tónleikari og lovsangsleiðari í samkomuni. Og júst farin um tey fimmti! - Gott nokk eri eg ein gamal gubbi, men mær dámar so sanniliga rocktón.... Seinasti liðurin í hesum orðinum hoyrist valla, tí Eyðun [...] meiri enn liðugur við henda, tá tann næsti sangurin av sama slagi kemur fyri ein ikki minni kendur sangur: Djúpt í synd eg sokkin var. Hann ger seg kláran, men má líka geva eitt gott orð við á vegnum: - Sangurin [...] til tann sangin sum líkt er til at honum dámar væl fyri ikki at siga allarbest at bera fram: Tað er ein kelda. Tað er tann sálarliga veiki William Cowper sum í síni tíð skrivaði vøkru orðini í sanginum.
fatan verið millum fólk, at tað er ein samd fíggjarnevnd, sum hevur skrivað brævið. Eg skal við hesum avsanna, at Sambandsflokkurin hevur tikið undir við nøkrum brævi. Mær vitandi er tað meirilutin í nevndini [...] gott hugskot, tí fyri politikarar er tað ein fyrimunur at síggja og hoyra nakað av tí, tey skulu viðgera og taka avgerðir um. Fíggjarnevndin, sum sat áðrenn, var eisini og vitjaði sjúkrahúsini í síni tíð [...] sáttmálabundnar lønir hækka, er órímiligt. Ein orsøk til nógv umrøddu umbønirnar um eykajáttanir á løgtingi stava vanliga frá tí veruleika, at ov lítið er játtað, hetta fyri at prógva fyri Føroya fólki, at tað
Til dømis suðuri á Svartabergi, teir kalla, sigur Frits Olsen, var heilt væl av góðari hýsu at fáa fyrr. Men nú er tað liðugt. Og hetta hóast væl av hýsu tykist vera aðrastaðni, har friðað er. Tað eru [...] vita allir menn, at fiskur er, og hann hevur altíð verið veiddur har. »So hetta er einki alternativ,« heldur Frits Olsen. Skal hetta verða lagið, heldur formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, at nógv betri [...] er í fyrsta lagi ein kanning, sum Fiskirannsóknarstovan fer at gera komandi árið. Talan er um eitt rættiliga avmarkað økið, sigur Árni Nicolajsen á Fiskirannsóknarstovuni. Okkurt um ein ferfjórðing til
Løgtingsins Umboðsmaður er ógegnigur at viðgera hetta mál, og fari eg tí at biðja um, at ein annar umboðsmaður verður útnevndur ad hoc til at viðgera hetta mál«.w Longu tá málið av fyrstan tíð kom fram á [...] Løgtingsins Umboðsmanni ikki eru løgfrøðiliga rættar. Hetta er eisini samsvarandi tí, sum Vinnumálaráðið hevur staðfest í notatum til løgmann, eins og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum heldur ikki [...] hevur tikið avgerð um at seta ein fyribils stjóra á Skráseting Føroya at taka sær av grannskoðaramálinum. Saman dag »boðaði eg Løgmansskrivstovuni frá, at eg ætlaði mær at kæra handfaringina av málinum
hann er ein av høvuðskandidatunum til valið. - Hatta er ein spurningur, sum als ikki hevur verið til viðgerðar enn, so tað fái eg ikki sagt nakað um. Sjálvur havi eg so onga áheitan fingið um hetta, men sjálvsagt [...] januar ella februar, skal ein nýggjur formaður veljast. Skiparin seinastu mongu árini, Torleif Sigurðsson, hevur boðað frá, at hann nú mynstrar av. Síðani tíðindini um hetta bórust, hevur nógv verið tosað [...] ljóðað, at teirra uppskot til ein nýggjan formann verður Dánjal Andreasen úr Leirvík. Dánjal hevur ígjøgnum nógv ár verið virkin í FSF, og at hann í dag verður roknaður sum ein av álitismonnunum speglast
