FLOGBÓLTUR
Tveir dystir vóru á skránni hetta vikuskiftið í meistaradeildini hjá monnum. Fyrri dysturin var fríggjakvøldið ímillum Fleyr og SÍ, meðan seinni dysturin var toppdysturin á kambsdali sunnudagin, har ÍF tók ímóti Fram.
Serligur spenningur tóktist vera til dystin millum ÍF og Fram, tí júst hesi bæði liðini vóru ósigrað undan dystinum, og tí kundi vinnarin leggja seg einsamallan á odda í bestu mansdeildini.
Sørvingar bastu meistarunum
Fyrri dysturin hetta vikuskiftið var á skránni longu fríggjakvøldið, tá Fleyr tók ímóti SÍ. Undan dystinum høvdu bæði liðini tvey stig, og tí var av stórum týdningi fyri bæði at vinna dystin, soleiðis at tey kundu royna at hanga í báðum oddaliðunum, sum jú skuldu spæla ímóti hvør øðrum sunnudagin.
Meistararnir úr Fleyr fingu betru byrjanina og vunnu fyrsta sett trygt, 25-19. Í øðrum setti var javnari, men enn einaferð vóru meistararnir drúgvari, og tá settið var komið at enda, hevði havnarliðið enn einaferð vunnið. Hesaferð 27-25.
Men so kom vend í. Tað tóktist, sum sørvingarnir vaknaðu eftir fyrstu tvey settini, og í triðja settið fingu teir bart seg inn aftur í dystin. Hetta gjørdist eisini eitt sera spennandi sett, sum SÍ at enda vann 23-25. Teir endurtóku bragdið í fjórða setti, og hesuferð vunnu teir tryggan 18-25 sigur.
So skuldu liðini út í ein javnbrótara, og enn einaferð vunnu sørvingar trygt. Hesaferð gjørdist úrslitið 8-15, og sostatt høvdu teir bart seg frá at vera aftanfyri 2-0 í settum til at vinna dystin 3-2.
ÍF enn ósigrað
Seinni dysturin hetta vikuskiftið var sunnudagin, tá ÍF tók ímóti Fram. Hetta var sanni toppdysturin hetta vikuskiftið, og vinnarin av hesum dystinum kundi leggja seg einsamallan á odda í meistaradeildini hjá monnum.
Í fyrsta setti byrjaði ÍF bragdliga, og mitt í settinum førdu teir stórt. Tá var støðan 19-10. Men so tók blokkurin hjá Fram yvir. Teir steðgaðu at kalla øllum álopunum hjá ÍF, og ferð aftaná ferð blokkaðu teir bóltarnar niður í gólvið hjá ÍF. Sum settið leið togaði Fram seg longur og longur inn á ÍF, og at enda vunnu teir eisini settið 22-25.
Blokkurin hjá Fram helt fram í øðrum settið, har hann hevði slept í fyrsta settið. Mitt í øðtum setti hevði Fram vunnið sær eina trygga leiðslu, men so høvdu fuglfirðingarnir fingið nokk. Teir vístu góðan vilja og gott spæl, og skjótt byrjaði munurin at minka. At enda vann ÍF seg framvið Fram, og settið vunnu teir eisini 25-21.
Eftir hetta var sum so ongantíð nakar ivi um úrslitið. Í triðja setti vunnu fuglfirðingar aftur sikkurt, tá úrslitið gjørdist 25-18. Gongdin var tann sama í fjórða setti. ÍF setti seg aftur á dystin í hesum settinum, og enn einaferð vunnu teir trygt, 25-20.
Sostatt vann ÍF toppdystin ímóti Fram, og harvið hava teir lagt seg einsamallar á odda í meistaradeildini hjá monnum. Fram er enn á øðrum plássi, men nú byrjar SÍ at nærkast á triðja plássi eftir teirra sigur á Fleyr fríggjakvøldið.
Mjølnir og Nøvan vóru ikki í dysti hetta vikuskiftið, men teir spæla hvør ímót øðrum í KÍ-høllini mikukvøldið, og tá hevur Mjølnir ein gyltan møguleika at nærkast oddaliðunum.