Tvøroyrar kommunu, sigur, at allan vegin ígjøgnum hevur stórur dentur verið á trivnaðin hjá børnunum og starvsfólkunum. Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at nú eru timburmenninir í gongd við at dagføra Akkuleyu, [...] fyrr Reyða Stova, og síðan kemur túrurin til vøggustovuna. Kari Joensen metir, at í februar/ mars í ár eigur alt at verða liðugt, og tað gleða øll seg til. - Forskúlin Gluggin hevur frítíðarskúla í vestara [...] aftrat, at eftir vanliga “skúlagongd” í forskúlanum, verður farið niður undir í frítíðarskúla. Eitt felags ítrívshøli er eisini í Sóljuni, sum bæði skúli, forskúli og frítíðarskúlar deilast um at brúka.
havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld. Kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti er óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins [...] sum tikið verður til. Og vit mugu staðfesta, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum. Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita, og tann nakni verður [...] sosialt. Njál leitaði sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundaði hann alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapt av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hevur Frel
uppgerð við alt og øll. - Tað er onki galið í at gera upp við tað verandi. Trupulleikin við postmodernismuni er bara, at hon onki annað setur í staðin. Eftir at hava gálvað, snerkt og ironiserað uttan íhald [...] óvart á, at postmodernisman endaliga hevur mist sínar lesarar. Teir kenna stutt sagt ikki seg sjálvar aftur í innantómu postmodernaðu fløkjunum, sigur Kim, sum við Náðinsólini setur uppá at tora at siga nakað [...] til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt vakurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgera hvussu tað er at vera eitt menniskja við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann
útisetum Til stuttleikar hava vit her á blaðnum sett okkum at kanna eftir, hvussu eitt lið við »útisetunum« hjá KÍ kundi sæð út. Skjótt er at koma eftir, at talan er um eitt lið, sum væl og virðiliga kundi givið [...] eykamenninir eru eisini klárir at traðka til, skuldi tað verið. Bæði Karstin Joensen og Gunnar á Steig hava hampuliga drúgvar royndir í fremstu føroysku deildini. Og júst tað at dystast við Jákup Mikkelsen [...] fingið "selskap" av Símuni Waag Høgnesen, sum spælir í LÍF. Í høgra borði er upplagt, at Arnold Joensen sleppur at spæla, meðan liðfelagi hansara í ÍF, Tórur Lervig, tekur hitt borðið. Sum gardering á
herfyri skrivaðu vit, at KJ Hydraulik ætlandi fór at keypa fyritøkuna P/F Jóannes Thomsen og harvið JT Electric, men tað hevur ikki verið upp á tal. P/F Jóannes Thomsen fer ikki at selja sítt virksemi, [...] er nú í holt við at leita sær eftir øðrum hølum. Felagið hevur eini tvey møgulig høli á Kambsdali í kikaranum, og sannlíkt er, at framleiðsluvirksemið hjá JT Electric soleiðis fer at halda fram á hesum [...] tungur at bera í mun til virksemið, sum felagið hevði. Ein stórur partur av framleiðslu-og tænastuvirkseminum hjá JT Electric vendi sær til alivinnuna, sum meira ella minni fór av knóranum, eftir at vinnan
dystinum høvdu bæði liðini tvey stig, og tí var av stórum týdningi fyri bæði at vinna dystin, soleiðis at tey kundu royna at hanga í báðum oddaliðunum, sum jú skuldu spæla ímóti hvør øðrum sunnudagin. [...] sørvingar trygt. Hesaferð gjørdist úrslitið 8-15, og sostatt høvdu teir bart seg frá at vera aftanfyri 2-0 í settum til at vinna dystin 3-2. ÍF enn ósigrað Seinni dysturin hetta vikuskiftið var sunnudagin [...] yvir. Teir steðgaðu at kalla øllum álopunum hjá ÍF, og ferð aftaná ferð blokkaðu teir bóltarnar niður í gólvið hjá ÍF. Sum settið leið togaði Fram seg longur og longur inn á ÍF, og at enda vunnu teir eisini
var sjálvandi herskin biti at svølgja hjá B68, sum eisini vóru rættiliga skerdir í dystinum. Longu undan dystarbyrjan var greitt, at Julian S. Johnsson ikki var førur fyri at spæla. Hasrtil mistu teir Arnbjørn [...] umfarinnum spældu móti HB. Seinast liðini hittust, var um reppið, at toftamenn fingu stig við sær úr Gundadali. Men í evstu løtu eydnaðist tá HB at koma á sigurskós, tá teir í yvirtíðini skoraðu til 3-2. Hesa [...] ikki, men hálvgum tacklandi eydnaðist at sleppa fram við verjuni, og so kundi hann pota sigursmálið út móti stólparótini. FM-avgerðin útsett Tað málið tryggjaði HB, at teir fram til seinasta leikdag eru partur
altíð so nógv at siga. - Tað vísir seg mangan, at tað er munandi lættari at samstarva við tey smærru londini. Ein fær líkasum altíð fatur á teim røttu fólkunum. - Tað vísir seg eisini, at ein her er meiri [...] arbeiðinum. Frá fiskimanni til fiskimann Fernando sjálvur er sera fegin um, at føroyingar hava tikið avgerð um at fara inn í arbeiðið at menna og bøta um livikor og umstøður hjá fólki kring allan heimin. Mercy [...] um hann, slær Fernando fast. Kring allan heimin Arbeiðið at skipa eina føroyska menningarhjálp er rættiliga nýtt. Tað er ikki eitt ár síðani, at ein ráðgevandi nevnd varð sett í hesum sambandi. Hinvegin
B71 hevur lagt sjógv niður til hini liðini í tyngra endanum. Tvey meinlík mál Tað ber ikki til at siga, at argjamenn ikki vóru á vøllinum tá dysturin byrjaði. Men okkurt høvdu teir gloymt eftir í umklæ [...] undir nakað sum líktist einum stórsigri. Í fótbóltsheiminum verður ofta sagt um óvæntað mál, at tað var sum at fáa kalda pøs av vatni í skortin. Argjamenn fingu tvær av slagnum áðrenn teir raknaðu við. Fyrstu [...] lyftur bóltin upp um Magnus Poulsen í AB-málinum. Tíggju minuttir seinni ynskir Símin Hansen at prógva, at tað ikki bara eru brasiliumenn, sum duga slík kynstur og eisini hann lyftur bóltin upp um málverjan
í løtuni um at útgeva fimm fleiri tiltiknar barnamyndabøkur av sama slag. Nú fáa vit at síggja, hvussu áhugin verður fyri hesari bók, og so kann tað væl verða, at vit fara í holtur við at geva fleiri út [...] ommur og abbar, soleiðis at tey eisini kunnu hava møguleika at lesa fyri børnunum, sigur Marna Jacobsen frá Bókadeildini. At tað hevur verið brúk fyri hesum er Ruth Thomesen, ið er sjónveik, eitt gott prógv [...] soleiðis at tey, ið ikki síggja myndabókina, kunna kenna seg fram til, hvat er á myndunum. Og tó, børn ið síggja, kunnu eisini fáa ein stóran ágóða av bókini. -Børn hava altíð verið áhugað í at merkja ting