KÍ eigur heilt lið av útisetum

Nógv hevur verið tosað um stóru frágongdina, sum KÍ-hópurin hevur verið fyri í ár. Klkaksvíkingar eiga nú somikið nógvar "útisetar", at hesir uttan hóvasták kundu mannað eitt heilt - og rættiliga sterkt - fótbóltslið



Klaksvíkingar hava ofta reypað av mongu spælarunum, sum lokala fótbóltsfelagið hevur klakt gjøgnum tíðirnar. Og hóast tað tey nógvu seinnu árini hevur verið dekan ov langt millum snapsirnar hjá felagnum, so hevur stoltleikin verið at kalla óbroyttur. Ikki minst, tí klaksvíkingar hava átt lut í so nógvum øðrum enn akkurát tí, sum KÍ hevur vunnið.
Verður tosað um meistaraheitini, sum eru vunnin seinnu árini, so slepst illa undan at nevna klaksvíkingar, sum so ella so hava verið partur av hesum. Ikki minst hjá teimum báðum havnarfeløgunum, sum hava verið so dominerandi hesa øldina. Men eisini tá tosað verður um útlendskan fótbólt, har Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson hava gjørt heilt nógv um seg.

Heilt lið av útisetum
Til stuttleikar hava vit her á blaðnum sett okkum at kanna eftir, hvussu eitt lið við »útisetunum« hjá KÍ kundi sæð út. Skjótt er at koma eftir, at talan er um eitt lið, sum væl og virðiliga kundi givið øðrum feløgum dygt mótspæl. Og kanska eisini ruddiliga tað.
Í málinum gevur valið av Jákupi Mikkelsen seg nærum sjálvt, men eykamenninir eru eisini klárir at traðka til, skuldi tað verið. Bæði Karstin Joensen og Gunnar á Steig hava hampuliga drúgvar royndir í fremstu føroysku deildini. Og júst tað at dystast við Jákup Mikkelsen um plássið hevur helst í mangar mátar verið tað, sum teir á ungum árum hava strembað eftir.
Miðverjan kundi verið sett saman av Niclas Niclasen og Julian Samuelsen, sum í ár spæla við ávíkavit GÍ og ÍF. Og á bakkunum kdunu Leon Bjartalíð og Rúni Elttør hóskandi tikið sæti.
Miðvøllurin tykist rættiliga spennandi við Rógva Jacobsen sum avgjørda profilinum mitt á, har hann kundi fingið "selskap" av Símuni Waag Høgnesen, sum spælir í LÍF. Í høgra borði er upplagt, at Arnold Joensen sleppur at spæla, meðan liðfelagi hansara í ÍF, Tórur Lervig, tekur hitt borðið. Sum gardering á miðvøllinum kduni Marius N. Hansen verið nýttur, eins og hann eisini kann taka part í vinstra verjuborði, skuldi onkrum av hinum borist frá.

Trumfarnir í álopinum
Og frammi í álopinum man eingin ivi vera um, hvørjar spælarar tey í Klaksvík kundu hugsað sær. Todi Jónsson og Allan Mørkøre vóru tveir av mest spennandi spælarunum, tá KÍ í 1991 vann fyrsta gullið í 19 ár. Og nú 15 ár seinni eru teir framveigs nøvn, sum føroyingar tosað um í fótbóltshøpi. Allan er í ár spakuliga farin at trappa niður við fótbólti í næst bestu deildini, men við toppskoraraheitinum hjá meistaraliðnum, B36, fekk hann av álvara sett eitt flott punktum fyri síni karrieru. Og Todi Jónsson man mest sum ikki nýtast nakra presentatión eftir alt tað, sum hann hevur avrikað, síðani hann í 1993 flutti úr KÍ.
Alt í alt er talan soleiðis um eitt rættiliga spennandi lið, sum vit tó helst ongan tíð sleppa at síggja á vøllinum. Men skuldi tað hent, so kundi tað kanska verið hóskandi, um Oddbjørn Joensen og Bill McLoud Jacobsen vóru teir, sum løgdu spæliætlanina til rættis. Skuldi tað staðið á, kundi Kurt Mørkøre kanska eisini verið lokkaður at tikið eitt venjaratørn afturat, eins og hann eisini kundi verið ein finur jokari at tveitt inn á vøllin móti dystarenda!