hjá NSÍ, men Óli Hansen og Dánial Hansen í miðverjuni hjá runavíkingum stóðu væl, og teir báðir Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez høvdu ilt við at sleppa framat. Eitt mál til heimaliðið lá í luftini, men tá ið tað eydnaðist teimum reyðu og svørtu at fáa bóltin fram við Jens Martini, stóð ein verjuleikari hjá NSÍ á málstrikuni og fekk beint bóltin av vandaleið, og tí var málleyst, tá ið farið var til hálvleiks.
Liðskiparin avgjørdi
Frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki royndi HB at trýsta, og bert fýra minuttir eftir steðgin fingu teir sett hol á. Jákup á Borg sendi væl innfyri, og Heðin á Lakjuni skallaði ímóti málinum, men á sjálvari málstrikuni stóð Óli Hansen og skallaði burtur. Bólturin kom út til HB-liðskiparan Rúna Nolsøe, og staddur áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann til. Skotroyndin tóktist ikki serliga vandamikil, men Jens Martin gjørdi sítt einasta mistak í dystinum, tá ið hann misti bóltin millum hendurnar, og so var 1-0 til føroyameistararnar. Leiðslan hjá heimaliðnum var uppiborin, men málið var ógvuliga heppið. Næstu minuttirnar var fleiri ferðir nær við, at heimaliði økti, men atsóknirnar vóru ikki nóg neyvar.
Ìstaðin gjørdist tað javnvág í manningatalinum, tá ið okkurt um ein hálvur tími var eftir at leika. Vinstri bakkur hjá HB, Janus Joensen, gjørdi eitt groft fríspark á miðjum vølli, og gula kortið var upplagt. Tíverri fyri Janus og HB var hetta næsta gula kortið hjá honum í dystinum, og harvið bleiv hann vístur av vølli.
Nú kom NSÍ við aftur í dystin, og millum annað varð Súni Fríði Barbá sendur á vøllin fyri Alexandar Jovecic, so at runavíkingar fingu ein eyka áleypara. Tað var væl skiljandi, at Jógvan Martin valdi at seta ein eyka áleypara inn, men hinvegin var tað óskiljandi, hví Jovecic bleiv tikin út, um ikki hann var skaddur, tí hann var nógv tann besti hjá runavíkingum. Jovecic var bindiliðið á miðvøllinum, og nógv tann størsti parturin av uppspælinum fór umvegis hann. Eisini í verjupartinum var hann týðandi, og tað var hugaligt at eygleiða hann, tí hann flutti seg so væl á vøllinum og bjóðaði seg allatíðina til.
Úr enda í enda
Runavíkingar fingu so líðandi eitt ávíst trýst á HB-málið, men framvegis tóktist tað vandamiklari, tá ið heimaliðið fór í snarálop við teimum báðu kviku vengunum, Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg, á odda. Møguleikarnir vóru eisini fleiri í tali, og millum annað Jákup á Borg hevði einar tveir stórar møguleikar, har minst annar átti at givið mál.
NSÍ tveitti nógv fólk fram, og tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika, gjørdust teir í yvirtal á vøllinum, tí Rúni Nolsøe fekk tað reyða kortið fyri eina ófantaliga takling. Nú var stórt trýst á HB-málið, men bert heilt fáar ferðir gjørdist tað vandamikið. Tað einu ferðina var trunkaspæl framman fyri málinum hjá heimaliðnum, men hóast fleiri skotroyndir, eydnaðist tað ikki NSÍ at fáa bóltin fram við Danny í HB-málinum, og fagnaðurin á teimum reyðu og svørtu var stórur, tá ið Petur Skarðenni bríkslaði fyri seinastu ferð.