Fótbóltur
Søgan endurtók seg hjá B68, tá teir í næst seinasta umfarinnum spældu móti HB. Seinast liðini hittust, var um reppið, at toftamenn fingu stig við sær úr Gundadali. Men í evstu løtu eydnaðist tá HB at koma á sigurskós, tá teir í yvirtíðini skoraðu til 3-2.
Hesa ferð stóð málleysur javnleikur á talvuni, tá 90 minuttir vóru lidnir. Toftamenn høvdu fyri tað nógva stríðst og togast fyri javnleikinum, og stutt undan hevði Anderson hamrað bóltin á stólpan í einum kontra. Javnleikur tóktist tó vera endaliga úrslitið, tá HB enn einaferð fór í eina seinastu álopsroynd. Rógvi Jacobsen fekk longt innlegg til Jákup á Borg, sum stóð væl fyri. Hann tamdi, áðrenn hann sendi flatt inn í brotsteigin aftur, og so fekk altíð væl stríðandi klaksvíkingurin hjá HB seinasta orðið. Elegant var tað kanska ikki, men hálvgum tacklandi eydnaðist at sleppa fram við verjuni, og so kundi hann pota sigursmálið út móti stólparótini.
FM-avgerðin útsett
Tað málið tryggjaði HB, at teir fram til seinasta leikdag eru partur av spælinum um FM, so tað var skilligt, at fagnaðurin kring vøllin var stórur.
Og skal rætt vera rætt, so var tað væl eisini uppiborið, at HB vann dystin. B68 var annars liðið, sum byrjaði betri, og fyrsta korterið ella so trýstu teir væl móti HB-málinum. Gestirnir tóktust als ikki vera til reiðar hesa løtuna, og var hepni við B68, so skoraðu teir bæði eitt og tvey mál hesa løtuna.
Hepnið kom tó aftur, tí eftir at HB tók yvir, skaptu teir sær hópin av møguleikum. Eins og Frakland og Litava høvdu tað, so hevði B68 stórar trupulleikar, tá spælt varð beint á Rógva Jacobsen. Og hesa ferð hevði hann eisini viðspælarar kring seg, sum hann kundi spæla. Soleiðis høvdu bæði Rókur og Jákup nakrar gyltar møguleikar at leggja HB á odda, men Tórður Thomsen í B68 tók sær av fríu monnunum, so hvørt sum teir komu.
Tað bar sjálvandi við sær, at spælið hjá HB gjørdist meira krampakent, sum dysturin leið. Ivaleyst vóru teir vitandi um støðuna í Fuglafirði, og tí vistu teir, at ein sigur skuldi til. Og tá hesin ikki kom av sær sjálvum, varð alt meira fólk flutt fram. Verjan hjá toftamonnum hóðraði tó undan fram til tað allar seinasta, men tá brast ballónin so. Og so er HB altso framvegis partur av FM-stríðnum, sum verður avgjørt komandi vikuskifti.
Skerdir toftamenn
Tað var sjálvandi herskin biti at svølgja hjá B68, sum eisini vóru rættiliga skerdir í dystinum. Longu undan dystarbyrjan var greitt, at Julian S. Johnsson ikki var førur fyri at spæla. Hasrtil mistu teir Arnbjørn Danielsen beint fyri steðgin, eins og Ralph Van Dooren noyddist skaddur av vøllinum seinasta korterið. Uttan tríggjar av profilunum gjørdist takið enn tyngri, og tað kostaði so eisini eina ferð um niðurflytingarstrikuna.
Ein javnleikur hevði nevnliga hildið B68 ájavnt VB/Sumba á stigatalvuni, og við munandi betri málmuni høvdu toftamenn tí enn verið oman fyri strikuna. Nú skal í minsta lagi eitt stig til, tá teir á seinasta leikdegi vitja hjá grannunum úr NSÍ.