Heavy Mojo vann The Global Battle Of The Bands

Tað gjørdist Heavy Mojo úr USA, sum vann The Global Battle Of The Bands, ið varð hildið í The London Astoria í gjárkvøldið.

GBOB

Heavy Mojo úr USA fór við sigrinum, teimum $100.000, heimsumfatandi konsertferðini, teimum trimum gittarunum frá Gibson og heiðrinum vinnari av The Global Battle Of The Bands. Støðið í finaluni var høgt og heilt til síðstu løtu var púra ógreitt hvør vinnarin fór at verða. Tí hóast fleiri bólkar vóru heilt góðir, so var eingin veruliga framúrskarandi.
Tó skal eg viðganga, at tá Heavy Mojo fór av pallinum eftir eina sera lívliga framførslu av sínum heilt egna blandi av rappi og rokki, so hugsaði eg, at tað skuldi ikki undra meg um hesin bólkur fór at vinna. Fyrra lagið hjá bólkinum var ok, kanska ikki besta lagið á kvøldinum, men rættiliga egið, meðan seinna lag var ein kókandi hip rokk, orku veitsla, sum riggaði avbera væl. Teir tríggir rappararnir rappaðu ordiliga væl og komu veruliga út um pallkantin. Bólkurin aftan fyri teir spældi væl, og dómsnevndin greiddi frá, at orsøkin til, at hesin bólkur varð tikin framum allar hinar góðu bólkarnar, var, at hetta var tann bólkurin, ið var mest til reiðar, ella sum teir søgdu – Most ready to go!
Hesin ummælarin undrast meira um úrslitið á øðrum plássi. Spanski bólkurin Sixteenth Solid Spread spældi rættiliga væl, men sangarin var langt frá sannførandi. Tónleikurin var eitt slag av málmstulking av stílinum hjá Depeche Mode. Ljóðaði nokkso modenað og var fínasta slag. Bólkurin fekk gott lív í fólk, og hevði eitt hvast men gott ljóð. Stílurin var rættiliga langt frá øllum hinum á kvøldinum, men eg metti stutt og greitt, ikki at hetta var nóg gott til at teljast millum betru bólkarnar.
Japan og bólkurin Flare Odds fingu triðja pláss fyri eina fína og sera egna framførslu. Minti eitt sindur um White Stripes í útrykki, men tó uttan at líkjast ov nógv. Tónleikurin var eitt slag av japanskari harðari rokk tulking av bretskum 80’ára poppi. Tónleikaliga var bólkurin ein av mest spennandi upplivingunum og hevði sítt egna boð uppá tann rokkin, ið er uppi í tíðini júst nú.
Tann slagið av rokki, sum nøvn sum eitt nú Killers hava gjørt væl umtóktan, var sera væl umboðaður á konsertini, hetta tykist at vera tað, sum rørir seg mest á tónleikapallinum kring allan heim. Men eingin bólkur hevði eitt so sannførandi boð uppá hesa tónleikagrein, sum Electric Co. úr Mexico. Bólkurin spældi henda skjóta, skitna rokk so sera sannførandi. Við ein oddamanni, ið var ein av teimum bestu á kvøldinum, var tað eisini hóskandi, at hesin bólkur fekk 4. pláss.
5. Plássið býttu Cody úr Danmark og The Broken Hearted úr USA millum sín. Cody var við sínum fólkarokki, bólkurin, ið vann á The Dreams í donsku finaluni, og bólkurin var eisini veruliga góður. Sangarin sang væl og tónleikurin var fittur og penur. Ein gjøgnumførdur bólkur, ið hevði uppiborið at verða nevndur. Løgnari var, at The Broken Hearted taldust millum teir fremstu við sínum larmi rokki. Bólkurin rættiliga góður, men var als ikki ein bólkur, ið veruliga breyt frá øllum hinum bólkunum innan tónleikagreinina, ið eitt nú Mexico eisini ferðaðist innan.
Framførslan hjá Deja Vu var sum so rættiliga góð. Bólkurin spældi væl og løgini eru góð, tó var langt frá frálíka ljóðinum í ljóðroyndini til konsertljóðið. Ljóðið var rættiliga keðiligt, onkri ljóðføri vóru ov hart frá og onnur ov spakuligt frá. Hetta var sera skuffandi, tí ljóðroyndin hevði verið so øgiliga lovandi. Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Deja Vu fór á pallin, og tey sluppu at uppliva ein bólk, ið breyt frá tí annars fjøllbroyttu skránni higartil. Deja Vu var sætti bólkur á pallin og tá høvdu vit longu hoyrt: Harðan skitnan rokk úr Niðurlondum og Serbia, penan fólka rokk úr Danmark, siðbundnan blús og rokk’n’roll úr Hvíta Ruslandi og eletriskt kendan rokk úr Spania. So sveimandi rokkurin hjá Deja Vu vísti bara enn eina síðu av ríku tónleikaumboðanini á konsertini.
Limirnir í Deja Vu vóru ymsir á máli um avrikið, tá teir komu av pallinum. Rúni Højgaard trummuleikarin helt, at konsertin fyri hansara viðkomandi hevði gingið sera væl, meðan Flóvin Viderø var eitt sindu verri nøgdur.
- Fyri mítt viðkomandi føldi eg tað ikki veruliga, segði hann. Jan Zachariassen umboðsmaður var illa nøgdur við ljóðið, ið hansara bólkur hevði fingið, men samstundis helt hann, at hetta tó ikki var ein trupulleiki, ið Deja Vu vóru einsamallir um, tí eingin bólkur hevði serliga gott ljóð. Hetta er púra satt, men samstundis krevur sveimandi tónleikurin hjá Deja Vu munandi meira av ljóðinum fyri at virka optimalur, meðan skitin rokkur ikki á sama hátt hevur tørv á góðum ljóði.
Ljóðtrupulleikarnir vóru ein natúrlig avleiðing av mátanum, ið GBOB verður avviklað. Somu ljóðmenn skuldu taka sær av ljóðinum hjá øllum bólkum, hetta merkti, at teir stóðu í hørðum tónleiki allan dagin í sambandi við ljóðroyndirnar, og síðan 6 tímar í sambandi við konsertina. Menninir vóru deyvir áðrenn tiltakið fór í gongd.