JT Electric selt bygningin á Kambsdali

P/F Jóannes Thomsen, sum hevur sínar røtur heilt afturi í sjeytiárunum, fer ikki at selja sítt virksemi, ei heldur sølunavnið JT Electric. Felagið leitar sær nú eftir øðrum hølum til virksemi, og hugsandi er, at fyritøkan framhaldandi fer at húsast á Kambsdali

JT Electric

P/F Jóannes Thomsen, sum seinastu nógvu árini hevur marknaðarført fyritøkuna úteftir við sølunavninum JT Electric, hevur selt bygningin, sum felagið bygdi á Kambsdali fyri 4-5 árum. Keypari er felagið P/F KJ-Hydraulik, sum hevur tørv á meira plássi til sítt virksemi.
Seljari og keypari vilja ikki upplýsa prís, men hjá P/F Jóannesi Thomsen eru tey væl nøgd við sáttmálan, sum feløgini hava gjørt.

Virksemið heldur fram
Í Sosialinum herfyri skrivaðu vit, at KJ Hydraulik ætlandi fór at keypa fyritøkuna P/F Jóannes Thomsen og harvið JT Electric, men tað hevur ikki verið upp á tal.
P/F Jóannes Thomsen fer ikki at selja sítt virksemi, ei heldur sølunavnið JT Electric, men er nú í holt við at leita sær eftir øðrum hølum.
Felagið hevur eini tvey møgulig høli á Kambsdali í kikaranum, og sannlíkt er, at framleiðsluvirksemið hjá JT Electric soleiðis fer at halda fram á hesum leiðum.
Bygningurin, sum felagið nú hevur selt KJ-Hydraulik, gjørdist ov stórur og tungur at bera í mun til virksemið, sum felagið hevði.
Ein stórur partur av framleiðslu-og tænastuvirkseminum hjá JT Electric vendi sær til alivinnuna, sum meira ella minni fór av knóranum, eftir at vinnan hevði drigist við fiskasjúkur og marknaðartrupulleikar.
Hetta gekk eisini útyvir virksemið hjá JT Electric.

12 fólk í starvi
Bygningurin á Kambsdali, sum P/F Jóannes Thomsen nú hevur selt, er slakar 500 fermetrar í tveimum hæddum – ella út við 1000 fermetrar tilsamans. Hetta er ein góður bygningur, sum JT Electric væntar, at KJ-Hydraulik fer at fáa stóra gleði av.
Hjá P/F Jóannesi Thomsen arbeiða í dag 12 fólk. Av hesum eru elektrikarar, el-instalatørar, lærlingar, maskinmenn og forritarar.
Í síni framleiðslu av tøkni leggur felagið dent á alivinnuna og trolvinnuna, men JT Electric bjóðar eisini skipanir til kommunur í samband við vatnveiting og annað.
Ein annar partur av virkseminum hjá felagnum er tænasta og søluvirksemi, har felagið umboðar ymiska útgerð til alivinnuna, eitt nú fóðurskipanir.
Nú JT Electric í løtuni er í holt við at flyta út úr bygninginum á Kambsdali, kann felagið framhaldandi veita ta tænastu, sum viðskiftafólkini ynskja. Hinvegin er tíðin fram til ársskiftið ikki so avgerandi fyri sjálvt framleiðsluvirksemið.
Ein stórur partur av virkseminum hjá JT Electric er tænasta og søla, og hesin parturin verður kortini røktur úti hjá viðskiftafólkunum, um telefonina og internetið.

Vitjan hjá JT Electric
Sosialurin var inni á gólvinum hjá JT Electric í gjár og vitjaði primus-motorin aftanfyri fyritøkuna, Jóannes Thomsen, sum framvegis er nevndarformaður í felagnum – og sonin, Ólav Thomsen, ið væntandi verður komandi stjóri hjá P/F Jóannes Thomsen.
Vit hittu eisini stjóran í KJ-Hydraulik, Ólav A. Olsen, sum vegna keyparan av bygninginum tók í hondina á Jóannesi Thomsen, sum umboðaði seljaran.
Hýrurin var góður, og líkt var til, at menn eru væl nøgdir við avtaluna, sum partarnir eru samdir um.
Eftir hesa løtu vísti Ólavur Thomsen okkum runt í bygninginum, og síðan sessaðust vit at skifta orð um virksemið hjá JT Electric, ið er rættiliga spennandi og slóðbrótandi á sínum øki.