Postmodernisman er avblást

Nú kann tað vera nokk við postmodernaða okinum. Tíðin er komin at tað má vera loyvt at siga okkurt vakurt aftur, insisterar viðmerkjarin og yrkjarin Kim Simonsen, sum í dag gevur út nýtt yrkingasavn


Nýggja savnið, Náðisólin, er annað yrkingasavnið hjá Kim Simonsen. Hann útgav í fjør savnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum, ið var eitt poetologiskt savn, har hann vildi vísa á, at tað finst onnur yrking í dag, enn tann meiri ella minni postmodernaða.

Eitt fet víðari
Við nýggja savninum tekur Kim Simonsen sína herferð móti ráðandi postmodernaða rákinum eitt fet víðari. Eftir hansara tykki hevur postmodernisman lagt síðani upployst seg sjálvan í síni uppgerð við alt og øll.
- Tað er onki galið í at gera upp við tað verandi. Trupulleikin við postmodernismuni er bara, at hon onki annað setur í staðin. Eftir at hava gálvað, snerkt og ironiserað uttan íhald seinastu 15 árini kemur tað neyvan óvart á, at postmodernisman endaliga hevur mist sínar lesarar. Teir kenna stutt sagt ikki seg sjálvar aftur í innantómu postmodernaðu fløkjunum, sigur Kim, sum við Náðinsólini setur uppá at tora at siga nakað vakurt aftur.
Hóast postmoderisman bert lutvíst fekk fastatøkur á føroyskum bókmentum, heldur Kim seg síggja greið tekin um, at eisini í Føroyum er hon umsíðir avblást, eins og í londunum kring okkum. Við Náðisólini síggja vit so enn eina føroyska roynd at rista av sær tað máttloysið, ið eftir hansara tykki meir enn nakað annað eyðkendi postmoderismuna innihaldsliga.

Ymsir formar
Náðisólin er í fimm pørtum, har teir tríggir eru stórar elegiskar langyrkingar, ið metapoetiskt snúgva seg um okkara tíð, um mál og um at skriva í dag. Savnið vendir sær móti minninum, málinum, trúarligum symbolum og heimstaðinum, ofta við sorgblídni, humor og politiskum undirtónum. Formurin er partvíst bæði fenomenologiskt sansandi og av og á støkkprosakendur. Yrkingarnar eru bæði klassiskar sentrallyriskar og meiri abstraktar og minimalistiskar yrkingar, har týdningar fragmenterast, men við bráum av ljósi og mystikki.

Innanborðað samrøða
Teir fimm partarnir eru ymiskir, men samstundis samansettir sum ein samrøða innanborða millum partanar. Bókin bygd upp sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og samstundi sum yrkingarnar kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt vakurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgera hvussu tað er at vera eitt menniskja við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann koma yvir sína umboðanarkreppu í mun til postmodernaða skeiðið, ið er brátt farið.
Sum heild hava yrkingarnar á teimum gott 90 síðunum í savninum eingi nøvn, men hanga saman við einum * millum yrkingarnar. Talan er ikki um vanligar forteljandi langyrkingar, ei heldur eru hesar púra ymiskar yrkingar, men hanga saman, í mátanum savnið er eitt laboratorium og ein verksmiða fyri tankan, har ferðin gongur yvir metapoesi, poetikk og málheimspeki (m.a. Wittgenstein), og leiklutin sum trúgv hevur í dag í einum sekulerum heimi. 
Náðisólin er av heiti ein fagnaður til Tor Ulven, og savnið "Søppelsolen" frá 1989. Tað er Mentanargrunnur Landsins sum gevur savnið út

Úr Náðisólin:
Við eitt er náðin,
eg eri í tí eg sigi,
 náðisólin
 nærverandi,
øll orð
siga okkurt sjálvi
nú.
Eg havi ikki lovað tær nakað á hesum málinum.
*
Vit eru í tí, vit skriva
lúgva flennandi fyri sólini
á einum máli, vit ikki skilja enn.
 Nú fellur kavin á gólvið.
Náðin er málið, eg ikki havi.