Fernando var í vikuni gestur í Tinganesi, har hann kunnaði løgmann og landsstýrið um henda hjálparfelagsskapin og teirra virksemi kring heimin.
Felagsskapurin Mercy Corps arbeiðir í 35 londum, men hevur haraftrat samstarv við gevarar í uppaftur fleiri londum, millum annað umvegis Løgmansskrivstovuna í Føroyum.
Støddin á londunum, ið felagsskapurin vil luttaka og samstarva við innan neyðhjálp og altjóða menningararbeiði, hevur ikki altíð so nógv at siga.
- Tað vísir seg mangan, at tað er munandi lættari at samstarva við tey smærru londini. Ein fær líkasum altíð fatur á teim røttu fólkunum.
- Tað vísir seg eisini, at ein her er meiri fleksibul, sigur Fernando, sum er verkætlanarstjóri hjá Mercy Corps í Edinburgh.
Hetta er hvør sum helst felagsskapur. Mercy Corps er nevniliga í uppskoti til at fáa friðarheiðursløn Nobels!
Beinleiðis føroysk luttøka
Í Norðurlondum finnast viðurkendir stovnar og felagsskapir, ið hava drúgvar royndir innan menningararbeiði. Millum hesar eru Danida í Danmark, Norad í Noregi og Iceida í Ísland.
Føroyingar kunnu her við okkara førleika vera við í hesum arbeiðinum, millum annað í samstarvi við aðrar størri altjóða felagsskapir. Ein av hesum felagsskapum er júst Mercy Corps.
Á sumri 2005 fekk hesin felagsskapurin 1 mió føroyskar krónur beinleiðis til at endurreisa fiskivinnusamfelagið í Banda Aceh á oynni Sumatra í Indonesien eftir tsunami-flóðalduna á jólum 2004.
Í hesum døgum eru tveir føroyingar haraftrat úti sum ráðgevarar hjá Mercy Corps í Jakarta, í samband við eina verkætlan um bróstageving í Indonesien.
Her stuðla føroyingar bæði við peningi og við beinleiðis luttøku í arbeiðinum.
Frá fiskimanni til fiskimann
Fernando sjálvur er sera fegin um, at føroyingar hava tikið avgerð um at fara inn í arbeiðið at menna og bøta um livikor og umstøður hjá fólki kring allan heimin.
Mercy Corps sjálvt arbeiðir í 35 londum í løtuni, harav føroyingar hava verið og eru við í hesum arbeiðinum.
Hóast føroyska ískoytið kann tykjast lítið í mun til allar tær hundraðtals milliónirnar sum koma aðrastaðni frá, so er Fernando sannførdur um, at tann føroyska hjálpin ger mun.
Hann vísir til støðuna í Banda Aceh í februar 2007 í mun til desember 2004. Eftir flóðalduna lá allur hesin fiskivinnubýurin í sori. Tað var ikki hugsingur um nakað vinnuligt virksemi.
- Men við hjálpini frá tykkum er býurin nú við at koma fyri seg aftur: Bátar verða umvældir, fiskamarknaðurin verður endurreistur og seinni verður helst eisini eitt ísvirki sett upp.
- So her hevur tykkara hjálp verið til ovurstóra gagn og gleði hjá tí einstaka útróðrarmanninum - og ikki minst í samfelagnum rundan um hann, slær Fernando fast.
Kring allan heimin
Arbeiðið at skipa eina føroyska menningarhjálp er rættiliga nýtt. Tað er ikki eitt ár síðani, at ein ráðgevandi nevnd varð sett í hesum sambandi.
Hinvegin so hava føroyingar frammanundan verið við í fleiri arbeiðum innan menningarhjálp og við neyðhjálp, tá stórar vanlukkur eru hendar. Og føroyingar verða eisini við í øðrum verkætlanum í framtíðini.
Ein av hesum verkætlanum er samstarvið við Heimsbankan um Palau, sum ætlar sær undir oljuvinnu, men sum tørvar ráðgeving um hvussu ein fyrireikar alt hetta.
Føroyingar hava haraftrat latið stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í ymiskum menningarlondum.










