So bragdaði hjá B71 á Argjum

Ein ynskibyrjan við tveimum málum uppá eitt korter. Tað var tað, sum B71 skuldi brúka til at fáa trý stig á Argjum. Soleiðis sær tað út, um eyguni einans eru vend eftir tølunum, sum standa eftir dystin. Veruleikin er tó ein heilt annar, tí tað var eingin løtt uppgáva hjá B71 at hála sigurin suður um fjørðin

FÓTBÓLTUR

AB og B71 hava kappast í oddinum á 1. deild seinastu árini. Tá hevur B71 havt tað rættiliga trupult á Argjum. Nú liðini møttu hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð í bestu deildini, sær út til at rigga betur hjá sandoyingum á Argjum. Í hvussu so er hvat stigum viðvíkur
Tá skráin fyri kappingarárið varð løgd, líktist dysturin á Argjum 22. apríl eini botnuppgerð, men tá fýra dystir vórðu spældir segði stigatalvan okkurt annað. AB og B71 lógu beint omanfyri strikuna við Skála og VB/Sumba aftanfyri seg. Nú dysturin er av liggur AB framvegis beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, meðan B71 hevur lagt sjógv niður til hini liðini í tyngra endanum.

Tvey meinlík mál
Tað ber ikki til at siga, at argjamenn ikki vóru á vøllinum tá dysturin byrjaði. Men okkurt høvdu teir gloymt eftir í umklæðingarrúminum, tí tá eitt korter var farið vóru sandoyingar frammanfyri við tveimum málum. Argjamenn hugdu málleysir og spyrjandi hvør uppá annan, og sandoyingar høvdu lagt lunnar undir nakað sum líktist einum stórsigri.
Í fótbóltsheiminum verður ofta sagt um óvæntað mál, at tað var sum at fáa kalda pøs av vatni í skortin. Argjamenn fingu tvær av slagnum áðrenn teir raknaðu við.
Fyrstu pøsina fekk AB bara nakrar heilt fáar minuttir inn í dystin. B71 flytur bóltin úr høgru í vinstru síðu, har Símin Hansen prikar bóltin víðari til Clayton Soares, sum hegnisliga lyftur bóltin upp um Magnus Poulsen í AB-málinum.
Tíggju minuttir seinni ynskir Símin Hansen at prógva, at tað ikki bara eru brasiliumenn, sum duga slík kynstur og eisini hann lyftur bóltin upp um málverjan og í málið.
Hesi bæði meinlíku málini kundu verið grundarlag undir einum stórsigri, men eins og móti GÍ, tá AB var aftanfyri við trimum málum, so raknaði heimaliðið við og fekk fótin fyri seg.
Fram til steðgin leikaði javnt við onkrum minni kjansi til hvørt, sum tó hvørki voldi Magnus Poulsen ella Símun Rógva Hansen teir stóru trupulleikarnar.

AB omaná
Í seinna hálvleiki kom AB enn betur við, og løgdust teir eisini omaná dystin. Nú vóru tað teir, sum settu treytirnar og eitt korter inn í seina hálvleik gav hetta av at býta.
Innskifti danin, Peter Christensen, langaði til bóltin skamt uttan fyri brotsteigin, og tá Símun Rógvi Hansen í málinum hevði snarað høvdinum sat bólturin upp í málhorninum.


Krevjandi
Seinasta hálva tíman trýsti AB tað, teir vóru mentir, men eyðsýnt er, at liðið enn ikki er samanspælt til Formulafótbólt.
Eins og móti GÍ eru argjamenn onkursvegna ikki klárir, tá dysturin byrjar. Hetta kann koma at kosta teimum dýrt. Ikki bara í stigum, men eisini í orku, tí tað krevur nógva orku og yvirskot at spæla seg afturíaftur ein dyst, sum annars so vónleysur út tíðliga í dystinum. Orka og yvirskot, sum kann vera avgerandi, tá tað resta fimm umfør og ikki bara eru spæld fimm umfør.
Sandoyingar kunnu hinvegin fegnast um ársins næsta sigur. Serliga søtur er sigurin, tí hetta var ein av teimum dystunum, sum teir eiga at vinna, um teir ætla at varðveita sætið í deildini.