- Sera nógv er hent á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu seinastu árini. Hin 6. januar í 2020 varð nýggi tilbygningurin til barnagarðin Mýrifípuna tikin í nýtslu, og hetta hevði sera stórar og góðar broytingar við sær, bæði fyri børn og starvsfólk.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
- Hetta var tó bert eitt stig á leiðini til at fáa alt barnaansingarøkið í Trongisvági dagført. Eftir var framvegis eldri parturin av barnagarðinum, sum upprunaliga varð tikin í nýtslu hin 21. mai 1990. Nú eru skjótt 34 ár liðin, síðan fyrsti barnagarður í Suðuroynni varð veruleiki, og hóast alt enn var í góðum standi, so trongdi hann til ábøtur og dagføringar.
Á Tvøroyri vísa tey á, at í nakrar vikur hava timburmenn hjá Mortani Petersen, timburmeistara, arbeitt í eystara enda av gomlu Mýrifípuni í tí, tey rópa Blákollan, fyrr Bláa Stova.
- Nýtt gólv og loft er lagt, og her hevur verið hugsað um at betra um akustikkin og nýtslugleðina av hølunum. Hølini eru málað, og nýggjar lampur eru settar upp. Eisini við lampunum er hugsað um tey, ið til dagliga skulu brúka hølini. Lampurnar tillaga seg nevniliga sjálvvirkandi til ljósið, sum kemur uttanifrá, og hetta er nakað, sum serliga starvsfólkini gleðast um.
Lagt verður aftrat, at flísar eisini eru lagdar á í hølunum, har børnini koma inn í, tá tey hava verið úti.
Tað er staðbundna virkið, Bærendsen Teknik, sum hevur staðið fyri el-arbeiðnum.
Kari Joensen, dagligur leiðari av barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, sigur, at allan vegin ígjøgnum hevur stórur dentur verið á trivnaðin hjá børnunum og starvsfólkunum.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at nú eru timburmenninir í gongd við at dagføra Akkuleyu, fyrr Reyða Stova, og síðan kemur túrurin til vøggustovuna. Kari Joensen metir, at í februar/ mars í ár eigur alt at verða liðugt, og tað gleða øll seg til.
- Forskúlin Gluggin hevur frítíðarskúla í vestara parti av kjallaranum undir skúlanum í Trongisvági. Sóljan, sum forskúlin kallast, hevur fingið nýtt, ljóðdoyvandi loft sett upp. Gluggin byrjaði sítt virksemi hin 16. august í fjør - í somu hølum, har Trongisvágs skúli heldur til, og her ganga umleið 20 børn.
Lagt verður aftrat, at eftir vanliga “skúlagongd” í forskúlanum, verður farið niður undir í frítíðarskúla. Eitt felags ítrívshøli er eisini í Sóljuni, sum bæði skúli, forskúli og frítíðarskúlar deilast um at brúka.
- Í eystara enda av kjallaranum undir kantinuni heldur frítíðarskúlin hjá 1. og 2. flokki til. Her er bæði lagt nýtt gólv og loft, og hetta sær sera snøgt og innbjóðandi út. Her halda børnini til eftir vanliga skúlagongd, og tey eru umleið 27 í tali.
Tað er lokala fyritøkan BSR, Birgir Strøm Rasmussen, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði, su nú er komið at enda.
Í Tvøroyrar kommunu hevur barnaansingarøkið altíð havt høga raðfesting. Mýrifýpan telist í dag millum best útgjørdu barnaansingarstovnar í landinum. Umleið 110 børn og 37 starvsfólk, øll íroknaði, hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.
- Aftrat barnaansingarøkinum koma so frítíðarskúlarnir hjá fólkaskúlanum og forskúlanum, sum halda til hinumegin vegin í skúlanum í Trongisvági. Her eru umleið 52 børn og sjey starvsfólk knýtt at økinum, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
##med2##
##med3##
##med4##