Eg veddi uppá, at um tú spyrt onkran skápskommunist, um hvussu tað var í Sovjettsamveldinum í 1930, fært tú at vita, at har var ein ordiliga feit útvarpsstøð, sum spældi nøkur heilt fá tankaleys løg allan [...] alt medvit og gera teg fyribils heiladeyðan. Hetta er mestsum óstoppandi, og minka vit ikki um tess útlát við á leið 90 prosentum áðrenn 2020, verður jørðin ein mannleysur staður. Tað krevur ógvusliga planlegging [...] veteranunum úr fronsku mótstøðurørsluni. Og tá ið so, umsíðir, ein av hesum melodiunum halda uppat, og áðrenn tú klárar at hugsa “áh! endiliga ein skái”, fortelur hasin yvirglaði verturin í Rásarúminum tær
sum hevði nøkur sera góð kappingarár fyri nøkrum árum síðan, eisini kann blanda seg upp í stríðið. Serliga, tí liðið hevur fingið útlendskan styrk, og spurningurin er so, um hetta kann samansjóðast til [...] verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við. Verður hugt eftir stórsteypadystinum, sum var millum vágaliðini bæði, so liggur tað til, at SÍ er omaná í tí kappingini. Men tað er kanska at taka [...] Samanborið við kappingarárið í fjør er liðið hjá greipuvinnarunum úr Sørvági, líka sterkt sum tað var í fjør, men tað eru ábendingar um, at Dráttur saktans kann fara at gera oyggjarfeløgunum lívið súrt
basaltinum í fjør fór at geva meira, enn hon gjørdi. Hon var eitt lítið vónbrot, hóast vit gleddust um, at hon tøkniliga var væleydnað. Tí var spenningurin so mikið størri hesaferð, tá Sosialurin og Portalurin [...] eksponera okkara øki, er týdningarmikið, eisini tað at ein føroyskur skipari er tann fyrsti at taka myndir av eini royndarframleiðlsu so nær markið. –Hetta er við at lyfta uppundir tann boðskap, sum vit gjarna [...] i eg siti í eru seinastu tíðindini um royndarframleiðslu tætt við markið einki minni enn ein gleðisløta. Hetta letur so eisini upp fyri nøkrum langtíðar politiskum perspektivum leggur landsstýrismaðurin
verið har í meir enn 1000 ár. Ein gamal sandingur fortaldi mær, at fyrstu ferð hann sum 14 ára gamal var úti í verðini, var tá hann var vesturi í Koltri sum hoyfólk. Hetta sigur nógv um - at vit hava eitt [...] soleiðis var eisini í Koltri. Danska orðatakið sigur - skal man nyde må man yde - Koltur var tíðanverri blivin ov lítil til ein nú- og framtíðar landbúnað. Í 1993 varð Kolturskjeytið, sum var meiri enn [...] ættarlið, var ein farin tíð. Tað átti ikki at verið so ringt at tikið næsta stigið: at avtikið búðstaðarskylduna á kongsfestinum í Koltri. Romantikkurin livdi í besta vælstandi - "Sum tað var deiligt í
høvdu 2100 kitt, góð 120 tons. Hetta var ein hampiligur túrur til rúgvu, um tað ikki var nakar roktúrur. Men vit seldu fyri 10.500 pund, so tað var ein hampiligur túrur. Tá í tíðini var pundið vert um 19 [...] dag. Ein slíkur túrur gav um 1.200 krónur í manningarpart. Hetta var ikki heilt galið. Vit fóru so avstað aftur og fingu 2.600 kitt og seldu fyri 13.000 pund. Hetta var ein góður túrur, tí hann var eisini [...] Hann var jú stjóri á eini teirri stóru fyritøkuni, sum var í Føroyum tá, og eg kann bara bera honum, at hann var ein góður reiðari. Eg setti saman við mongum øðrum partapening í Vágbingin. Hetta var ofta